Aftur

Undan stórdystinum: Upp á tíðina at vinna móti United

21 nov 2026

Klassiski stórdysturin móti Manchester United er á skrá sunnudagin. Hóast United er á niðurflytingarplássi, verður neyvan talan um nakran lættan dyst, nú Mauricio Pochettino hevur tikið við sum nýggjur venjari hjá United. Liverpool hevur nógv at spæla fyri, og nú er upp á tíðina at vinna á United á Anfield aftur, og veruliga at fáa gongd á hetta kappingarárið.

(PL) Liverpool – Manchester United
(Kom í Scouse House og síggj dystin)
22. novembur 2026, kl. 16.30 (Scouse House / See / Viaplay / Sky Sports)

Liverpool hevur ikki vunnið á Manchester United á Anfield síðan tiltikna 7-0 sigurin í mars 2023 og bara vunnið ein einstakan dyst móti teimum hetta tíðarskeiðið. So nú er upp á tíðina, at okkara menn vinna móti arvafíggindanum.

Men tað verður ikki lætt, hóast United í løtuni er á 18. plássi í Premier League. Tí eitt lið við nýggjum venjara spælir næstan altíð yvir evnir.

Hjá Liverpool ræður um at byggja víðari á góða 3-1 sigurin á Crystal Palace á Selhurst Park fyri tveimum vikum síðan. Tað ræður eisini um, at stabilisera gongdina, eftir eina heldur skiftandi byrjan undir Andoni Iraola.

Stóri spurningurin hjá Iraola er, um hann velur at byrja við unga Trey Nyoni á miðjuni, ella um hann gevur Dominik Szoboszlai plássið aftur. Nyoni hevur spælt væl seinastu dystirnar, men royndirnar hjá Szoboszlai kunnu fáa avgerandi týdning í einum slíkum dysti. Alexis Mac Allister verður væntandi hin miðvallarin, meðan Florian Wirtz tekur plássið aftan fyri Alexander Isak. Á vongunum verður væntandi Cody Gakpo, um hann er nóg væl fyri, og Bradley Barcola.

Góðu tíðindini eru, at Ryan Gravenberch, Jeremie Frimpong og Dominik Szoboszlai eru tøkir. Conor Bradley og Giovanni Leoni eru eisini farnir at venja aftur saman við hinum, men teir verða neyvan klárir at spæla enn. Iraola hevur sagt, at teir eru komnir langt í endurvenjingini, men at tað ræður um at skunda sær spakuliga.

Væntandi lið hjá Liverpool (4-2-3-1):
Alisson – Araujo, Jacquet, Van Dijk, Kerkez – Mac Allister, Szoboszlai – Gakpo, Wirtz, Barcola – Isak

Hjá United er Harry Maguire tøkur aftur, og Lisandro Martinez er eisini tøkur eftir leikbann. Hinvegin eru fleiri lyklaspælarar skaddir, harímillum Carlos Baleba, Marcus Rashford og Benjamin Sesko. Nýggi venjarin Pochettino hevur bara havt nakrar fáar dagar at arbeiða við spælarunum, so tað verður spennandi at síggja, um hann ger stórvegis broytingar á liðnum, sum spældi 4-4 móti Aston Villa í seinasta dystinum undir Carrick.

Hetta er ein av teimum dystunum, sum altíð hevur nakað heilt serligt við sær. United er arvafíggindin, og ein sigur á teimum gevur ikki bara trý týdningarmikil stig, men kann vera við at lyfta liðið sum heild.

Møtið fjølment í Scouse House. Dysturin byrjar klokkan 16.30.

Kelda: This Is Anfield

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

22. nov 2026

Hatta kom væl við

21. nov 2026

Jóla­veitsla 2026

21. nov 2026

Undan stórdysti­num: Upp á tíðina at vinna móti United

18. nov 2026

Liverpool og eg 8 - Hallur Danielsen