Aftur

Er Curtis Jones nýggi 8'arin hjá Klopp?

30 sep 2021

Jurgen Klopp og Liverpool hava roynt nógv og ymiskt fyri at avloysa rennu sterka miðvallaran, Gini Wijnaldum, ið eftir summar fór ókeypis til PSG. 

Eftirfylgjandi varð tosað nógv, um hvønn leikara Liverpool skuldi keypa sum avloysara. Tó, valdi Liverpool ikki at nýta nógvan pening hetta summari, sum fylgi av Covid-19 og endaðu bert við at styrkja seg í miðverjuni, við Ibrahima Konate. 

Eigaranir mettu, at tørvurin var ikki var nóg stórur, til at gjalda eina stóra upphædd uppá ein nýggjan miðvallara og tí hava verandi leikarar i hópinum fingið fleiri minuttir, hetta kappingarárið og Klopp hevur roterað nógv millum teir ymisku leikaranir.

Thiago, Keita, Harvey Elliot, Oxlade-Chamberlain og Curtis Jones, eru allir leikarar, ið ikki vóru millum teir fyrstu ellivu seinasta kappingarár, tá allir vóru klárir. Hetta kappingarárið, hava allir fingið sínar minuttir og tað er serliga Keita, ið er follin í gamla leiklutin hjá Gini. Hetta hevur merkt, at Keita ikki er líka sjónligur framliga, meðan hann hinvegin hevur leiklutin, at endurvinna bóltar og umstilla verjuspæl til álop. Hann fellur best inn í tann leiklutin av teimum fýra nevndu, meðan aðrir fella betur í aðrar leiklutir. 

Henderson varð ikki í dystarvenjing frá byrjan og tí valdi Klopp at nýta Elliott sum 8'ara. Hann var tíðanverri sera óheldigur at fáa ein álvarsaman skaða. Hetta var sera harmulig týðindi, bæði tí at maðurin er ungur og tí hann kom so væl frá byrjan. 

Eins og Elliott, hevur Thiago eisini verið úti einum skaða seinastu umførini, tó ein smærri skaða í legginum. Hann sigst, at vera klárur aftur til uppgerðina móti City, men tað er ivasamt um hann verður við frá byrjan. 

Skaðanir hjá teimum fyrr nevndu, hava givið pláss fyri Oxlade-Chamberlain og Curtis Jones og tað er serliga ungi Jones, ið hevur tikið av møguleikanum. Seinastu tvey umførini, er hann báðar ferðirnar valdur til dagsins mann, av bæði áskoðarum og miðlum. Jones er fullur av orku og er sera ágrýtin í álopsspælinum. Ungi aldurin ber tó við sær, at hann ikki hevur somu rutinu, eins og Thiago og Keita og tí tykist tað at orka hansara rennur út eftir umleið 60-70 minuttir, tí hann til tíðar reikar ov nógv runt. 

Curtis Jones er í stórformi í løtuni og Klopp fer ivaleyst, at geva honum nógvar minuttir afturat hetta kappingarárið, fyri at tryggja sær, at hann heldur á, við at styrkja seg sum fótbóltsleikara. 

Í dystinum seinast, var tað sera sjónligt at Fabinho ikki klárar at halda á at prestera á hægsta støðið, við ta strævnu og torføru leikskránna og Klopp má finna møguleikar at spara hann til tíðir, fyri at fáa mest burtur úr honum. Hetta krevur umvæling á miðvøllinum. Vit eiga tveir leikarar í Henderson og Thiago, ið hava dyggar royndir á 6'ara plássinum og viðhaldsfólkið kunnu væntað, at teir verða nýttir á hesum plássinum í teimum smærru uppgerðinum. 

Liverpool FC vs Manchester City

Ein tann týdningarmiklasta uppgerðin stendur fyri framman, um smáar tríggjar dagar. Liverpool er í góðum stima og spælir flottan álopsfótbólt. Dysturin seinast, móti Brentford vísti tó, at Liverpool kunnu vera sárbarir í aftasta partinum og hetta mugu Klopp og Liverpool fáa stýr uppá undan uppgerðina. 

Joel Matip, hóast hann er komin væl frá byrjan, tykjast at hava trupulleikar, tá mótstøðuliðini hava kvikar og sterkar menn frammi og City kemur avgjørt, at royna at spæla rundan um hann og Alexander-Arnold, ið heldur ikki eigur sínum bestu dygdir í verjuspælinum. Tí liggur ein møguleiki hjá Klopp í, at byrja við Konate framum Matip. Konate er skjótur og sera væl fyri kropsliga. Hann hevur ikki somu dygdir við bóltinum, eins og Matip og tað verður tí spennandi at síggja hvat Klopp prioriterar til hesa uppgerðina. 

Tað var sjónligt móti Brentford, at Arnold manglaði, hóast viðhaldsfólk meta, at hann ikki er nóg góður í verjupartinum. Arnold er dynamiskur í spælinum og hevur møguliga heimsins besta høgra fót, viðvíkjandi innleggum og langum bóltum. Hann gevur Klopp og Liverpool, øðrvísi streingir at spæla uppá og hetta er týdningarmikið móti einum liði sum City. 

Tað tykist, hóast nógva leiktíð hetta kappingarárið, at Jota ikki er í fullari dystarvenjing. Hann stendur ofta á rætta staðið og fær fleiri góð mál, men spurningurin er um hetta er nokk, ímóti einum skipaðum City liði. Firmino tykist at vera tryggari framman fyri málinum, hetta kappingarárið. Hetta er nakað, ið hann er revsaður fyri av viðhaldsfólkinum, tey seinastu árini. Í skrivandi løtu eigur hann eitt málsnitt, ið sigur 1 mál pr. 42 min, hetta kappingarárið. Søguliga sæð, so hevur Firmino altíð góðar dystir móti City. 

Mohammed Salah hevur skotið 8 mál í 8 dystum, hetta kappingarárið. Í teimum seinastu 6, hevur hann skotið 6 mál og er møguliga málfarligasti leikarin í heiminum í løtuni. Salah má raka dagin, um Liverpool skal hava nakran møguleika fyri at vinna sunnudagin. 

Liverpool Føroyar gita hesar uppstillingina sunnudagin:



Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

03. jul 2025

Diogo dansar ikki Jota longur

25. mai 2025

Tann besti handar tí besta steypið

10. mar 2025

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!

03. mar 2025

Túrur til Liverpool