Aftur

Liverpool varðveitir ta góðu gongdina

23 sep 2021

Týskvøldið vann Liverpool 3-0 á Norwich og eru tí framvegis ósigraðir hetta kappingarárið. Jurgen Klopp sigur seg vera sera nøgdan við positivu gongdina og at allir leikaranir, ið verða nýttir, traðka í karakter og fylgja spælskipani. Sigurin ber við sær at Liverpool er víðari til 4. umfar í Carabao Cup og her møta teir Preston North End.

Í 3-0 sigrinum, var Minamino klárt tann besti leikarin fyri Liverpool. Hann megnaði at skjóta tvey mál og vísti sum heild stórspæl aðrar løtur í dystinum eisini. Minamino dugir væl at flyta seg í tómrúmini og kemur oftani í farligar støður. Vónandi velur Klopp frameftir, at nýta Minamino oftari í Premier League høpi.

Kultfigururin í Liverpool, Divock Origi, megnaði endiliga at skjóta mál aftur, fyri teir reyðu. Origi stóð seg heilt væl hendan dystin og gjørdi tað trupult fyri ta sterku Norwich verjuna. Hetta var við til at geva Minamino pláss, at renna í tómrómuni aftanfyri og Origi eigur ein leiklut í, at hetta eydnaðist. Umframt at skjóta eitt mál, so átti hann uppleggi til 1-0 málið, ið Minamino skeyt.

Eftir einari harðari uppgerð í vikuskiftinum, so var Robertson settur á bonkin, at hvíla. Hann kom inn ta seinastu løtuna og gjørdi fleiri villir í opnum spæli. Robertson tykist ikki at vera í fullari venjing enn, eftir skaðan og tað er ivasamt, hvør kemur at byrja inni móti Norwich, nú Tsimikas aftur leikti ein góðan dyst á vinstra bakki. Umframt eitt gott avrik, so legði hann upp til 2-0 málið, hjá Origi. Tað vildi givið góða meining at givið Tsimikas ein dyst afturat leygardagin, fyri at fáa Robertson heilt kláran aftur. 

Umframt senior leikaranir, so fingu tveir 18 ára gamlir debut móti Norwich. Hesir vóru Conor Bradley og Tyler Morton. 
Bradley leikti allan dystin og stóð seg væl. Hann slapp sær væl av við bóltin og var fleiri ferðir við heilt frammi til álop. Bradley gjørdi tó ein stóran feil, har hann heldur klossut feldi, Idah, hjá Norwich og tað varð floyta fyri brotsspark. Kelleher bjargaði tó straffinum og Gomez ruddaði burtur í tveimum umførum.

Morton spældi í so stutt, til at gera nakran størvegis mun og dysturin var longu avgjørdur, tá hann kom inn. Tað lítlu løtuna hann var inni, vísti hann tó góðar dygdir við bóltinum og vísti gott fótbóltsskil fyri ein so ungan leikara.

Umframt teir 18 ára gomlu, so var 16 ára gamli, Kaide Gordon, eisini við frá byrjan. Hann kom til onkrar farligar støður og hevði tvey skot á málið. Aldurin ger tó, at Gordon er nakað aftanfyri kropsliga í løtuni. Hetta fer at koma og hann virkar framvegis sera spennandi. 

Ein av lyklaleikarunum higartil hetta kappingarárið er úti við skaða og hetta er sera harmiligt fyri Klopp og Liverpool. Hinvegin, gevur tað pláss fyri Curtis Jones at vísa seg fram næstu tíðuna og tað verður valt at hyggja positivt uppá støðuna, uppá hendan mátan. 

Leygardagin, 25. Septembur, møtir Liverpool Brentford á útivølli. Teir hava longu ein Champions league dyst aftur Týsdagin, á útivølli móti Porto. Liverpool hevur eina tætta og torføra leikskrá og tað er týdningarmikið, at Klopp fær allar leikaranar í dystarvenjing.

Brentford vann heili 6-0, i seinasta umfari av Carabao Cup og teir koma at gera tað torført hjá Liverpool leygardagin. Seinast liðuni hittust í liga samanheingi var í 1947. Tann dysturin endaði við einum 1-1 javnleiki og tí er meiri enn bert trý stig at leika um. Liverpool og Klopp vilja óivað vinna fyrsta dystin í 70 ár móti Brentford úr London. 

Umframt dystin hjá Liverpool, so leika Chelsea og Manchester City eisini leygardagin. Hetta gevur Liverpool enn fleiri orsøkir at vinna á Brentford. Hetta fyri at vinna sær undan einum av sterkastu kappingarneytunum longu nú. Dreymaúrslitið fyri Liverpool, vildi verið ein javnleikur. Klopp kemur at fylgja sera væl við í dystinum í London, tí Liverpool møtir sjálvir Manchester City, í næsta umfari, í Premier League. 


Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

18. okt 2021

Atletico Madrid vs Liverpool FC

15. okt 2021

Dystarupptakt: Watford vs Liverpool

15. okt 2021

SEINASTI MØGULEIKI: Túrur til Liverpool

13. okt 2021

8 pláss eftir til handan túrin.