Tað var óvæntað, tá ið tað kom fram, at Liverpool leigar 27 ára gamla miðverjan Ronald Araujo frá Barcelona í eitt ár.
Í kjaki á Facebook sæst, at føroyskir fjepparar í høvuðsheitum eru skeptiskir um nýggja leigusveinin. Fleiri halda, at Araujo er ov nógv skaddur og óstabilur, og at hetta líkist verjutrupulleikunum hjá Liverpool seinnu árini. Onkur heldur, at Araujo er ov vánaligur á bóltinum og minnir ov nógv um Konaté. Samstundis halda nøkur at leiguavtalan er góð, tí Liverpool kann royna hann í eitt ár og keypa hann, um tað spælir væl av.
Araujo er miðverji. Hann er kropsliga sterkur og ágangandi. Hann hevur verið týdningarmikil hjá Barcelona, tá ið hann hevur verið tøkur. Hann er sterkur í nærdystum, skjótur á fyrstu fetunum og dugir væl at verja stór øki. Hann kann eisini spæla á høgra bakki, har Liverpool hevur verið hart rakt av skaðum, og tað gevur Iraola ein eyka møguleika.
Hann hevur natúrligt leiðaralyndi, og varð í januar í ár valdur til liðskipara hjá Barcelona. Hann lyftir seg ofta í teimum størstu dystunum, og Vinicius Junior hevur sagt, at Araujo er ein av bestu verjuleikarunum, sum hann hevur spælt móti.
Fleiri halda, at hann ikki hevur eins góðan bóltførleika sum aðrir miðverjar á hægsta stigi. Hann verður ofta lagdur undir at gera nógvar skeivar sendingar, hóast hagtøl frá FBref vísa nakað annað. Hagtøl vísa eisini, at hann hevur sera góð hagtøl í nærdystum, blokkeringum og í luftdystum. Hann er taktiskt fleksibul og kann spæla í fleiri verjustøðum, alt eftir tørvi.
Iraola fær ein verjuspælara, sum tykist hóska væl til ágangandi spælistílin. Araujo er góður í móttrýstinum, lesur spælið væl og dugir at vinna bóltin aftur í vandamiklum støðum.
Ein leikari, sum hevur spælt 200 dystir fyri Barcelona, dugir sjálvandi okkurt. Men skaðasøgan hjá Araujo er heldur drúgv. Spurningurin er so, um hann klárar kropsliga harða spælið í Premier League. Hann hevur eisini spælt færri landsdystir fyri Uruguai enn væntað, tí skaðar hava hildið honum uttanfyri fleiri endaspøl. Hann spældi millum annað ongan dyst í HM-endaspælinum í ár, tí hann var skaddur.
Araujo hevur sjálvur sagt, at hann hevur stríðst við strongd og mentalt trýst í tíðarskeiðum við skaðum og óvissu í Barcelona. Hann hevur arbeitt við mentalum venjarum fyri at finna javnvág og styrkja sjálvsálitið.
Leiguavtalan gevur Liverpool fleiri møguleikar. Eydnast kappingarárið væl, kann hann keypast. Riggar tað ikki, kunnu Leoni og Jacquet taka yvir. Araujo passar tí væl inn í ættarliðsskiftið í verjuni, har Liverpool vil sameina royndir og ungdóm.
---------
Tvey rættiliga ymisk filmsbrot av Araujo
Eitt við tí góða og eitt við tí minni góða
Wikipedia
https://en.wikipedia.org/wiki/Ronald_Araujo
Transfermarkt – profilur
https://www.transfermarkt.com/ronald-araujo/profil/spieler/480812
Transfermarkt – skaðasøga
https://www.transfermarkt.com/ronald-araujo/verletzungen/spieler/480812
FC Barcelona – leikaraprofilur
https://www.fcbarcelona.com/en/football/first-team/players/49604/ronald-araujo
FBref – hagtøl
https://fbref.com/en/players/8c7b0c3a/Ronald-Araujo
MARCA - Ronald Araujo leaves Barcelona to join Liverpool
https://www.marca.com/en/football/spanish-football/2026/08/08/ronald-araujo-leaves-barcelona-to-join-liverpool.html
Mundo Deportivo - Ronald Araújo opens up about his mental health struggles
https://www.mundodeportivo.com/en/20260211/740242/ronald-araujo-i-had-been-dealing-with-anxiety-that-turned-into-depression-and-i-was-playing-like-that.html
MARCA - Vinícius Jr.'s touching act for Ronald Araújo after discussing anxiety
https://www.marca.com/en/football/real-madrid/2026/02/12/698d52cd46163fab058b45ee.html
BBC Sport Article
https://www.bbc.com/sport/football/articles/c4gx5w7egvwo
Liverpool FC Official News
https://www.liverpoolfc.com/news/liverpool-agree-deal-sign-ronald-araujo-loan
Sky Sports Video Feature
https://www.skysports.com/football/video/16461/13571782/new-signing-ronald-araujo-i-had-no-doubts-about-joining-liverpool
Seinastu tíðindi
Liverpool og eg 1 - Andrias Helenuson
Jacquet var ljóspunktið
Araujo: Sterkur miðverji ella nógv skaddur