Aftur

Liverpool aftur í føraratroyggjuni

25 okt 2021

Liverpool vann 5-0 og Salah gjørdist trímálsskjútti. Valdsstøðan liggur aftur í Liverpool

Í gjár vann Liverpool størsta sigurin nakrantíð ímóti Manchester United í bestu ensku deildini. Liverpool vann sum kunnugt 5-0 og Mohamed Salah gjørdist samstundis fyrsti trímálsskjútti hjá Liverpool í 85 ár, men hví er so stórt kappingarstríð millum liðini?

Bæði Liverpool og Manchester blómaðu í Útnyrðingsonglandi undir ídnaðarkollveltingini í 19. øld. Manchester var kent fyri at vera eitt av bestu klædnastøðum í heiminum og hevði nøkur av teimum størstu ídnaðarvirkjunum har á leið. Liverpool hevði hinvegin eina ótrúliga farmaflutningshavn, sum gjørdi tað møguligt at flyta vørur inn og eina ørgrynnu uttanlands.

Heimsins fyrsta jarnbreyt varð løgd úr Manchester til Liverpool í 1830, men seinast í 19. øld var liðugt at grava siglingarveitina til Manchester. Tað hevði við sær, at tað var ikki neyðugt hjá skipunum at leggja at bryggju í Liverpool og tey kundu fara beinleiðis til Manchester gjøgnum veitina fyri at avgreiða klædnatilfarið. Tað skapti eina stóra vreiði í Liverpool, tí fólk á staðnum mistu fyritøkur og størv, tá skipini sigldu fram við dokkini.

Hví er so onki kappingarstríð millum Everton og Manchester City? Stutta svarið er, at tey liðini hava ikki staðið seg eins væl á vøllinum. Telja vit vælgerðarsteyp við, so hava United og Liverpool vunnið heili 131 steyp tilsamans. Hinvegin hava City og Everton vunnið tilsamans 59 steyp.

Leygardagin 19. februar 1909 varð Old Trafford innvígt. 45.000 sóu United vera á odda 2-0 í steðginum, men Arthur Goddard og Jimmy Stewart skoraðu tvey mál í part, tá Liverpool endaði við at vinna 4-3. Fram til í gjár var størsti Liverpool sigurin 5-2 á Old Trafford tann 21. november 1936, har Fred Howe gjørdist fyrsti trímálsskjútti hjá Liverpool í dysti millum arvafíggindarnar á Old Trafford. Árið fyri skoraði sami Howe fýra mál ímóti Everton, tá Liverpool vann heili 6-0 á Anfield, sum eisini er størsti Liverpool sigur á Everton.

Fyrrverandi liðskiparin hjá Liverpool, Sir Matt Busby, sum tók við sum felagsstjóri hjá Manchester United í 1945 og Bill Shankly vóru vinmenn. Báðir vóru teir fyrrverandi  skotskir landsliðsleikarar og báðir vóru uppvaksnir í kolanámsvinnuni. Liverpool ráðførdi seg eisini hjá Sir Matt Busby, tá Shankly varð settur í starv í desember 1959. Harafturat eggjaði Busby Shankly til at halda fram, tá hann kendi seg einsamallan í Liverpool starvinum.

Hinvegin lat Liverpool leikarar til Manchester United í 1958, sum misti at kalla alt liðið í einari syndarligari flogvanlukku.

Stóra kappingarstríðið kyknaði av álvara, tá Sir Alex Ferguson setti seg í heita stólin hjá Manchester United. Liverpool var mestsum einaráðandi í heimsfótbólti, men Heysel (1985) og Hillsbrough (1989) vanlukkurnar tóku tenninar úr Liverpool, meðan Manchester United dugdi best at ríða á fíggjarligu bylgjuni, sum skapanin av Premier League førdi við sær í 1992.

Tá hevði Kenny Dalglish longu lagt frá sær sum felagsstjóri hjá Liverpool, hóast hann megnaði at koppa vælsmurdu United maskinuni í 1995 við Blackburn Rovers, meðan United hevði gulu føraratroyggjuna á, til Sir Alex Ferguson legði frá sær í 2013 og Jürgen Klopp tók við sum Liverpool felagsstjóri í oktober 2015. Í gjár var tað týðiligt, at andlitsbrøgdini hjá ávikavist Kenny Dalglish og Sir Alex Ferguson bóru boð um, at valdsstøðan aftur liggur í Liverpool.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”