Aftur

Thiago til Liverpool

18 sep 2020

Beinir Poulsen skrivar:

Spennandi leysatíðindini gjørdust sonn, tá Liverpool og Bayern München blivu samd um, at stýrimaðurin á sentrala miðvøllinum skuldi leika fyri Liverpool, um Liverpool rindaði £27 milliónir fyri hansara tænastur.

Thiago Alcântara do Nascimento, ella stutt og greitt Thiago, er ein 29 ára gamal spanskur-brasilianari, sum brúkti síni barnaár í Barcelona, har hann spældi við ungdómsliðunum hjá Barcelona. Hann fekk sítt gjøgnumbrot hjá europeiska stórfelagnum tann 17. mai 2009, tá hann sum 18 ára gamal kom á vøllin í 74. minutti fyri íslendingin Eiður Guðjohnsen í dystinum ímóti Mallorca. Táverandi venjarin hjá Barcelona var víðagitni og mest vinnandi venjarin í nýggjari tíð, Pep Guardiola, sum serliga er kendur fyri sítt flótandi, tekniska fótbóltsspæl, sum vit í dag kenna sum “Tiqui-taca”. Guardiola helt so mikið av tí 1,74 m høga tekniska bóltsnillinginum, at hann bert 6 mánaðir inn í venjarastarvið hjá Bayern München, fekk lokkað Thiago til týska stórfelagið fyri 22 milliónir evrur.

Fleiri høvdu væntað, at 18 ára gamli Thiago fekk sítt gjøgnumbrot, tí longu í 2008 hevði hann vunnið EM fyri U-17 landslið. Alt bendi á, at Thiago hevði eina bjarta framtíð sum miðvallari við sínum bóltførleika, ferð, eyga fyri fótbóltsspælinum og høga spælskili. Harafturat kundi hann røkja fleiri pláss á miðvøllinum. Hóast Thiago varð mest brúktur á sentrala miðvøllinum, sum ein 8’ari, forðaði tað honum kortini ikki at skora 2 mál ímóti kappingarneytanum Frankaríki í bólkaspælinum, og aftur í finaluni upp á brotsspark. Thiago spældi 9 dystir fyri U-17 og skoraði 5 mál, 12 dystir fyri U-19 og skoraði 5 mál, 21 dystir fyri U-21 og skoraði 6 mál, og inntil víðari 37 dystir fyri A-landsliðið og hevur skorað 2 mál.

Seinastu 7 árini hevur Thiago verið fastur fúsur hjá Bayern München, í høvuðsheitum sum sentralur miðvallarleikari, har hann hevur fingið 150 landskappingardystir, 17 mál og 21 upplegg. Síðani Thiago kom til Bayern München í 2013, hevur hann spælt undir 6 venjarum (Pep Guardiola, Carlo Ancelotti, Willy Sagnol, Juup Heynckes, Niko Kovac og Hansi Flick). Hóast stóra útskifting av venjarum, hevur Thiago spælt Champions League fótbólt hvørt ár, vunnið týsku Bundesliguna 7 ferðir, týsku steypakappingina 4 ferðir, Super Cup tríggjar ferðir og UEFA Super Cup eina ferð.

Hóast Bayern München hevur roynt at gjørt sítt fyri at halda upp á Thiago, gjørdi hann greitt, at hann ynskti at royna okkurt nýtt á sínari yrkisleið. Liverpool, við Michael Edwards á odda fyri samráðingunum, hava verið í samband við Bayern München seinastu vikurnar, har lógvatøkini hava verið tung, tí Liverpool metti ikki tað vera ráðiligt at rinda £27 milliónir fyri ein leikara, ið bert hevði 3 mánaðir eftir av sáttmálanum. Tann 16. august 2020 skrivaði álítandi keldan, Mohamed Bouhafsi (tíðindafólk fyri RMC), at Liverpool og Thiago vóru samd um ein 4 ára sáttmála, og at Thiago longu hevði funnið sær eini hús í Liverpool. Alt hetta gjørdist endiliga veruleiki tann 17. september 2020, tá Liverpool kom ásamt við Thiago og Bayern München um sáttmála og flutningsupphædd.

Leggjast kann afturat, at Thiago er bróðir Rafinha, sum spælir fyri Barcelona og brasilska landsliðið. Teir eru synir Mazinho, sum m.a. vann HM 1994 við Brasil.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”