Aftur

Aston Villa Football Club – við til at seta bæði Fótbóltsdeildina og Premier League á stovn

12 nov 2021

Fyrrverandi Liverpool hetjan, Steven Gerrard, er settur sum nýggjur felagsstjóri hjá Aston Villa Football Club, sum hoyrir heima í næststørsta býnum í Onglandi, Birmingham, men vit skulu aftur til endan av viktorianska tíðarskeiðnum (1837-1901) ella meira enn stórthundrað ár aftur í tíðina fyri at finna fyrsta glæstriskeiðið hjá Aston Villa og nærum fjøruti ár aftur í tíðina fyri at finna Aston Villa ovast á tindinum, bæði í enskum og europeiskum fótbólti. Aston Villa er millum fimm ensk lið, sum hava vunnið UEFA Champions League og millum sjey tey mest vinnandi liðini í Onglandi yvirhøvur, har skotska ávirkanin hevur verið stór. Harumframt eigur felagið metið fyri flest landskappingarmál í sama kappingarári og latið næstflestar enskar landsliðsleikarar.

Hvaðani stavar navnið Aston Villa?

Í 1066 broyttist enska søgan brádliga. Norðurlendsku víkingarnir, normannararnir, sum herjaðu í Onglandi og Norðurfraklandi í 900-árunum og sum búsettist har, fóru í bardaga við enska herin nærhendis Hastings í Suðuronglandi. Normanniski herurin við Vilhjálmi landtaka á odda, gjørdi innrás, vann á enska konginum, Haraldi av Wessex, og tók Ongland. Vilhjálmur bygdi borgir í nýggja landi sínum og gav aðalsmonnum jørð, og teir lovaðu at berjast saman við honum. Síðani tá hava eftirmenn Vilhjálms landtaka rátt í Onglandi.

Í 1085 gav Vilhjálmur boð um, at øll jarðarogn Onglands skuldi skrásetast. Bókin fekk heitið Domesday Book ella jarðarbók Onglands. Aston varð fyrsti ferð nevnt í bókini sum Estone og tað merkir Eysturbakki. Aston var økið, sum lá í grannalagnum hjá Birmingham og er í dag partur av býnum.

Í Lozells býarpartinum í Birmingham vórðu eini stór, sera snøgg, sethús bygt í serliga enska byggisniðnum, georgiskum byggisniði, í 18. øld. Almenna økið rundan um hábærsliga húsið kallaðist í mannamunni fyri Aston Villa, tískil varð metodistakirkjan í grannalagnum nevnd Aston Villa Wesleyan Chapel eftir metodistaprestinum, John Wesley (1703-1791).

Aston Villa verður stovnað

Kirkjuliðið stovnaði í 1872 Aston Villa Cricket Club, men í 1874 ynsktu limirnir at stovna eitt fótbóltsfelag, so at cricket-liðið hjá kirkjuni kundi vera virkið í vetrarmánaðunum. Aston Villa varð stovnað í mars 1874 sambært Jack Hughes, sum stovnaði felagið saman við eitt nú Frederick Matthews, Walter Price og William Scattergood. Søgnin sigur, at 15 cricket-leikarar møttust á einum gøtuhorni undir einum gassljósi á Heathfield Road tætt við Villa Park, tí teir ynsktu eisini at halda saman gjøgnum veturin.

Fyrsti dysturin hjá Aston Villa var ímóti rugbyliðnum í grannalagnum, Aston Brook St Mary. Sum vanligt var tá, valdu teir at spæla fyrra hálvleik við rugbyreglum og fótbóltsreglum í seinna hálvleiki, tí feløgini avtalaðu reglarnir frá dysti til dyst. Talið av leikarum var tað, sum mótstøðuliðið var við uppá. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men í seinna hálvleiki skoraði áðurnevndi Jack Hughes fyrsta mál í fyrsta sigrinum.

William McGregor stovnaði Fótbóltsdeildina í 1888

Í 1885 mundi enska fótbóltssambandið farið í tvíningar. Eljustríð hevði tikið seg upp millum yrkis- og áhugafótbólt, og tí mátti kallast inn til eykaaðalfund. Feløgini sunnanfyri ynsktu at varðveita áhugafótbólt. Tað kom so vítt, at feløgini norðanfyri hóttu við at seta bretska fótbóltssambandið á stovn. Oddamaðurin og stýrislimurin hjá Aston Villa, skotin William McGregor, stuðlaði hugskotinum um yrkisfótbólt, men rendi seg eisini í ein trupulleika. Pengarnir gjørdu knappliga av, hvør spældi ímóti hvørjum. Tí sendi McGregor eitt skriv runt til onnur feløg, har hann mælti til at seta eina Landskapping á stovn. Tað var týsdagin hin 17. apríl 1888, at enska Fótbóltsdeildin (the Football League) varð sett á stovn á Royal Hotel í Piccadilly í Manchester. Tey upprunaligu tólv umboðsfeløgini vóru bara feløg frá Mið- ella Norðuronglandi: Accrington, Aston Villa, Blackburn Rovers, Bolton Wanderers, Burnley, Derby County, Everton, Notts County, Preston North End, Stoke (nú Stoke City), West Bromwich Albion og Wolverhampton Wanderers.

George Ramsay setti Aston Villa á fótbóltskortið

Í 1876 gjørdu Aston Villa leikararnir seg klárar til at spæla ein venjingardyst á Aston Park, men teir manglaðu ein leikara. Skotin George Ramsay gongur fram við vøllinum og teir spurdu, um hann kundi spæla við teimum, so teir høvdu líkatal. Ramsay vísti seg fram, Aston Villa leikararnir bóðu hann koma uppí felagið og skjótt gjørdist hann liðskipari. Stutt eftir virkaði hann eisini sum venjari hjá felagnum, har hann innførdi skotska spælistílin við stuttum sendingum millum leikararnar heldur enn enska spælistílin við nógvum driblingum.

Ramsay gavst at spæla í 1882, men í 1885 avgjørdi Aston Villa at seta ein felagsstjóra í fulla tíð, tí felagið tók, sum áður víst á, undir við bylgjuni um yrkisfótbólt. Ikki færri enn 150 umsóknir komu til starvið, men tann 26. juni 1886 varð George Ramsey settur sum tann fyrsti felagsstjórin nakrantíð í heimsfótbólti. Tað lá eisini væl fyri hjá Ramsay, tí tá hann legði frá sær í 1926 sum 71 ára gamalur, hevði felagið vunnið bæði meistaraheitið og FA Cuppina seks ferðir. George Ramsay hevði stjórnað Aston Villa í 40 ár, talan var um 1.327 dystir og hann eigur framvegis metið við flest FA Cuppum sigrum.

Aston Villa vann FA Cup fyrstu ferð í 1887

Longu árið eftir førdi Ramsay Aston Villa til FA Cup finaluna. Mótstøðuliðið var West Bromwich Albion á Kennington Oval leikvøllinum í London. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men í seinna hálvleiki skoraði skotski miðframherjin og liðskiparin, Archie Hunter, til 1-0. West Bromwich málmaðurin gjørdi onga roynd at bjarga, tí hildið varð, at talan var um rangstøðu. Archie Hunter gjørdist sostatt tann allarfyrsti nakrantíð, sum skoraði í øllum umførum í FA Cuppini. Í síðsta minutti megnaði Dennis Hodgetts at skumpa bóltin inn um mállinjuna, hóast hann brast saman við West Bromwich málverjan, Bob Roberts.

Sami Hunter fekk ein hjartatilburð undir einum landskappingardysti ímóti Everton í 1890 og small um. Hann spældi ongantíð aftur, men doyði fýra ár seinni, bert 35 ára gamal. Bróðirin Andy skoraði fyrsta málið hjá Aston Villa í FA Cuppini nakrantíð, meðan ein annar bróður, John, var skotskur landsliðsleikari.

Skotska ávirkanin

Tá ið skotska ávirkanin var so týðilig, so er væl skiljandi, at tað finst ein ágangandi skotsk leyva í klubbmerkinum hjá Aston Villa, sum eisini er at finna skotska vápnamerkinum. Klubbmerkið hevur eisini áskriftina “Tilreiðar”, sum Aston Villa livdi væl upp til við góðum úrslitum frá byrjan av. Felagið verður eisini kallað fyri Leyvurnar.

FA Cuppin varð stolin í 1895

Viðhaldsfólkini vóru nóg illa komin inn á Crystal Palace leikvøllin í London, áðrenn Bob Chatt skoraði skjótasta málið nakrantíð í einari FA Cup finalu. Devey spældi Hoggetts, sum legði innfyri, har Athersmith legði bóltin av til Chatt, sum rakti í ein mótstøðuleikara, tá ið hann hálvfluktaði bóltin í málið. 30 sekundir gingu frá tí, at dómarin setti dystin í gongd, til bólturin lá í málinum hjá West Bromwich Albion.

Steypið varð stolið úr framsýningarglugganum hjá fótbóltsskraddaranum, William Shillcock, í Newton Row, Birmingham eftir finaluna og kom ongantíð afturíaftur, hóast finningarlønin ljóðaði upp á £10. Sambært løgregluni varð steypið stolið millum kl. 21.30 tann 11. september og klokkan 7.30 morgunin eftir saman við reiðum peningi úr einari skuffu. Steypið varð loyst av einum eftirgjørdum steypi, sum fyrrverandi Aston Villa og landsliðsleikarin, Howard Vaughton, hevði evnað til. Hann hevði fingið sær eina silvursmiðju, tá hann gavst at spæla. Aston Villa fekk eina bót á £25 frá enska fótbóltssambandinum.

Vunnu við metstigum í 1897 og greipuna

Í 1897 vann Aston Villa meistaraheitið við metnógvum 11 stigum niður til nærmasta kappingarneyta, Sheffield United. Preston North End og Sunderland høvdu longu framt bragdið í ávikavist 1889 og 1893, meðan Manchester United javnaði metið í 1956. Manchester City hevði 19 stig niður til Manchester United í 2018, men tað var við trimum stigum fyri vunnan dyst.

Aston Villa gjørdi eisini bragdið hjá Preston North End eftir og vann greipuna í 1897.

Heimsins fyrsta stórfelag

Fram móti byrjanini av fyrra heimsbardaga vann Aston Villa seks meistaraheiti og fimm FA Cup finalur. Teir høvdu snøgt sagt átikið sær leiklutin sum fremsta lið í enskum fótbólti. Teir vóru væl umtóktir um alt Ongland, og skjótt høvdu bæði West Ham United og Burnley tikið vínreyða og bláa búnan til sín í einari roynd at ræða mótstøðuliðini. Aston Villa Football Club gjørdist sostatt fyrsta stórfelag í fótbóltsheiminum. Framsøknið í felagnum kendi heldur ongan enda, tí fram móti krígsbyrjan vóru ætlanir frammi um at byggja ein leikvøll, sum kundi rúma 130.000 áskoðarum, men í 1936 brast bløðran, tí felagið flutti brádliga niður.

Liðið lat heili 110 mál inn í 42 landskappingardystum, harímillum 1-7 ímóti Arsenal, tá Ted Drake skoraði øll sjey málini. Talan var um lagnunnar speisemi, tí bara fimm ár frammanundan skoraði liðið heili 128 mál, sum framvegis er met í bestu ensku deildini. Fyri Aston Villa gav høgt kall høgt fall.

Jimmy Hogan felagsstjóri hjá Aston Villa í 1936

Eftir eyðmýkjandi fyrstu niðurflytingina hjá felagnum nakrantíð í 1936, útnevndi Aston Villa Jimmy Hogan sum felagsstjóra í november 1936. Tað gekk væl, tí innan tvey kappingarár hevði Hogan stjórnað Villa aftur í bestu deildina og kom í hálvfinaluna í FA Cuppini, men hann fekk framvegis eina óhátíðarliga fráferð, tí hann fekk sekkin, meðan hann lá á sjúkrahúsinum við blindgarnarbruna stutt eftir, at seinni heimsbardagi brast á. 

Ungarn køvdi enska stórlætið

Ongin hevði vunnið á enskari jørð síðani 1066 og á fótbóltsvøllinum hevði Ongland bert tapt til bretsku grannatjóðirnar. Alt tað broyttist á Wembley tann 25. november í 1953, tá Ungarn knústi Ongland 6-3 á Wembley við tøttum avleveringum, sum undirstrikaði endan á enska harradøminum í heimsfótbólti. Fótbóltsheimurin varð fullkomiliga tikin á bóli orsakað av frálíka bóltførleikanum og flytingunum á ungarnska liðnum. Skjótt avleveringsspæl var kjarnin í spælinum umframt, at álopssinnaði hugsanarhátturin og spælkunnleikin ikki hevði verið sæddur áður og vann frama. Eitt nýtt fótbóltstíðarskeið var byrjað. Jimmy Hogan var eisini tilstaðar, tá ”aldarinnar dystur” varð spældur, men tað var ikki í kongslosjuni. Ístaðin sat hann, sum 71-ára gamal, saman við unglingaleikarum hjá Aston Villa. Ungarn vildi ikki bjóða honum við, tí Ongland vóru vertir, men lovaðu, at bjóða honum við til seinna dystin millum í mai manáða árið eftir og heiðra hann tá fyri hansara ávirkan og vísa takksemi.

Hann varð kortini viðurkendur fyri rembingina í europeiskum fótbólti, tí eftir dystin segði forsetin í ungarnska fótbóltssambandinum við bløðini: “Jimmy Hogan lærdi okkum alt, sum vit vita um fótbóltsspælið.” Venjarin hjá Gylta Liðnum, Gusztáv Sebes, segði um Hogan: “Vit spældu fótbólt, sum Jimmy Hogan lærdi okkum. Tá greitt verður frá okkara fótbóltssøgu, tá skal hansara navn verða skrivað við gullbókstavum.” Ungararnir hildu áfram við einari 7-1 eyðmýking í Budapest nakrar mánaðir seinni.

Aston Villa vann FA Cuppina í 1957

Hóast Manchester United uttan stórvegis trupulleikar hevði ognað sær meistaraheitið í 1957, so megnaðu teir ikki at vinna greipuna sum fyrsta lið í 20. øld, tí Aston Villa vann 2-1 á Wembley við tveimum málum frá Peter McParland.

Aston Villa vann fyrstu League Cuppina í 1961

Kappingin um League Cuppina byrjaði í 1960 og Aston Villa endaði í finaluni ímóti 2. deildarliðnum Rotherham United, sum vann fyrra dystin 2-0, men í seinna dystinum javnaði Aston Villa og so mátti liðini út í longda leiktíð. Enn einaferð gjørdist Peter McParland stóra hetjan, tá ið hann skoraði sigursmálið.

Ron Saunders lyfti felagið

Síðani komu verri tíðir og onkuntíð heilt illa gekk, tí Aston Villa noyddist tungu leiðina niður í 3. deild árini 1970-72. Bjargingin kom í 1974, tá ið Ron Saunders setti seg við róðrið. Hann flutti upp í bestu deildina við Norwich City í 1972 fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Árið eftir tapti Norwich finaluna í League Cuppini fyri Tottenham Hotspur og umvegis Manchester City kom hann til Aston Villa. Hann flutti Aston Villa upp í bestu deildina fyrsta árið og endaði fyri triðju ferð á rað í League Cup finaluni sum tann fyrsti nakrantíð við trimum ymiskum feløgum. Aston Villa vann og tvey ár seinni vunnu teir aftur. Í 1981 vann Aston Villa aftur enska meistaraheitið eftir ein turk á 71 ár, men árið eftir steðgaði Ron Saunders tíðliga á vári, tí partarnir kundu ikki einast um sáttmálaviðurskiftini og so tók hjálparvenjarin, Tony Barton, yvir. Í heimligu kappingini lá Aston Villa miðskeiðis í stigatalvuni, men hevði vunnið seg í fjórðingsfinaluna í Europa Cup fyri meistaralið.

Aston Villa besta lið í Europa í 1982

Sætta árið á rað hevði eitt enskt felag vunnið seg í finaluna í Europa Cup fyri meistaralið í 1982. Aston Villa hevði spælt nakrar ferðir í UEFA Cuppini, men 26. mai 1982 stóðu teir ovast á sigurspallinum á De Kuip leikvøllinum hjá Feyenoord í Rotterdam. Bayern München hevði alt spælið, men hvørja ferð teir skutu upp á mál, so bjargaði tann ungi, enski eykamálmaðurin hjá Aston Villa, Nigel Spink, sum varð innskiftur longu í 9. minutti fyri Jimmy Rimmer. Henda dagin vóru týskararnir óvanliga ódugnaligir framman fyri málinum og tað revsaði Aston Villa í 67 minutti, tá Tony Morley dusaði sær á vinstra vonginum og sendi eitt væleydnað innlegg inn fyri týska málið. Innleggið endaði hjá ódekkaða Peter Withe, sum sendi bóltin í málið uttan møguleika hjá týska málmanninum, Manfred Müller. Aston Villa var nú besta liðið í europeiskum fótbólti.

Í hópinum hjá Aston Villa henda stórfingna dagin vóru fýra skotar, har tríggir byrjaðu inni.

Aston Villa í nýggjari tíð

Graham Taylor stóð seg væl sum felagsstjóri hjá Aston Villa síðst í 1980-árunum, men enska landsliðið fór avstað við honum, síðani royndi felagið seg við fyrsta ikki-bretska felagsstjóranum í 1990, Dr. Jozef Vengloš, men hann varð skjótt varpaður út. Liðið blómaði eitt stutt skifti undir Ron Atkinson, har tað gjørdist tveyari í 1993, men í 2016 endaði aftur galið, tá liðið flutti niður. Kortini vann felagið tvær League Cuppir í 1994 og 1996.

Steven Gerrard skal stjórna felagnum

Góðu úrslitini hjá Steven Gerrard í skotskum fótbólti hava givið úrmælinginum møguleikan at stjórna Aston Villa, men skotska sambandið hjá felagnum frá fyrstu stund kann eisini hava ávirkað setanina. Nú verður spennandi at fylgja Aston Villa framyvir, sum fram til 1981 framvegis var mest vinnandi felag í Onglandi.

Fyrsti dystur verður á Anfield ímóti okkara heri tann 11. desember.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki