Aftur

Billy Liddell (f. 10. januar 1922 – d. 3. juli 2001) – So mikið góður, at felagið bara varð kallað Liddell-pool

10 jan 2022

Skotar hava altíð tænt Liverpool væl. Tá ið bestu leikararnir hjá Liverpool nakrantíð verða havdir á lofti, slepst ikki undan at nevna skotan Billy Liddell. Hann var so mikið góður, at felagið rætt og slætt varð rópt Liddell-pool.

·         Umboðaði Liverpool Football Club frá 1945-46 til 1960-61

·         Spældi 534 dystir (492 landskappingardystir)

·         Skoraði 228 mál (215 landskappingarmál)

Sir Matt Busby fekk Liddell til Liverpool

William Beveridge Liddell byrjaði frálíku fótbóltslívsleiðina í feløgunum í grannalagnum, Kingseat Juveniles og Lochgelly Violet Football Club. Billy kom fyrstu ferð til Liverpool í juli 1938 og níggju mánaðir seinni skrivaði hann undir ein yrkissáttmála. Hevði tað ikki verið fyri ein ávísan Sir Matt Busby, fyrrverandi liðskipara hjá Liverpool og seinni felagsstjóri hjá Manchester United, hevði Billy møguliga ongantíð verið Liverpool leikari. Busby fekk frænir av, at umboð fyri Manchester City høvdu vitjað foreldrini hjá Billy við tí fyri eyga at fáa son teirra at gerast limur í felagnum. Tá hann frætti, at Billy hevði víst innbjóðingini aftur at fara til City, ringdi Busby til Liverpool felagsstjóran, George Kay, og mælti til, at ”hesin Liddell unglingin kundi verið áhugaverdur”; og tað var hann so sanniliga … og nakað væl afturat!

Foreldrini framtíðartryggjaðu hann

Áðrenn Liddell fór til Liverpool, varð hann settur í starv sum grannskoðari hjá Simon Jude & West í Liverpool. Foreldur hansara syrgdu fyri, at tað varð skrivað í sáttmálan, at Billy fekk loyvi til at halda áfram við lesnaðinum, tí tey ynsktu, at hann hevði okkurt at fella afturá, um tingini ikki gingu sum ætlað. Liddell vandi fulla tíð undan kappingarárinum, men vandi bert tvær ferðir um vikuna, tá kappingarárið byrjaði, tí hann sum einasti Liverpool leikarin hevði tvey størv. Men hann var neyvan rótgrógvin, tá 2. heimsbardagi brast á, so Liddell mátti bíða í seks ár, áðrenn hann spældi fyrsta veruliga dystin. Billy varð innskrivaður í enska flogvápnið, Royal Air Force, og varð sendur til eina venjingarlegu í Cambridge og seinni til Manitoba í Canada. 

Fótbóltsspæl í krígstíð

Billy spældi fyrsta óalmenna dystin fyri Liverpool nýggjársdag í 1940 og skoraði eisini fyrsta málið, tá Liverpool vann 7-3 á Crewe. Hann skuldi hava spælt ein “sera lovandi dyst, har eyðkennini vóru hansara bóltførleiki og plaseringsevni.” Liddell spældi fyrsta altjóða áhugalandsdystin ímóti Onglandi á Wembley tann 18. apríl 1942, fýra ár áðrenn hann spældi fyrsta veruliga dystin fyri Liverpool! Hansara liðfelagar vóru millum aðrar Bill Shankly og Matt Busby, men tað var tann ungi Billy, sum fangaði áhugan hjá øllum. ”Fótbóltssnillingurin Liddell. Tíggju minuttir var alt, sum hesin drongurin brúkti at spæla seg sjálvan inn í hesi atfinningarsomu, hart-sláandi Hampden hjørtuni,” segði ein blaðmaður. ”Hann javnaði við einum frágerða vælfyrireikaðum skallara. Men tað var mátin, sum hann luttók í seinna málinum, sum gav honum úrvalsheitið. Liddell gjørdi fyrireikandi arbeiðið og Dodds fullførdi tað, sum má hava verið eitt av teimum bestu málunum, sum Hampden nakrantíð hevur sæð. Úrlatingin av verjuni, tann kvika avleveringin við ”skeiva” fótinum, og síðani frálíki fyrstuferðsfluktarin hjá Dodds. Tað var ikki eiti á mál!” Skotland vann 5-4.

Liddell spældi 152 dystir í krígstíðarfótbólti fyri Liverpool og skoraði 82 mál. Longu í 1940 stóð í einari avís yvirskrift: ”Liddell er krígsins besta kvetti.”

Fekk lyklaleiklut frá byrjan av

Framtíðar eydnugripurin hjá Liverpool spældi fyrsta almenna dystin fyri felagið í FA Cuppini ímóti Chester á Anfield tann 5. januar 1946. Liddell skoraði eitt mál í 2-0 sigrinum. Landskappingin byrjaði um heystið, men hann misti undan-kappingarárið, tí hann framvegis var í loftverjuni. Liverpool hevði longu spælt tveir dystir, tá Liddell spældi fyrsta dystin í landskappingini í 7-4 sigrinum á Chelsea. Hann skoraði tvey mál, har av tað fyrra av teimum beinleiðis upp á hornaspark framman fyri the Kop í triðja minutti.

Hóast tann 24-ára gamli vinstri vongurin ongantíð hevði spælt í landskappingini frammanundan fyri Liverpool, so varð hann longu mettur sum ein lyklaleikari á liðnum sum ávíst í frásøgnini hjá ”Bee” Edwards fyri Daily Post í Liverpool. ”Líkasum Fagan er Liddell framvegis ikki í allarbestu venjingarstøðu, og eg haldi, at hesin standurin førdi Chelsea til teirra stóra møguleika seinni í dystinum. Liddell hevur so nógv at týða fyri lið sítt.” Í fyrsta eftirkrígskappingarárinum skoraði Billy sjey mál í 35 dystum og Liverpool fagnaði  fimta meistaraheitinum, men Liverpool megnaði ikki at endurtaka sigurin, hóast glæstrileikin hjá Liddell.

Umboðaði Stóra Bretland tvær ferðir

Billy umboðaði tvær ferðir Stóra Bretland ímóti Europa; í 1947 og síðani í 1955, tá Liverpool spældi í 2. deild, sum eisini vísir, hvussu høgt mettur hann var. Bara Billy og Sir Stanley Matthews vórðu valdir til at spæla báðar dystirnar.

Nøkur vónbrot á leiðini, men altíð trúfastur

Billy var skuffaður av at tapa FA Cup finaluna í 1950 fyri Arsenal eftir at hava verið sparkaður bæði her og har. Liddell varð serstakliga meint feldur av høgra hálvbakkinum hjá Arsenal, skotska lagsbróðrinum, Alex Forbes. ”Eg kundi ikki lata meg í jakkan dagin eftir,” mintist Liddell.

Ongin kundi havt hartað hann fyri at rýma av skipinum, tá Liverpool eftir nøkur vóngevandi kappingarár, sum altíð endaðu miðskeiðis í stigatalvuni, flutti niður í 1954. Liddell hevði vunnið sær viðurkenning sum størsta stjørnan hjá Liverpool, toppskjútti hjá felagnum í fýra út av átta kappingarárum í bestu deildini, men tað var rættiliga avmarkað, hvat ein einstakur leikari kundi gera. Liddell hevði fitt av fjepparum, men kendi seg heima í Liverpool. Hann varð fluttur fram í álopið og gjørdist liðskipari í kappingarárinum 1955-56. Hann hevði lætt við at skora mál og hann skoraði 115 í fimm kappingarárum í 2. deild.

Fótbóltslívsleiðin fær ein enda

Allar fótbóltslívsleiðir fáa ein enda, eisini tann hjá Billy Liddell! Hann gavst sum 39-ára gamal, tá Shankly rembingin var um at byrja. Shankly kundi gleðast um styrkina hjá sínum landsmanni viðhvørt og ynskti avgjørt, at Liddell hevði verið tjúgu ár yngri. ”Liddell var ein vælsignaður leikari … Hann hevði alt,” segði ein hugtikin Shankly. ”Hann var kvikur, sterkur, skeyt við báðum beinum og hansara skallarar vóru sum kanónkúlur. Oman á øllum var hann so harður sum granitt. Ikki eiti á leikara! Hann var so sterkur – og hann brúkti eina 19-tumma kraga blusu!”

Tað var ikki tilvildarligt, at Liverpool gjørdist kent sum ”Liddell-pool”.

Rósur frá varamanninum, Ian Callaghan

Ian Callaghan roknar Billy Liddell, Kenny Dalglish og Steven Gerrard sum glæsiligastu hjá Liverpool Football Club og tað er ongin orsøk til at kjakast við Cally. ”Billy var mín fyrimynd, tá eg gekk í skúla og tað var ótrúligt at taka yvir eftir hann,” segði Callaghan. ”Eg hevði so nógva virðing fyri honum. Einastandandi maður – Hann var ein gudur í Liverpool. Eg tók yvir frá honum á vonginum og hann steðgaði við at spæla stutt eftir tað. Tá eg fór til mín fyrsta fótbótsdyst á høgum støði var tað Liverpool. Tá Billy fekk bóltin vóru vónirnar frá áskoðarafjøldini bara øgiligar. Hvat fór hann at gera við bóltin? Fer hann at skjóta frá 30 metrum ella fór hann at dribla fram við leikarum? Hann var frálíkur. Billy spældi við einum tungum bólti á teimum hørðu vøllunum. Mátin, sum hann plagdi at sparka bóltin uppá, harragud! Hann var so sterkur.”

Farvældysturin

Tann 31. august 1960 spældi Liddell síðsta dystin fyri Liverpool í einum 0-1 tapi fyri Southampton í 2. deild. Ongin annar leikari hevði tá spælt fleiri dystir (534) fyri felagið enn King Billy, har Elisha Scott átti metið frammanundan við 468 dystum íalt. Tríggjar vikur seinni varð fráfaringardysturin hjá Liddell spældur ímóti einum altjóða XI, sum fevndi um fleiri einastandandi leikarar sum t.d. Bert Trautmann (Manchester City), Sir Stanley Matthews (Blackpool), Nat Lofthouse (Bolton) og Sir Thomas Finney (úrmælingurin hjá Preston North End). Liverpool vann 4-2, har Liddell skoraði fyri mótstøðuliðið og vann sær £6.000 í reiðum peningi, sum hann keypti sær eini hús fyri. Beint fyri fráfaringardystin avdúkaði Billy enn einaferð kærleika sín fyri felagnum og býnum, sum tað var staðsett í. “Tað hevur ofta verið sagt, at tað eru ongar kenslur í fótbólti, men eg haldi, at mín lívsleið, í øllum førum, hevur afturvíst hesum. Allir skotar eru erpnir av sínum arvi, men eg eri somuleiðs stoltur av at vita, at eg í mínum ættleiðingarbýi veri góðtikin sum ein javnlíkur Liverpoolbúgvi. Tað tykist ikki sum 22 ár síðani, at eg varð ávaraður um henda ”ræðuliga” býin, sum hevur havt so nógv at týða fyri meg. Meg minnist ikki, hvør segði, at ein býur ikki bara er múrsteinar og kálk og fínir bygningar, tað eru fólkini, sum har búleikast, men tað greiðir frá, hvat eg haldi. Eg vil fegin nýta høvið til at takka teimum nógv niðurgjørdu Liverpool fjepparunum fyri stuðulin, sum tey hava givið mær. Eg havi altíð verið eydnusamur á Anfield, tí eg veit, at vit hava trúfastastu áskoðarafjøldina í landinum.” 

Rósur frá Donald Mackinlay

”Hvat kanst tú siga um hann? Liverpool hevur havt nógvar frálíkar leikarar, men eg haldi, at hann er tann besti í søgu teirra. Hygg at honum í dag. Eg var við til okkurt viðhvørt, men hann ger nógv meira, enn eg nakrantíð gjørdi,” segði Donald Mackinlay, liðskiparin hjá Liverpool í 1920-árunum, í 1955. Hann legði hjartanemandi afturat: ”Matthews er ein framúrskarandi undirhaldsleikari, men fyri meg, so er hasin Liddell-maðurin ”Tað”. Hann er ein av teimum allarstørstu klubbmonnunum, sum nakrantíð hava spælt fótbólt.” 

Heiðurslistin:

·         Enskur meistari 1946/47

·         29 landsdystir fyri Skotland og skoraði 9 mál (1946-55)

 

 

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki