Aftur

Aftur á ovastu rók

26 jun 2020

Tað er greitt, eingin kann steðga Liverpool í ár, klárt besta liði í Ongland, er meistari. Chelsea vann spennandi dyst móti Manchester City, eftir at Liverpool sjálvir høvdu greitt sína skyldu við at blása Crystal Palace av vøllinum dagin fyri.

Vit hava nú langt um leingi tryggja okkum 19 meistaraheitið í skjáttuna eftir sera drúgva og heili 30 ára bíðitíð.

Liverpool hevur við Klopp á odda nærmast gingið eina gongu hettar kappingarárið og sjálvt ljósablá stjørnuliði City hevur ikki megna, at fylgt teimum reyðu úr Liverpool. Liverpool settið samstundis met við at at vinna meistaraheitið við flest umførum eftir, gamla metið var 5 umfør. Tað resta enn sjey dystir og tískil kann Liverpool seta enn eitt met við at taka stigametið hjá ManCity, sum fyri 2 árum síðani vann Premier League við 100 stigum, Liverpool kann enn røkka 107.

Tá ið Klopp kom til Liverpool sum venjari, lovaði hann at vinna okkum steyp innan tað vórðu gingin 4 ár, ella fór hann at verða venjari í Sveis. Klopp er ein maður sum heldur orð, hann hevur nú saman við einum sera góðum leikara hópi vunnið okkum bæði Champions og Premier League.

Vit fegnast og gleða okkum longu til komandi ár.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”