Aftur

Hevur Liverpool veruliga tørv á at keypa?

26 aug 2021

Í seinastuni hevur tað verið prátað nógv um hvør leikari endar í Liverpool, eftir at transfer-vindeyga lukkar. Liverpool hava verið settir í samband við fleiri stór nøvn, m.a Hasem Aouar úr Lyon og Kylian Mbappe hjá PSG.

Umframt hesar stórstjørnurnar, hava smærri nøvn sum Jeremy Doku, Ismaila Sarr, Florian Neuhaus, Aurelien Tchouameni og Noni Madueke eisini verið nógv umtalaði á altjóða miðlum.

Fleiri miðlar hava kjakast um nakar av hesum leikarunum, er tann ið Liverpool hevur tørv á. Í einum podcasti hjá Redmen Family, staðfesta teir at Liverpool hevur tørv á einum leikara, ið sjálvur kann avgera dystir. Tílíkir leikarar eru at finna í enskum fótbólti. Manchester United hevur Bruno Fernandes, meðan City hevur Kevin De Bruyne. Liverpool áttu fyrr ein tílíkan leikari í Coutinho. Spurningurin er, hvar Liverpool finnur ein tílíkan leikara í 2021. 

Liverpool tykist, at ikki vilja gjalda ov stórar upphæddir fyri leikarar og av teimum, ið vit hava verið settir í samband við, er tað bert Mbappe, ið sjálvur kann avgera dystir.

Tað sigst at Real Madrid júst hevur bjóðað umleið £150 milliónir fyri Mbappe og at PSG ikki eru nøgdir við ta upphæddina. Realiteturin er tann, at Liverpool ikki kann fíggja eitt slíkt keyp og at keyp av Mbappe ikki hevði verið møguligt hjá Liverpool fyrr enn komandi ár, tá sáttmálin hjá Mbappe gongur út. 

Transfer støðan hjá Liverpool 21/22 er nú tann, at Gini er farin ókeypis til PSG, Shaqiri til Lyon, Grujic til Porto, Awoniyi til Berlin og Harry Wilson til Fulham. Einasti leikarin, ið er komin til er Ibrahima Konate. Keypið av Konate hevur styrkt um støðuna í miðverjuni, ið tryggir Klopp, at hann ikki endar í somu støðu eins og í fjør. 

Umframt teir seldu leikaranir, eru Sepp van den Berg, Ben Woodburn og Ben davies allir leigaðir út til komandi ár.

Nógvir eru farnir frá, meðan bert ein er komin til og fjepparafjøldin ynskir at Liverpool tí ger eitt stórt keyp afturat. Er tørvur á einum leikara afturat? Um hugd verður eftir kappingarárinum 19/20, har Liverpool vann Premier League, eru tað bert Gini Wijnaldum og Lovren av dystarhópinum, ið ikki eru við longur. Kappingarárið 20/21, endaði ikki eins og væntað hjá meistaraliðnum. Sannleikin er tó tann, at Liverpool lá á odda í Premier League, áðrenn teir runnu í eina skaðakrisu. 

Tvørturímóti, hevur Klopp megnað at styrkt hópin við Thiago og einum habilum avloysara fyri Robertson í Tsimikas. Jota, ið kom til í fjør, vísti stórspæl áðrenn skaðan og er komin væl frá byjran aftur, hetta kappingarárið. 

Dejan Lovren, ið tænaði okkum væl er skiftur út við einum ungum Ibrahima Konate, ið kann vísa seg at hava ein størri leiklut í altjóða kappingum. 

Sadio Mane hevði eitt sera torført 20/21 kappingarár, men er komin væl betur frá byrjan hesuferð. Hann líkist enn ikki tí málfarliga Mane, ið vit kenna hann. Um Klopp megnar at fáa gongd í Mane aftur, so eigur Liverpool millum 15-20 mál í honum. 

Okkara besti miðvallari í 17/18 kappingarárinum, Oxlade-Chamberlain hevur víst góðar dygdir í pre-season. Um hann røkkur sama støði eins og í 17/18, so er tað ein stórur styrkur fyri felagið. Chamberlain hevur øðrvísi dygdir enn allir hinir miðvallaranir og kann tí eisini hava ein stóran leiklut í ár, um hann heldur seg skaðafríðan. 

Eftir at Gini er farin til PSG, hevur viðhaldsfólkið vilja havt ein avloysara inn. Tað tykist, at Klopp metir Naby Keita vera leikarin, ið er førur fyri at røkkja fyrrverandi uppgávurnar hjá Gini. Øll kenna dygdirnar hjá Keita og hann hevur prógva sítt virðið tá hann hevur spælt. Skaðar hava hildið honum úti meginpartin av tíðini í Liverpool, men hann tykist at vera betri fyri hetta kappingarárið. 

Seinasta høvdu vit trupulleikar við at skjóta mál, eftir at Jota gjørdist skaddur. Jota er í fullari venjing og kemur at kappast við Firmino alt kappingarárið um at byrja inni. Jota gevur Klopp møguleikan fyri at hava ein meiri álopskendan á fremsta plássi, ið bendir á, at Klopp ikki kemur at nýta somu spælskipan hvørjaferð.

Verjuparturin sær betur út enn nakrantíð eftir at Konate er komin til. Klopp hevur nu Van Dijk, Matip, Gomez, Konate, Nat Phillips og Rhys Williams í hópinum. Nat er linkaður á veg út, meðan Klopp vil hava Rhys at fáa leiktíð aðrastaðnis. Rhys Williams verður bert útleigaður, um Nat Phillips ikki verður seldur. 

Klopp keypir ikki ein og hvønn leikara. Teir skulu passa til hansara spælskipan. Hetta sæst bæði via keyp og útfrá hvørjar ungdómsleikarar hann velur at taka upp á besta liðið. 

Afturat senior leikarunum, so eigur Liverpool nógv stór talentir í felagnum, ið Klopp gjarna vil hava skulu integresast til fyrsta-liðs fótbólt. Hann eygleiðir og fylgir væl við Mateusz Musialowski og Melkamu Frauendorf. Báði tveir eru leikarar, ið sjálvir vinna dystir fyri U18 og U23 liðini hjá Liverpool.

Tað tykist at Klopp vil menna egin talent í felagnum, heldur enn at nýta £100-200 milliónir fyri at keypa ein leikara við slíkum førleikum. 

Liverpool hevur ein breiðan og sterkan hóp hetta kappingarárið og Liverpool Føroyar metir, at teir verið við í kappingini um at gerast meistarar. Leygardagin møta teir Chelsea á Anfield og hesin dysturin kemur at geva eina betri ímynd av hvat vit kunnu væntað í ár og um tað veruliga er ein tørvur fyri at keypa í summar.
 

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”