Aftur

Atletico Madrid vs Liverpool FC

18 okt 2021

Liverpool vann í vikuskiftinum heili 5-0, móti nýggju manningini hjá Claudio Ranieri. Hóast góð einstaklinga avrik, so var hetta eitt frálíkt liðavrik sum heild. Roberto Firmino kom á máltalvuna tríggjar ferðir og skeyt tí sítt seinna hattrick fyri Liverpool. Hini málini vórðu áttu Mane og Salah, har serliga málið hjá Salah var í heimsklassa og minti nógv um tað móti Manchester City. Salah tykist at vera í sínum besta formi áður og Klopp sjálvur, metir at ongin er á støði vid honum í løtuni. 

Kósin hevur síðan verið sett móti Madrid, har Fabinho og Alisson frammanundan halda til. Hendan Champions League uppgerðin er ikki bert ein dystur millum tvey góð lid, men eisini ein dystur millum tveir av heimsins bestu venjarum. Klopp er tiltikin fyri sín álopssinnaða Rock n' Roll fótbólt, medan Diego Simeone er tiltikin fyri sín disciplineraða og verjukenda spælistíl. 

Simeone hevur fyrr úttalað seg um hansara respekt fyri Klopp. Hann segdi m.a hesi ordini vid eina tídinarød: "A manager that I respect? Without a doubt Jurgen Klopp."

Tad er heldur ongin loyna at Klopp heldur nógv um Simeone, ið slóg Liverpool úr Champions League seinasta kappingarár í Round of 16. Dystirnir endaðu 1-0 til Atletico á Anfield, medan Liverpool megnaði at vinna 1-0 á Wanda Metropolitano. Seinni dysturin endaði tískil í longdari leiktíð, har Atletico vann 2-1 og samanlagt 3-2. 

Atletico liggur í løtuni á einum deildum 2. plássi í La Liga og hava ein dyst færri enn førandi lidið, Real Sociedad. Í Champions League hava teir megnað, at fingið 4 stig eftir tvey umfør. Farligasti maður teirra, er okkara fyrrverandi áloypari, Luis Suarez. Suarez hevur skotið 4 mál og lagt upp til eitt, uppá átta dystir. 

Klopp hevur meldað út, at Curtis Jones ikki er tøkur til í morgin, hóast hann hevur verið vid til venjing. Sum nevnt, verða Alisson og Fabinho við aftur og báðir koma beint á byrjannaruppstillingina.

Liverpool Føroyar gitar har við hesa liðuppstillingina:



Fabinho kemur inn fyri James Milner, meðan vit væntað at Joel Matip verður hvíldur. Tí kemur Konate at fáa sínar fyrstu minuttirnar eftir longri tíð á bonkinum. 

Vit ynskja øllum ein góðan dyst, YNWA!

 

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”