Aftur

Brian Hall (f. 22. november 1946 – d. 16. juli 2015)

16 jul 2022

Tá í tíðini var tað als ikki vanligt, at enskir yrkisleikarar numu sær hægri útbúgving, men knappliga hevði Liverpool tveir. Fleiri av liðfeløgum høvdu eisini ilt við at góðtaka tað, tí á uttanlandsferðum vitjaðu Hall og Heighway heldur á fornminnisøvnum, bókasøvnum og listasøvnum enn á barrum og øðrum stuttleikastøðum.

·         Umboðaði Liverpool Football Club frá 1968/69 til 1975/76

·         Spældi 224 dystir (155 landskappingardystir)

·         Skoraði 21 mál (15 landskappingarmál)

Brian Hall varð føddur í Glasgow, men vaks upp í útnyrðingshorninum av Onglandi, Lancashire. Sum tannáringur royndarvandi hann við Blackburn Rovers, Bolton Wanderers og Preston North End, men tað var ikki fyrr enn hann meldaði seg inn á fróðskaparsetrið í Liverpool, at fótbóltslívsleiðin tók dik á seg. Upprunaliga flutti hann til Liverpool, tí hann hevði so stóran áhuga fyri The Beatles, men Peter Thompson orðnaði eina royndarvenjing í Liverpool Football Club fyri hann.

Partarnir vórðu samdir um, at Hall spældi sum áhugaleikari, til hann hevði lokið útbúgvingina, og summarið 1968 tók Brian Hall eitt prógv í náttúruvísindi á Liverpool University. Tá í tíðini var tað als ikki vanligt, at enskir yrkisleikarar numu sær hægri útbúgving, men knappliga hevði Liverpool tveir. Teir báðir, Brian Hall og Steve Heighway, tóku prógv á fróðskaparsetri og gjørdust soleiðis undangongumenn. Fleiri av liðfeløgum høvdu eisini ilt við at góðtaka tað, tí á uttanlandsferðum vitjaðu Hall og Heighway heldur á fornminnisøvnum, bókasøvnum og listasøvnum enn á barrum og øðrum stuttleikastøðum.

Hall fekk onkran hendinga dyst, men heystið 1970 fekk Ian Callaghan ein bróskskaða og so fekk Brian Hall møguleikan. Hall var var sera ágrýtin á vonginum, hevði endaleysa orku og dugdi væl at skapa pláss og málmøguleikar fyri liðfelagarnar. Hann kom so væl frá uppgávuni, at felagsstjórin, Bill Shankly, flutti Ian Callaghan inn mitt á miðvøllin fyri at skapa pláss fyri Hall. 

Fyrsta málið skoraði Brian Hall fyri Liverpool tann 27. mars 1971 í FA Cup hálvfinaluni ímóti Everton á Old Trafford. Tað vísti seg eisini at vera sigursmálið, so Liverpool endaði í FA Cup finaluni ímóti Arsenal, men eins og í 1950, so endaði Arsenal við at vinna. Hesaferð 2-1.

Hóast Brian Hall spældi 224 dystir fyri Liverpool og skoraði 21 mál, so verður hann serliga mintur fyri ein dyst, har hann ikki spældi. Liverpool hevði spælt seg í UEFA Cup finaluna ímóti Borussia Mönchengladbach við frálíkum leikarum sum eitt nú Günter Netzer, Jupp Heynckes, Berti Vogts, Ulrich Stielike og Rainer Bonhof.

Fyrri dysturin skuldi eftir ætlan spælast tann 9. mai á Anfield. Undan dystinum hevði Shankly tikið eina sera óvæntaða avgerð, tí hann setti John Toshack á bonkin og valdi ístaðin Brian Hall, tí hann ynskti at leggja størri dent á skjótt samanspæl rundan um týsku verjuna, men ætlanin miseydnaðist fullkomiliga. Vesturtýskararnir brúktu Günter Netzer sum fríverja hendan dystin og tað førdi við sær, at flata avleveringsspælið hjá Liverpool ongantíð kom til sín rætt yvirfyri tí vælskipaðu týsku verjuni og nógva regnið var sjálvandi eisini ein stór forðing. Í nærum ein hálvan tíma royndu leikararnir at spæla ”vatnbólt”. The Kopites geylaðu: ”Komið við bjargingarbátinum!”, tí regnið floymdi niður og legði vøllin undir í vatni. Til endans hevði dómarin eisini fingið nokk og dysturin varð avblástur, meðan støðan var 0-0. Ray Clemence hevði ein góðan dag í málinum, og til alla eydnu fyri Liverpool, so varð dysturin steðgaður. Bill Shankly lærdi av feilinum, dagin eftir var John Toshack aftur inni á liðnum, Liverpool vann 3-0 og UEFA Cuppina í 1973.

Brian Hall vann seg aftur inn á liðið í FA Cup finaluni í 1974 ímóti Newcastle. Í seinna hálvleiki foldaði Liverpool seg veruliga út. Í 58. minutti kom eitt innlegg innfyri. Brian Hall gjørdi seg til at taka ímóti, men Kevin Keegan rópti: “lat fara”. Hall aktaði og Keegan legði Liverpool á odda við einum vælfyrireikaðum fluktara, áðrenn Heighway økti til 2-0. Liverpool sat á dystinum, og við tí síðsta málinum til 3-0 vísti liðið veruligt álopsspæl fram. Keegan byrjaði tað sjálvur við einum síðuskifti, og síðani spældu Smith, Hall og Heighway seg fram til baklinjuna. Tað flata innleggið endaði hjá Keegan, sum bara skuldi seta innarusíðuna á, og ein ovurfegin Emlyn Hughes kundi lyfta FA Cuppina út móti fjepparunum.

Hóast kappingarárið 1974/75 var tað besta hjá Brian Hall, so tók Jimmy Case plássið árið eftir og Hall varð seldur til 2. deildarfelagið Plymouth Argyle, sum kortini flutti niður.

Heiðrar við Liverpool:

·         Vinnari av UEFA Cuppini 1972/73

·         Enskur meistari 1972/73

·         Vinnari av FA Cuppini 1973/74

·         Vinnari av UEFA Cuppini 1975/76

·         Enskur meistari 1975/76

Skrivað: Jóan Pauli Jacobsen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”