Aftur

Gubbon í Liverpool

11 mar 2022

Gubbon varð hann bara kallaður á Tvøroyri. Tað kom enda so vítt, at allir ungdómar á Tvøroyri hildu hann vera gubbi teirra.

Gubbon ella Gullok, ja, kært barn har mange navne, ynskti at sleppa ein túr til Liverpool aftur. Yngsti maður fekk boð um at skipa fyri. Hann meldaði okur til eina Liverpool ferð, men skjótt gjørdist greitt, at okur vóru lumpaðir. Fleiri ivaðust so í, um okur skuldu fara, men yngsti maður gjørdi skjótt av og fekk orðnað ferðina. Nú var sloppið, helt yngsti maður, men nú byrjaði roksið.

Onkur var ikki koppsettur, hjá einum øðrum var passið útgingið og so skal man fylla onkur pappírir út fyri at sleppa til Onglands. Fáar dagar undan fráferð vóru framvegis fleiri ivamál. Norðingar, also! Okur búgva í einum gistingarhúsi, men hava íbúð fyri okkum sjálvar, so okur búleikast, sum okkum lystir, men máltíðirnar verða illa hildnar.

Fyrsti dystur var á Anfield, men Gubbon varð steðgaður, tí hann hevði tikið Merkið við. Litirnir á russiska flagginum og Merkinum eru líka, men Gubbon helt fyri, at "See there is a cross!" Treiskur sum altíð slapp Gubbon sjálvandi inn við Merkinum. Okur hava annars havt úr at gera við at greiða frá, at okur koma frá the Faroe Islands. "No not Egyptians", sum Deknasonuron tekur til. Á Rundtúrinum í Liverpool segði ferðaleiðarin m. a., at tað eru fleiri millióningar í Liverpool enn í London og at tað eru okkurt um 70.000 lesandi í Liverpool ella sum áseyðatalið í Føroyum.

Deknasonuron hevur eisini reypað um ærnar í Føroyum framman fyri dámunum, sum ganga í so lættklæddar og kaldar í enska kuldanum. Í dystinum millum Manchester City og Sporting Lissabon sungu City-fjeppararnir "You are just a shit Benfica" og fagnaðurin mundi ongan enda fingið, tá fyrrverandi Liverpool málmaðurin, Scott Carson kom á vøllin: "There is only one Scott Carson" og "Englands number one" rungaði út á vøllin.

Náttarlívið hava okur kannað bæði væl og virðiliga. Eru okur á matstovu, so tekur Gubbon orðið og bíleggur "little round potatoes og straightforward sausage". Jú, víst hava okur tað gott. Gubbon, norðingurin, deknasonuron og yngsti maður.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”