Aftur

Upptaktin 21/22

14 aug 2021

Premier League 2021/22, varð skotið í gongd í gjár. Dysturin var millum upprykkjarnar úr Brentford og Arsenal. Brentford er eitt av liðnum, ið nógv væntað kemur at yvirraska í ár og í gjár sást hví, eftir at teir vunnu ein tryggan 2-0 sigur. 

Liverpool spælir í kvøld sín fyrsta dyst hetta kappingarárið, móti Norwich á útivølli. Liðuni hittust eisini í fyrsta umfari seinasta kappingarár og tá vann Liverpool heili 4-1, á Anfield. 

Kappingarárið 2020/21, gekk ikki heilt sum ætlað hjá teimum reyð kløddu, har teir ein yvirgang taptu 6 heimadystir á rað. Áðrenn ta ringu gongdina, var Anfield eitt stadion, ið útiliðini ræddust at vitja. Klopp og co. koma ivaleyst, at royna at byggja eina tílíka aura rundan um Anfield aftur, hetta kappingarárið. 

Hóast tað gekk striltið eitt longri tíðarskeið, so megnaði Liverpool at spæla seg í kvartfinaluna í Champions League. Samstundis megnaðu teir at bjarga sær eitt pláss millum fýra tey bestu. Hetta var eftir einum minniligum headara frá Alisson, ið var komin framvið til eitt hornaspark. 

Tað, ið fjepparar serliga minnast frá kappingarárinum í fjør, verður teir mongu skaðarnir, ið plávaðu okkum í eitt longri tíðarskeið. Blaðungi Rhys Williams og óroyndi Nat Phillips, leiktu stóran part av seinnu helvt og fingu tí etablerað seg sum Premier League leikarar. Brennandi heiti Jota, gjørdist eisini skaddur í eini Champions League uppgerð móti FC Midtjylland og eftirfylgjandi byrjaði tann ringan gongdin, hjá teimum reyðu. 

Tá alt veldst um, kunnu felagið og fjepparanir bert hyggja positivt uppá loksins kappingarár og samstundis eru vónirnar til 2021/22 sera góðar, eftir at Van Dijk og Joe Gomez longu eru vornir klárir aftur. 

Hóast vónirnar eru góðar, so eru mangir fjepparar ónøgdir yvir summar transfer-vindeyga. Størstu kappingarneytarnir hava styrkt um hópin, meðan Liverpool bert hevur styrkt seg í verjupartinum higartil. United tykjast sera farligir, eftir at Varane og Jadon Sancho eru komnir til. Manchester City hevur fingið evnaríka Jack Grealish afturat hópinum, meðan málfarligi Romelu Lukaku, aftur er partur av Chelsea FC. 

Í Liverpool hevur man mist ein profil í Gini Wijnaldum, ið leikti flestar dystir undir Klopp. Hetta var ein leikari, ið Klopp dámdi sera væl og tað verður ikki lætt at finna ein avloysara, ið hevur somu disciplin og arbeiðsinnstilling. Hetta merkir tó, at leikarar sum Keita og Oxlade-Chamberlain, koma at hava ein størri leiklut hetta kappingarárið. Báðir hava staðið seg væl í pre-season og tað er ikki óhugsandi, at báðir vera við frá byrjan móti Norwich í kvøld. 

Annars nógv nýtti Nat Phillips, hevur ikki vant við í pre-season og er helst áveg úr Liverpool. Phillips, megnaði at gera um seg seinasta kappingarár og Liverpool sigst at vilja hava £15 milliónir, fyri 24 ára gamla miðverjan. Afturat Phillips, eru bæði Shaqiri og Origi leikarar, ið ein kann væntað eru seldir, áðrenn transfer-vindeyga lukkar. Liverpool vil hava £12.7 milliónir fyri Shaqiri, ið sigst at hava verið í samráðingum við Lyon, úr fraklandi. Framvegis, er onki boð komið uppá Origi. Hann verður tó ikki nýttur av Jurgen Klopp og er í besta fótbóltsaldri. Tí væntar man í Liverpool, at Origi vil  leiktíð aðrastaðnis. Tað sigst, at eitt feløg sum Wolves, eru áhugaðir í 26 ára gamla belgiska áloyparanum. 

Hetta merkir, at leikarar sum Minamino og Harvey Elliott, væntandi fáa meira leiktíð, hetta kappingarárið. Báðir vóru útlændir seinasta kappingarár, men hava vant og leikt við Liverpool í summar og síggja sera spennandi út. 

Konate er komin til í summar, meðan bæði Van Dijk, Joe Gomez og Matip eru vornir klárir aftur. Tí tykist tað ikki at vera pláss í hópinum, fyri unga Rhys Williams. Hann hevur fyrr í summar sagt, at hann vil gera alt fyri at fáa leiktíð, hetta kappingarárið. Rhys hevði eitt væleydna kappingarár, seinasta ár. Tann brutali sannleikin er tó, at hann ikki er á støðið, við hinar í løtuni. Klopp hevur framvegis møguleikan, at nýta Rhys til domestiskar uppgávur hetta kappingarárið. Besta boðið er tó, at Liverpool leitar eftir feløg at lána hann út til, fyri at tryggjað honum leiktíð. 

Ben Davies er ein annar miðverji, ið væntandi ikki kemur at leika í Premier League undir Jurgen Klopp. 26 ára gamli onglendingurin sigst at vera áveg til Sheffield United, ið flutti niður seinasta kappingarár. 

Aðrir spennandi leikarar í hópinum hetta kappingarárið, eru 19 ára gamli Owen Beck og 16 ára gamli Kaide Gordon. Beck er eitt sera spennandi alternativ til vinstra bakkin. Serliga framliga er hann eyðsýndur við góðari gjøgnumbrotskraft og einum sera góðum skjótiførleika. Gordon, hevur eisini víst góðar eginleikar við bóltinum. Hann manglar tó enn nakað viðvíkjandi tí kroppsliga og tað vildi tænt honum væl, at leikt eitt ár í Championship, eins og Elliott gjørdi í Blackburn.

Liverpool hevur ein sterkan og breiðan hóp. Teir mangla bert ein habilan avloysara til høgra bakkin. Hesin nýggi høgri bakkurin skal kunna avlasta Arnold, um tørvur er fyri tí. Afturat einum høgra bakki, vildi ein ynskt at Liverpool keypir at nýggjan eyka málmann, í fall av at Alisson gert skaddur aftur.

Liverpool vs Norwich

Tað er longu kunngjørt at hvørgan Andy Robertson ella Curtis Jones, eru klárir frá kappingarbyrjan. Tí byrjar Kostas Tsimikas á vinstra bakki, meðan tað verður pláss fyri tveimum nýggjum á bonkinum. 

Í miðverjuni vænta vit úr Liverpool Føroyar, at Konate og Matip byrja inni. Klopp hevur fingið staðfest, at Van Dijk og Gomez eru klárir, men hetta verður eitt langt og torført kappingarár. Klopp kann ikki at risikera at missa teir aftur, eftir katastrofuna seinasta kappingarár, har allir senior miðverjarnir vóru úti samstundis.  

Arnold og Fabinho eru sjálvskrivaðir, meðan vit væntað at Keita og Chamberlain manna tey framligu miðvallara plássini. Henderson og Thiago eru ikki heilt í dystarvenjing, eftir at teir júst eru afturkomnir úr summarferiu. Keita hevur gjørt tað sera væl í pre-season og tykist at vera leikarin, ið hevur yvirtikið leiklutin hjá Wijnaldum á miðvøllinum. 

Orsøkin til at Chamberlain er valdur afturat Keita, er at hann hevur verið millum bestu leikarar í pre-season. Serliga avrikið móti Osasuna, hevur sett hann á byrjannaruppstillingini í fyrsta umfari. 

Í álopinum saman við Salah og Mané, væntað vit at Firmino byrjar inni. Hann hevur verið eyðsýndur í seinastuni og tykist at hava innstilla kanónina, til hetta kappingarárið. Ein klopp favorittur, ið bindur alt liðið saman. Jota kemur tí inn seinni í dystinum.

Tað kemur at vera hørð kapping millum plássini hetta kappingarárið og tí eru vónirnar sera góðar.

Gódan dyst, YNWA!

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”