Aftur

Liverpool heldur framhaldandi eyga við lovandi miðverja úr Lille

18 mai 2021

Tað tykist ikki, at Liverpool vil betala klausulin í sáttmálanum hjá Ozan Kabak, ið væntandi fer aftur til Schalke eftir hetta kappingarárið. Í Januar vórðu Liverpool settir í samband við aðrar miðverjar og serliga hugdu teir nógv eftir tí unga Sven Botman, ið spælir við Lille í bestu fronsku deildini.

Eftir eitt framúr kappingarár við Lille, so hevur Sven Botman veruliga prógvað, at hann er eitt av størstu miðverju talentunum í fótbóltsheiminum og Liverpool vísir framhaldandi ágrýtni í 21 ára gamla niðurlandaran.

Eitt framúr avrik defensivt hevur borið við sær, at Lille bert hevur latið 22 mál inn hetta kappingarárið og tað gevur teimum nú møguleikan, at vinna sítt fyrsta franska meistaraheitið, síðan 2011. Yvir fimm tær bestu deildirnar í Evropa, hevur Lille latið minst mál inn, hetta kappingarárið. 

Botman hevur spælt 45 av 47 møguligum dystum fyri Lille, hetta kappingarárið og talan er longu nú um eitt møguligt skiftið til Premier League, eftir bert eitt ár í Fraklandi. Sven Botman náddi ongantíð at leika ein dyst fyri besta liðið hjá Ajax, men hevur megnað at spælt seg inn á liðið hjá Lille hetta í ár. 

21 ára gamli miðverjin, hevur víst stóra framgongd síðan skifti frá Ajax seinasta summar og fríggjadagin vórðu fólk skelkaði, tá ið hann ikki gjørdist partur av hópinum hjá Frank De Boer til EM í summar. Ásetta virðið hjá Botman, er áleið £40 milliónir og serliga eru tað Liverpool og Tottenham úr Premier League, ið ynskja at skriva sáttmála við evnaríka og framsókna Botman. 

Við sínum 195cm vildi Botman passa væl inn í spælistílin í Premier League. Hann er sera væl fyri kroppsliga og hevur eina hampuliga ferð, hóast sína hædd. Botman sjálvur, sigur seg arbeiða nógv við hansara skjótleika og hetta er sera týdningarmikið, um hann skal halda til høgu leikferðina og teir mongu skjótu leikaranir, ið spæla í Premier League.

Í ungdómsárinum spældi Botman við Ajax og er hann tí vanur við at spæla bóltin upp úr verjuni og tykist at vera sera kønur í avspælinum. Hann er ikki eins góður og Van Dijk til at leggja tær longu avleveringarnar, men hetta kundi hann lært frá ein av heimsins bestu. Størstu styrkirnar hjá Botman eru í duelspælinum og serliga í luftspælinum er hann hóast sín unga aldur, longu millum teir bestu í Evropa.

Um egnu førleikar, sigur Botman soleiðis:

"Eg varð ikki føddur við góðum eginleikum. Hetta byrjari alt við einum góðum hugburði. Sum yngri, var eg ikki nakað stórt talent, men mín hugburður og vilji hevur fingið meg, hvar eg eri í dag. Mín hugburður til at halda málið reint, er ein av mínum styrkum. At gera alt, fyri ikki at lata mála inn er sera týdningarmikið fyri meg. Hetta krevur gott skil og yvirlit fyri viðleikarar, bæði í verjuni og á miðvøllinum."

Botman hevur framvegis sáttmála við Lille til 2025 og hetta gevur Lille eina góða fíggjarliga yvirhond at fáa enn størri inntøku fyri unga niðurlandaran. Tað ljóðar heldur ikki á Botman, sum hann hevur skund at sleppa vekk frá Lille.

Botman úttalar seg soleiðis um eitt summarskifti:

"Eg havi ein dreym um at spæla fyri eitt av størstu feløgunum í Evropa, men eg eri ikki typan, ið ger planir frameftir. Eg havi tað sera gott í Lille í løtuni. Eg njóti hetta kappingarárið, eg njóti at spæla nógvar minuttir. Eg læri nógv í Lille og havi enn nógv at læra. Eg gremji meg ikki um núverandi støðu, eg eri glaður í Lille."

Eftir øllum at døma, so tykist Botman at vera ein leikari, ið hevði follið væl inn í Liverpool. Hann hevur teir røttu førleikarnir og tann rætta hugburðin fyri at vinna meistaraheitið. Liverpool, hevur havt sera trupult við at fingið eitt stabilt miðverjupar hetta kappingarárið og við einum skaðaplágaðum Joe Gomez, er Botman møguliga tann rætti maðurin at manna miðverjuna saman við Van Dijk, til komandi kappingarár. 

 - YouTube brot av Sven Botman, ið lýsir væl hansara bestu førleikar.

 

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”