Jólaveitsla Í sambandi við dystin móti Tottenham 19. desember kl. 17:30, skipar Liverpool Føroyar fyri jólaveitslu í hølum felagsins á Tinghúsvegi 8.
Byrjað verður við upphiting til dyst, og stutt eftir dystarlok verða dyrnar latnar aftur og veitslan byrjar.
Vit fáa góðan døgurða og heimagjørt rís a la mande omaná. Íroknað prísinum er eitt glas av øli/víni/sodavatni og snapsur, og annars er barrin við teimum góðu limaprísunum opin alt kvøldið. Luttøkugjaldið er einans kr. 175, fyri limir og 300 kr fyri ikki limir. Man meldar seg til veitsluna við at rinda upphæddina á kontu nr. 9181-1598262 og viðmerkja luttakaranavn. Tað er avmarkað pláss, so tað er at melda til sum skjótast.
Vegleiðandi skrá
16:00 Upphiting til dyst
17:30 Liverpool – Tottenham (opið hús)
20:00 Dyrnar lata aftur og veitslan byrjar
21:30 Quiz og tónleika innsløg millum rundurnar.
Seinastu tíðindi
Hatta kom væl við
Jólaveitsla 2026
Undan stórdystinum: Upp á tíðina at vinna móti United