Aftur

Dystarupptakt: Leeds vs Liverpool

12 sep 2021

Premier League, 4. umfar
Leeds vs Liverpool, kl 16:30.
Elland Road
Dómari: Craig Pawson

Landsliðssteðgurin er yvir og Premier League varð sett í gongd aftur í gjár, har øll liðini leiktu, uttan Leeds og Liverpool. Liverpool eru framvegis ósigraðir hetta kappingarárið og mugu tí í dag royna at halda fast í ta góðu gongdina. 

Um hugt verður eftir Leeds, so hevur manningin hjá Bielsa ikki fingið ein dreymabyrjan uppá kappingarárið. Eftir trimum dystum, standa teir við 2 stig. Hóast tvey stig eftir trý umfør, ikki prógvar nakað serligt, so vísti 5-1 ósigurin á Old Trafford, at Bielsa ikki hevur sama tak á tey størru liðini í ár. Klopp og Liverpool hava ivaleyst kannað hvar Leeds eru veikast og tí kann ein undirhaldandi og málríkur dystur væntast. 

United, City og Chelsea vunnu øll í gjár og hetta leggir eisini trýst á Liverpool til at vinna, fyri at halda seg uppi í toppinum. 
 
Undan dagsing dyst, hevur FIFA givið grønt ljós til feløgini í Premier League, at nýta leikaranar, ið hava leikt við Brasil. Hetta merkir at Fabinho og Alisson vera við fyri Liverpool og hjá Leeds, merkir hetta at stjørnuleikarin, Raphina, eisini er tøkur til dagsins dyst. 

Hóast hetta eru góð boð at fáa, so hevur Klopp onnur ting, ið hann eisini má taka seg til. Harvey Elliott og Minamino komu báðir skaddir heim frá landsliðnum, meðan Firmino eisini framvegis er skaddur. Til dystin í dag, er Origi einasta etableraði framligi leikarin á bonkinum.

Liverpool Føroyar væntar ein málríkan og undirhaldandi dyst í dag og vit gita hesa uppstillingina:



Eftirsum at Firmino ikki er við, so kemur Jota í hansara stað. Klopp stillar upp við tí manning, ið hann metir vera sterkast. Vit vildu gjarna sæð evnaríka Keita í miðjuni í dag, men hann kom slett ikki inn seinast móti Chelsea, hóast Liverpool vóru í yvirtal allan seinna hálvleik. Klopp tykist framvegis at ikki vera heilt tryggur við Guineseran. Keita kom ikki inn móti Chelsea, hóast Liverpool vóru í yvirtal allan seinna hálvleik. Klopp tykist ikki at vera heilt tryggur við Guineanaran. 

Chamberlain kundi verið eitt boð uppá tann triðja á miðjuni, saman við Henderson og Fabinho. Chamberlain hevur øðrvísi førleikar, enn teir vit hava valt og kann koma í góðar støður framliga, vegna hansara ferð. Seinasta kappingarár, vísti Klopp stórt álít til Thiago og hetta er orsøkin til at hann er valdur til dystin í dag, har tað verður trupult at bróta verjuketurnar hjá Leeds sundur. 

Vit vænta heldur ikki at síggja Konate í dag, eftirsum at bæði Van Dijk og Matip, hava staðið seg væl í sentralu verjuni. 

Vit ynskja øllum ein sera góðan og undirhaldandi dyst, YNWA!

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”