Aftur

Alexander-Arnold er aftur á landsliðnum

09 nov 2021

Í vikuskiftinum taptu Liverpool tepurt 3-2, á útivølli móti West Ham. Liverpool stýrdi tað mesta av dystinum, men megnaði ikki, at hava tamarhald á West Ham í deyðbóltsstøðum. Deyðbóltsstøður og kontra var alt, ið West Ham hevði at bjóðað uppá og hetta var nokk í hesum dysti.

Sannleikin er, at Liverpool ikki vóru nóg kyniskur hendan dagin og serliga var tað Mane, ið hevði møguleikan av javna í seinastu løtu. Mane valdi at tveita seg eftir einum bólti við høvdinum fyrst, har hann kanska atti skotið bóltin heldur.

Støðan var 1-1 í hálvleikinum og eftir 74 minuttir, legði Kurt Zouma heimaliðið á odda 3-1. Kultfigururin í Liverpool, Divock Origi, megnaði at minka um munin við frálíkum máli, tá 7 minuttir vóru eftir av vanligu leiktiðini, stutt eftir at verða komin inn. 

Eftir vikuskifti við Premier League, er nú aftur landsliðssteðgur. Hetta verður tann seinasti hetta árið og fram til mars í 2022. Hóast Liverpool dragast við fleiri skaðum í løtuni, eru heili 28 leikarar úttiknir. Av teimum 28, eru 15 leikarar úttiknir, ið eru partur av hópinum hjá Jurgen Klopp. 

Alisson og Fabinho eru aftur hesuferð úttiknir av Tete hjá brasil, men skulu ikki hugsa um karatenu eftirlit hesuferð, eftir at covid-19 umstøðurnar í onglandi eru broyttar. 

Umframt hesu gleðiboð, kunnu Liverpool viðhaldsfólk aftur gleðast um, at Alexander-Arnold saman við Henderson eru úttiknir av Gareth Southgate til enska landsliðið. Arnold hevur verið mettur høgt av Southgate, men fær nú aftur møguleikan at prógva seg. Henderson hevur ikki víst tey stóru ella stabilu avrikini hetta kappingarárini, ið Liverpool viðhaldsfólk kenna hann fyri og ti eru hesar úttøkur heldur óvæntaðar. 

Ein, ið ikki verður nógv umtalaður í Liverpool, Divock Origi, er heilt óvæntað úttikin á belgiska landsliðið fyri fyrstuferð síðan 2020. Kultfigururin, hevur ikki verið partur av byrjannaruppstillingini hjá Klopp í longri tíð og tí eru flestu fólk í fótbóltsheiminum bilsin av hesari avgerð. 

Ibrahima Konate, Thiago, Chamberlain og Joe Gomez eru ikki úttiknir til landsliðsfótbólt í hesum umgangi.

Leikarar, ið eru úttiknir:

Senior Leikarar: Alisson, Kelleher, Alexander-Arnold, Robertson, Van Dijk, Tsimikas, Williams, Fabinho, Henderson, Keita, Salah, Mane, Jota, Minamino og Origi


Ungdóms- og útlándir leikarar: 
Jaros, Hughes, Davies, Van Den Berg, Boyes, Miles, Bradley, Beck, Chambers, Clayton, Clarkson, Balagizi og Frauendorf

 

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki