Aftur

SEINASTI MØGULEIKI: Túrur til Liverpool

15 okt 2021

Nú kann tú koma við á Anfield og síggja, Liverpool FC móti Brighton og Atletico Madrid

Nú er sindur síðani at vit eru slopnir heim á Anfield. Men hervið skipar Liverpool Føroyar aftur fyri túri. Tveir dystir vera á skránni og eru tað ávíkavist móti Brighton 30 okt og Atletico Madrid 3 nov. Flogið verður niður hósdagin 28 okt og heimaftur 4 nov.

Flogið verður til Edinburgh har vit so taka ein góðan buss niður til Liverpool. Gist verður á Raddison Blu 4**** allar 7 næturnar. Kostnaðurin er 12.999kr fyri limir í Liverpool Føroyar og 13.999kr fyri ikki limir. Við í prísinum er flogferð, VIP bussur, 4 stjørna hotell við morgunmati og sjálvandi atgongumerkir til báðar dystirnar, har tað er døgurði og drekka við til dystin móti Atletico (hospitality pakki)

Hettar er først til mølle og hava vit 30 pláss, og gist verður í dupult-kamari Viðmerkjast kann so eisini at Liverpool er ein ótrúliga deiligur býur, ið hevur nógv at bjóða. Nógv góð matstøð, gott náttarlív, BEATLES, mentan, koncertir ( Richard Ashcroft 29okt JLS 2-3 nov)

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”