Seinastuni árini, hevur Liverpool FC sett nógva íløgu í burðardygni. Í 2022, er Premier League í hált við, at broyta í reglugerðini og hetta ber við sær, at øll luttakandi feløg í kappingini skulu seta størri dent á burðardyggni.
Í Premier League, verða Liverpool og Tottenham sæð sum tey grønastu feløgini og liggja á einum deildum fyrsta plássi, á listanum hjá Sport Positive Environmental Sustainability League. 'The Sport Positive League' er ein sjálvstøðug umhvørvis tabell, ið hyggur eftir umhvørvis umboðsskjøl hjá øllum feløgnum, í Premier League.
Teir hava viðurkent stórt framstig hjá Liverpool, eftir at felagið seinasta ár, fór í hált við The Red Way tiltakið. The Red Way ynskir, at betra um framtíðina í Liverpool og á klótini. Liverpool hevur fingið 23 av 24 møguligum stigum, ið prógvar heildaravrikið hjá felagnum á øllum økjum.
The Red Way syrgir m.a fyri, at el- og gass er framleitt av endurnýtandi keldum. Rávørður til matveiting skal verða úr lokala umhvørvinum, fyri at minka um oyðsl og stuðla lokalum fyritøkum. CEO í Liverpool FC, sigur soleiðis: "Hetta er ein stórur heiður hjá felagnum eins og vit halda á, at byggja eitt burðadygt virkið og felag". "Sum fótbóltsfelag við altjóða viðhaldsfólkum eru vit errin av, at liggja á odda viðvíkjandi umhvørvisarbeiði. The Red Way hevur framt nógv tað fyrsta árið. Vegurin er framvegis langur, men felagið hevur nú eitt gott grundarlag, at byggja uppá."
Seinastu tíðindi

Diogo dansar ikki Jota longur

Tann besti handar tí besta steypið

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!
