Stríðið um enska meistaraheitið, sær út til at vera liðugt fyri í ár. Man City sær út til, at sita rættuliga trygt á trúnuni, meðan Tuchel og Klopp nærum longu hava ynskt Guardiola til lukku við meistaraheitinum. Fíggjarliga er sera langt til toppin og í mun til tær risastóru upphæddirnar, ið hini toppliðini nýta, mugu Liverpool viðhaldsfólk ásanna, at Klopp fær og hevur fingið ómetaliga nógv burturút sínum hópi.
Vit ynskja sjálvandi, at Liverpool vinnur alt sum vinnast kann. Veruleikin er bara tann, at Liverpool tey seinastu fimm árini liggja á sætta plássi samanlagt, hetta um ein ikki telur ársíns kappingarár við.
Í mun til íløgur settar í nýggjar leikarar, so eru sjálvt Everton og Arsenal frammanfyri Liverpool. Tá talan er um netto útreiðslur í samband við keyp av leikarum, er Liverpool í 12 plássi.
Chelsea er liðið, ið hevur nýtt klárt flest pengar tey seinastu fimm árini, upphæddin sigur £793.35 milliónir, tó hava teir eisini selt fyri £554.64 milliónir. Netto-upphæddin hjá Chelsea eitur £238.71 milliónir, hetta er fjór mest av øllum feløgum í Premier League.
City hava eisini sett nógva íløgu til leikarakeyp, meðan teir eisini selja væl. Nettoupphæddin hjá City liggur á £472.06 milliónir og tað er bert Man Utd, ið hevur brúkt fleiri pengar.
United hevur ikki nýtt eins nógv og Chelsea ella City, men hinvegin hevur søla teirra heldur ikki verið eins góð. United hevur keypt fyri £665.73 milliónir og hava bert selt fyri £184.80 milliónir hetta mundið.
Hvar liggur Liverpool í øllum hesum? Ein skal heilt niður á 12 pláss, áðrenn okkara reyðu eru at finna. T.d keypti Liverpool bert Ibrahima Konaté í summar. Í sama tíðarskeiði sum hini feløgini hevur Liverpool keypt fyri £440.22 milliónir og selt fyri £287.21 milliónir. Netto-upphæddin hjá Liverpool er bert £153.01 milliónir, ið svarar til næstan £330 millónir færri enn okkara argasti kappingarneyti í United. Yvir tey seinastu fimm árini hevur Liverpool samlað nýtt færri pengar enn feløg sum Brighton, Wolves, Aston Villa, Spurs og Everton, tá talan er um netto úrslit av leikara flytingum. Lønir vera ikki taldar uppí her.
Tá ið talan er um lønir, so er Liverpool í hægra endanum av Premier League, tó framvegis aftanfyri feløg sum United, City, Chelsea, Spurs og Arsenal.
Leikaralønirnar hjá United eru størri enn tær hjá Brentford, Leeds, Norwich, Watford, Burnley, Brighton og Southampton samanlagt. Hetta er áðrenn keypini av m.a Ronaldo, Sancho og Varane og ein kann bert ímynda sær hvat lønarupphæddirnar siga nú.
Felag Árligar lønarupphæddir
1. Manchester United £226.7m
2. Chelsea FC £162.6m
3. Manchester City £143.2m
4. Liverpool FC £139.2m
5. Arsenal FC £99.8m
6. Tottenham Hotspur FC £78.7m
Hóast Liverpool hevur nær um somu lønarútreiðslur eins og City, skal ein langt niður á listan yvir best løntu leikaranar í Premie League, áðrenn ein kemur fram á Virgil Van Dijk, ið bert er tann 16 best lønti leikarin í deildini. Omanfyri Van Dijk, eru 7 leikarar hjá United, 4 hjá City, 3 hjá Chelsea og 1 úr Arsenal. Teir ið fáa størstu árligu lønarupphæddina í Premier League eru: C. Ronaldo við £26,520,000, Kevin De Bruyne vid £20,800,000, og De Gea vid £19,500,000. Árliga lønarupphæddin hjá Van Dijk liggur “bert” á £11,440,000. Hetta vil siga, at Ronaldo fær áleið tað sama sum Van Dijk, Salah og Mané samanlagt.
Keldur í hesari grein eru: Transfermarket, Givemesport, Transferleague, Soccerprime, Mirror og Spotrac.
Liverpool Føroyar ynskir øllum eitt gott nýggjár! YNWA!
Seinastu tíðindi

Túrur til Liverpool

Leygarmorgunin 25 februar, var árlig aðalfundur felagsins.

RÆSTKJØTAVEITSLA 25 Februar 2023
