Ein góð kensla, at síggja okkara menn buka arvafíggindan úr Manchester av á Anfield í dag. Fyri triðju ferð hetta kappingarárið, høvdu veruligan møguleika at nærkast toppinum. Móti City og Arsenal tóku vit ikki av, men í dag var eingin ivi. United varð sent heim aftur við einum 4-0 tapi, og upp aftur stuttligari er, at teir framvegis eru undir niðurflytingarstrikuni.
(PL) Liverpool - Manchester United 4-0 (2-0)
Eini 70 fólk, 68 menn og tvær kvinnur, vóru savnað í Scouse House, og lagið gjørdist veruliga gott eftir 10 minuttir. Fyrst náddu vit at banna eitt sindur, tí Isak tamdi bóltin so langt frá sær, og so frøddust vit um, at dómarin dømdi brotsspark, og sendi Yoro av vøllinum, møguliga eitt sindur bíliga. Eitt fríspark sum lá væl til Wirtz, men í staðin sendi Szoboszlai bóltin flatt og hart við síðuna av múrinum í horni, sum málverjin átti at verja, og so var 1-0.
Tríggjar minuttir seinni var 2-0. Rio Ngumoha, sum var sera væl upplagdur í fyrra hálvleiki, rak seg leysan móti baklinjuni í vinstru síðu, legði inn til Wirtz, og so skoraði dagsins maður til 2-0. Besti dystur hjá Wirtz fyri Liverpool higartil.
Sum fyrri hálvleikur leið, gjørdist avrikið minni sannførandi, og tað var sjálvandi ein ávísur ótti fyri, at United onkursvegna kundi koma aftur í aftur. Teir hava gjørt tað fleiri ferðir seinastu tíðina, og 2-0 er altíð ein vandamikil leiðsla.
Hóast okkara spæl var eitt sindur trilvandi, so var kortini ongantíð nakar veruligur vandi á ferð. United var heilt einfalt ov vánaligt til tað.
Í seinna hálvleiki lat avgerðin eisini bíða eftir sær eina góða løtu. Møguleikarnar vóru har, og serliga Barcola hevði fleiri góðar møguleikar at avgera dystin.
Í 66. minutti slapp hann aftur leysur høgru megin, rann frá øllum, og hesaferð legði hann bóltin tvørtur um til Rio, um avgjørdi dystin.
Seinasta málið skoraði innskifti Munoz, sum heldur fram at hugtaka. Liverpool vann bóltin frá United beint uttan fyri brotsteigin, Wirtz sendi bóltin inn um verjuna, og har skeyt Munoz fyrstu ferð, og so var 4-0.
Ein sera kærkomin sigur upp á eitt sindur bíliga bakgrund eftir reyða kortið. Nú eru vit har uppi á stigatalvuni, sum tað er stuttligt at vera, og nú ræður um at halda fast.
Í dag spældu allir væl. Wirtz var frálíkur, Rio var leingi framúrskarandi, og Mac Allister stýrdi miðvøllinum.
Næstu sunnudag á middegi vitja vit Everton, og tað verður enn ein trupul dystur, sum skal vinnast. Áðrenn tað taka vit mikukvøldið móti Club Brugge í Champions League.
Seinastu tíðindi
Hatta kom væl við
Jólaveitsla 2026
Undan stórdystinum: Upp á tíðina at vinna móti United