Aftur

Dystarupptakt: Finala á Anfield í dag

23 mai 2021

Liverpool - Crystal Palace
Premier League, 38. umfar

Anfield, 16:00
Dómari: Andre Marriner

Liverpool og Jurgen Klopp, avrikaðu yvir allar vónir seinasta kappingár, eftir at liðið megnaði at vinna enska meistaraheiti fyri fyrstu ferð í 30 ár og Premier League, fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Stóra mongdin av viðhaldsfólki kring heimin, høvdu nú sitið svong í longri tíð og endiliga eydnaðist tað vinna, við Klopp á odda. Tey undanfarnu árini, var Liverpool oftani tætt við at vinna enska meistaraheiti. Her var tað millum annað bert fáir sentimetrar, ið vístu seg at verða avgerandi. Kappingarárið 19/20 var tað tó ongin ivi í hvør fór at standa sum meistarar, tá ið Liverpool endaði heili 18 stig frammanfyri Manchester City á øðrum plássi. 

Kappingarárið 20/21, hevur víst seg at verið alt annað enn nøktandi fyri verandi ensku meistaranar, ið í dag skulu vinna eina finalu uppgerð móti Crystal Palace, fyri at kunna spæla Champions League fótbólt, komandi kappingár. Seinast liðini hittust, vann Liverpool ein knúsandi 7-0 sigur, móti fyrrverandi Liverpool venjaranum, Roy Hodgson. Tað sermerkta við hesum sigri var, at Liverpool legði seg á odda í Premier League. Støðan var øðrvísi tá og nógv hildu at Liverpool kom at endurvinna enska meistaraheitið. Tvørturímóti, hava mongu skaðarnir og manglandi yvirskot og motivatión viðført at Liverpool í dag, kappast við Chelsea og serliga Leicester um at spæla í Champions League fótbólt, komandi kappingarár. 

Undan dagsins umfar er støðan tann, at Liverpool liggur á jøvnum við Leicester á fjórða plássi. Liverpool hevur tó ein +4 mál fyrimun, ið kann vísa seg at verða alt avgerandi, um Leicester skuldi vunnið á Tottenham, í dag. Seinast liðini hittust, leiktu teir á Tottenham Hotspur Stadium í London. Hesin dysturin endaði 2-0 til Leicester. Realiteturin er tó, at um Liverpool megnar at vinna á Crystal Palace, so skal Leicester vinna við mininum fimm málum móti Tottenham, fyri at røkkja fjórða plássinum. 

Chelsea á triðja plássinum, hevur eisini ein sera torføran dyst í dag, á útivølli móti Aston Villa. Seinast hesi bæðini liðini hittust, endaði dysturin við javnleiki, 1-1. Chelsea hevur spælt væl, tað seinastu tíðina og tað er tí ikki óhugsandi, at teir sleppa burtur úr hesari uppgerðini við einum sigri. Chelsea, er í Champions League finaluni hetta kappingarárið og kann við at vinna á Manchester City í finaluni, spæla seg beinleiðis víðari til komandi kappingarár. 

Skuldi tað víst seg, at Liverpool og Leicester vinna, meðan Chelsea tapur, so hevur Chelsea framvegis hendan møguleikan til at kvalifisera seg.




Roy Hodgson og hansara manning koma at gera alt fyri at órógva Liverpool í dag, hetta hevur hann kunngjørt í dystarupptaktini. Klopp og leikaranar mugu vera 100% klárir í dag, tí hetta er tann týdningarmiklasti dysturin, hetta kappingarárið. Champions League fótbólturin, kann verða sera týdningarmikil fyri at fáa lokka leikarar til felagið, komandi ár og hetta er alfa omega, um Klopp skal styrkja hópin. 

Liverpool leikti ein góðan dyst seinast móti Burnley, har serliga álopsspælið koyrdi væl. Tað endaði við einum 3-0 sigri og sigurin kundi verið væl størri, um vit vóru neyvari í avgerandi løtunum. Verjuparturin sá eitt sindur óstabilur út og hetta má Klopp fáa skil uppá, ímóti einum kroppsligum liðið, við kvika og evnaríka Wilfried Zaha á odda, ið fer at geva óroyndu miðverjunum ein skarpan gang í dag. Hinvegin, um Liverpool megnar at vísa sama álopsspæl í dag og Thiago finnur tær somu farligu avleveringarnar ímillum keturnar hjá Crystal Palace, so eigur hetta, at verða nokk til at vinna á einum liðið, ið annars onki hevur at leika fyri.

Ein sigur kann bjarga alt kappingarárið fyri Liverpool og við 10.000 áskoðarum aftanfyri seg, vænta vit ein sigur til teir reyðu í dag.

Vit gita hetta liðið til finaluna í dag:



Góðan dyst og gleðiliga Hvítusunnu. YNWA!





Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”