Liverpool og Leeds áttu hvør sín hálvleik í seinasta venjingardystinum, sum var leiktur í Chicago í USA í hesum umfarinum.
Venjingardystur: Liverpool - Leeds 2-4 (2-0)
Tað er altíð gott at vinna ein venjingardyst. Hinvegin so leggur eingin nakað serligt í, um dysturin verður taptur, og teir fara beint í gloymibókina, soleiðis var við dystinum í kvøld.
Eftir ein rímiliga góðan fyrra hálvleik, har Luke Chambers skoraði sítt fyrsta mál fyri Liverpool og Florian Wirtz økti til 2-0, spældi Liverpool ein vánaligan seinna hálvleik.
Í fyrra hálvleiki spældi Trey Nyoni enn ein góðan dyst, og tað gevur okkum vónir um, at evnaríki unglingin fer at fáa ein leiklut komandi kappingarár. Dominik Szoboszlai spældi enn ein góðan dyst, og vit sóu eisini lovandi taktir frá Florian Wirtz.
Í seinna hálvleiki viknaði liðið munandi. Wirtz, Nyoni og Alexander Isak fóru út. Inn komu Ryan Gravenberch, Curtis Jones og Fecerico Chiesa. Gravenberch var ósjónligur og Jones, sá út til at vera á veg til Inter, sum søgurnar siga. Heldur ikki Harvey Elliott sá seraliga hugagóður út, tá ið hann kom inn.
Verjuspælið beint framman fyri málið var eisini sera vánaligt, og Leeds skoraði fýra ferðir. Besti "Liverpoolspælarin" á vøllinum, var Harry Wilson, sum vísti góðar taktir fyri Leeds.
Ein vinardystur, sum vit viðhaldsfólk ikki kunnu brúka til nakað. Vónandi fær Andoni Iraola okkurt burtur úr dystinum, og vónandi vóru okkara so vánaligir, tí teir eru í tungari venjing.
Næsti venjingardystur er móti Monaco á Anfield sunnudagin klokkan 14.30.
Seinastu tíðindi
Skjótt gloymdur venjingardystur - Nyoni var ljóspunktið
Venjingardystur: Liverpool - Wrexham 1-0 (0-0)
Hvussu fer Liverpool at spæla undir Iraola?