Liverpool - Nottingham Forest 2-2 (0-1)
Vónirnar vóru hampiligar undan kappingarárinum. Í hvussu er, var væntað, at liðið fór at spæla við ferð, høgum trýsti og viljanum til at vinna.
Men eftir tveir dystir hevur Andoni Iraola ikki megnað at ført hesi eyðkennini yvir á liðið hjá Liverpool.
Meðan fyrsti dystur móti Newcastle var á eini leið, tá ið sæð verður burtur frá tveimum kontraálopum, sum kostaðu mál, so var samlaði avrikið móti Nottingham Forest í dag út av lagið vánaligt.
Sami gangifótbóltur sum undir Slot. Einki trýst langt frammi á vøllinum og eingin ferð á bóltinum. Bara bóltflytarí við ongum endamálið at koma í gjøgnum.
Bakkarnir, Milos Kerkez og Jeremie Frimpong, vóru milt sagt elendigir og komu nokk báðir eitt stig nærri at spæla seg av liðnum. Vit mugu nokk ásanna, at teir ikki hava neyðuga kvalitetin til at spæla við einum toppliði í Premier League. Teir treingja í hvussu er til eina tíð á beinkinum.
Í dag var lítið gott at síggja. Cody Gakpo, Victor Munoz, Mac Allister og Florian Wirtz vístu tó okkurt brúkiligt í løtum.
Sjálvt Dominik Szoboszlai var heilt víð síðuna av sær sjálvum í dag, og heilt afturi hava Virgil van Dijk og Allisson Becker ikki sama dystaravgerandi týdning longur.
Tað sum so skuffaði mest, var at tað tók so langa tíð, hjá Iraola at fremja broytingar, og kloddarí hjá fjórða dómaranum gjørdi, at útskiftingarnar næsta komu fleiri minuttir seinni enn ætla.
Tað var eisni løgið, at serliga Cody Gakpo, men eisini Mac Allister vóru tiknir út. Teir vóru hóast alt millum teir frægu hjá okkum í dag.
Hesa løtuna meðan vit bíðaðu eftir útskiftingunum, fekk Nottingham so eitt bíligt brotsspark. Okkara menn snorksvóvu, meðan teir tóku eitt skjótt innkast, og so feldi Allison kanska teirra áleypara. Vit sóu í hvussu er ongantíð ein vinkul, har tað sást, at Allison nært við áleyparan.
Ein ógvuliga skuffandi byrjan upp á kappingarárið, og nú má Iraola vísa, at hann dugir at broyta okkurt, tá ið vit vitja Ipswich næsta fríggjakvøld. Ein góður venjari, eigur at duga at gera broytingar.
Seinastu tíðindi
Liverpool og eg 3 - Guðmundur Guðmundsson
Liverpool Føroyar mini veitsla í Scouse House
Sami gangifótbóltur sum seinasta kappingarár