Aftur

Orsøkin til at Liverpool ikki hevur keypt í summar?

10 sep 2021

Viðhaldsfólkið hjá Liverpool tykjast ónøgd, eftir at Liverpool bert megnaði at keypa ein leikara í summar. Umtalaði er Ibrahima Konate, ið enn ikki hevur leikt ein Premier League dyst fyri Klopp. Nógv vóru ørkymlaði yvir at man ikki megnaði at finna avloysaran hjá Wijnaldum og at man samstundis ikki styrkti í álopspartinum. Í seinastuni hava miðlar arbeitt nógv fyri at finna útav, hvat tað er sum gongur fyri í Liverpool og hetta er møguliga svarið. 

Liverpool hevur leingi havt eyga á Jude Bellingham hjá Dortmund og hevur fyri stuttum víst beinleiðis áhuga til Dortmund. Liverpool hevur fyrispurt um upphædd og vera noyddir at gjalda áleið £80 milliónir fyri kreativa spælskiparan.

Bellingham skifti frá Birmingham til Dortmund í 2020. Nógv lið í Evropa vístu áhuga og Bellingham valdi m.a at hyggja burtur frá áhuganum úr Manchester United. 

Ungi miðvallarin hevur avrikað væl seinasta kalendaraárið, bæði við Dortmund og Onglandi. Bellingham skeyt m.a eitt 
eitt minnuligt mál móti Manchester City í Champions League kvartfinaluni, seinasta kappingarár.

Eftir eitt flott kappingarár, eru allir gigantarnir í Evropa áhugaðir. Tað eru serliga Liverpool og Chelsea, ið vísa stóran áhuga í Bellingham.

Bellingham hevur gott forhold til bæði Reece James og Mason Mount úr Chelsea, men sannleikin er at Chelsea eigur nógvar líknandi leikarar í hópinum og verða noyddir at lata aðrar burtur, áðrenn pláss er fyri Bellingham. 

Liverpool eigur tann fyrimunin, at venjarin, Jurgen Klopp, er sera væl dámdur í Dortmund og ivaleyst eigur góðar kontaktir í týska felagið. Hetta kann spæla ein leiklut í valinum hjá Dortmund. Umframt hendan fyrimunin, so hevur spælskiparin hjá Dortmund sagt, at tað hevði verið sera torført, at sagt nei til júst Liverpool. 

Liðini verða tó noydd at biða, áðrenn fari verið víðari við handulin. Transfer-vindeyga lukkaði fyri stuttum og Dortmund hevur meldað út, at teir ikki selja Bellingham áðrenn HM í Qatar er av. Roknað verður við, at Bellingham verður ein av lyklaleikarunum hjá Onglandi undir hesa kapping. 

Kappingarárið 20/21, leikti Bellingham samanlagt 46 dystir. Hann skeyt 4 mál og átti 4 upplegg. Hóast hagtølini tykjast tunn, so er Bellingham sera týdningarmikil fyri uppspælið hjá Dortmund. Hann eigur ofta trið seinasta fót í málunum. 

Í ár, er tað blivi til 1 mál og 1 assist í trimum dystum og hann tykist at vera komin betur frá byrjan.

Omanfyri er eitt brot, ið lýsir bestu førleikarnir hjá Jude Bellingham. YNWA.

 

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”