Aftur

Vegurin til finaluna

09 mar 2022

Í gjár, spældu vit okkum víðari til kvartfinalu av Champions League, eftir samanlagdan 2-1 sigur móti Inter. Liverpool førdi við tveimum málum frammanundan, eftir at teir undanfarna umfar vunnu 2-0 á Giuseppe Meazza. Málskorarar í fyrsta umfarinum vóru Bobby Firmino og Mo Salah. 

Dysturin í gjár var merktur av nógvum nærdystum og høgari leikferð. Liverpool var leikliga omaná meginpartin av dystinum og áttu eisini stórstu mál møguleikarnir. Matip hevði ein framúr skallara á yvirleggjaran og Salah hevði tveir 100% kjansir, ið raktu stong út. Útivallarliðið kom til nakrar smærri møguleikar og fingu ofta nógv burtur úr ongum, í øllum troðkanum. Eftir tímaslagið, verður dysturin spennandi. Matip, ið annars leikti væl, ger eina skeiva avlering upp eftir okkara høgru síðu, ið Perisic fær spælt fyrstuferð fram á Sanchez. Sanchez vendir sær á og spælir bóltin fram til ein ótarnaðan Martinez, id við flottum langskotið, knallar bóltin upp í longra hornið. Hóast Matip áttu ta vánaligu avleveringina, so átti Van Dijk, at verða farin í Martinez. Okkara menn gjørdu nógv mistøk gjøgnum dystin og vit vórðu hepnir, at Sanchez tveir minuttir eftir málið, tveitti seg í eina býtta takkling, ið gav seinna gula kortið. Inter var leikliga omaná hesa løtuna, men mistu alt momentum í undirtali. Seinasta hálva tíman var dysturin opin, men Liverpool áttu, at hava lukkað dystin, áðrenn vandi kom í. 

Sostatt, eru vit víðari til næstu rundu og tað eru bert Liverpool og Bayern Munich, ið higartil hava leikt seg víðari. City og Chelsea, hava ognað sær ein stóran fyrimun til seinnu uppgerð sína og kunnu væntast at koma víðari.

Tað er longu fríggjadagin, at vegurin til finaluna verður avdúkaður og tá gerast vit klókari, uppá liðini vit kunnu møta í næstu rundu og longur fram í kappingina. 

Har er nógv at fegnast um sum Liverpool fjeppari fyri tíðina og vit vóna, at vit enn einaferð kunnu savna okkum nakrar ferðir móti kappingarenda. Framhaldandi gódan dag, YNWA!

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”