Vit eru øll ógvuliga spent upp á, hvussu Liverpool fer at spæla undir nýggja spanska venjaranum Andoni Iraola.
Tey fæstu av okkum munnu hava sæð serliga nógv til Bournmouth. Men kortini vita vit, at teir undir leiðslu av Iraola spældu við fullari ferð, og at tað var stuttligt at hyggja eftir teimum.
Iraola skal nú royna at føra sín spælistíl yvir á Liverpool. Tað er tí Liverpool hevur valt júst hann sum venjara.
Iraola hevur vanliga spælt í einari 4-2-3-1 spælskipan, har dentur lagdur á sera ágangandi trýst langt frammi á vøllinum, og at koma skjótt fram eftir vøllinum, tá ið bólturin er vunnin. Akkurát umvent av fótbóltinum hjá Slot, har bólturin var fluttur frá síðu til síðu.
Veingirnir verða altíð skiftir út
Eitt eyðkenni fyri mátan, Iraola spælir upp á, er, at veingirnir hava stóran leiklut, renna nógv og taka skjótar avgerðir. Iraola krevur, at teir arbeiða hart alla tíðina, og tá ið umleið ein tími er spældur, verða teir skiftir út við úthvíldar veingir, sum so geva alt, teir eiga, tann seinasta hálva tíman.
Hetta krevur sjálvsagt, at tað eru minst fýra, helst fleiri veingir, í hópinum. So tað skulu helst fleiri keypast inn afturat Gakpo, Ngumoha, Munoz og Chiesa. Í løtuni bendir okkurt á, at franski landsliðsleikarin, Bradley Barcola, møguliga kann gerast ein av hesum.
Veingirnir eru partur av trýstspælinum, har annar miðverjin hjá mótstøðuliðnum verður lukkaður av, fyri at noyða teir at spæla út í hina síðuna. Har skulu áleyparin og tíggjarin leggja trýst, sum so helst skal føra til, at mótstøðuliðið missir bóltin. Hetta ljóðar ikki heilt ólíkt Klopp-fótbólti, og vit sóu tað einar tvær ferðir í venjingardystinum móti Sunderland
Í sjálvum álopsspælinum dregur áleyparin miðverjarnar at sær, og tíggjarin er klárur at fáa bóltin frá áleyparunum ella renna djúpt. Tað skapar pláss í síðunum, har kviku veingirnir leypa á í tómu rúmunum. Hetta kvika samspælið endar ofta við, at veingirnir og tíggjarin verða málskjúttarnir. Áleyparin hevur ein meira bindandi leiklut, ikki heilt ólíkt Firmino undir Klopp.
Tað er ikki so torført, at síggja Szoboszlai, Wirtz og Elliott fyri sær í tíggjara-leiklutinum, meðan tað kanska er eitt sindur verri, at ímynda sær, hvussu Isak og Ekitike skulu brúkast í álopsleiklutinum. Hinvegin kann hugsast, at Iraola lagar spælskipanina til, fyri at brúka styrkirnar hjá verandi leikarum. Ein góður venjari klárar altíð at tillaga seg.
Tveir seksarar
Aftanfyri álopspartin eru tveir seksarar. Tað er ein broyting bæði samanborið við Klopp og Slot. Teir skulu verja stór øki, vinna bóltin og gera tað møguligt hjá veingjunum at trýsta høgt.
Gravenberch, Mac Allister og Jones kunnu spæla hesi plássini. Men vit mangla helst ein veruliga góðan 6-ara, og fleiri halda, at ein má keypast inn. Í venjingardystinum móti Sunderland vóru tó ábendingar um, at 19 ára gamli Trey Nyoni, sum var millum teir bestu í dystinum, møguliga eru um at gerast klárur til Premier League. Spurningurin er um Iraola torir at satsa upp á ein so ungan leikara. Hinvegin so er eingin ov ungur, bara nóg góður.
Bakkarnir fjølbroyttan leiklut
Verjuketan og miðvøllurin eru sum ein ágangandi eind, har bakkarnir spæla fjølbroyttan leiklut. Í álopspælinum spurta bakkarnir í yvirlapp langt út um veingirnar, sum bjóða av inn í vøllin, og har kunnu teir so leggja bóltin inn fyri.
Í verjupartinum standa bakkarnir heilt langt frammi á vøllinum fyri at læsa mótstøðuliðið í einari trýstfellu úti í síðunum. Um mótstøðuliðið spælir seg úr hesum høga trýstinum, skulu bakkarnir við fullari ferð spurta aftur á pláss, og teir kunnu lættliga enda í einari opnari 1-móti-1 støðu uttan nakað trygdarnet aftanfyri. Í verandi hópi verða tað Bradley, Frimpong, Kerkez og Tsimikas, sum fara at spæla á bakkinum, um einki broytist.
Høga trýstið á nærum øllum plássum setir stór krøv til miðverjarnar, sum skulu verja stór opin økið mitt fyri. Teir kunnu tí enda í hørðum rennikappingum móti áleyparum, meðan báðir 6-ararnir fella út í síðurnar fyri at hjálpa til. Van Dijk er sjálvskrivaður vinstru megin í miðverjuna. Gomez varð longu skaddur í fyrsta venjingardystinum. So tað eru bara ungu Jacquet og Leoni, og upp aftur yngri leikarar eftir. Tí kann næstan ikki hugsast annað enn, at Liverpool tryggjar sær ein miðverja, áðrenn flytingarvindeyga letur aftur.
Heilt afturi skal málverjin, Allison, seta álopsspælið skjótt í gongd við neyvum sendingum bæði stutt og langt. Eisini skal hann vera ein "sweeper-keeper", sum altíð skal vera klárur, tá ið høga trýstið ikki riggar.
-------------
Liverpool er á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið við meira ferð og meira ágangandi spæli, sum kann gerast stuttligt at hyggja eftir.
Tað er tó lættari sagt enn gjørt at broyta mátan at spæla upp á so kollveltandi, so uppgávan hjá Iraola er nú at fáa alt at hanga saman.
Vit viðhaldsfólk bíða í spenningi, og í fyrstu umfari bendir alt á, at vit í hvussu er fara at síggja meira áhugavert spæl enn seinasta kappingarár.
-----------
Myndin er gjørd við vitlíki.
Keldur: The Athletics, Redman TV, liverpool.no og Youtube
----------
Her eru tvey filmsbrot um spælistílin hjá Iraola:
Seinastu tíðindi
Skjótt gloymdur venjingardystur - Nyoni var ljóspunktið
Venjingardystur: Liverpool - Wrexham 1-0 (0-0)
Hvussu fer Liverpool at spæla undir Iraola?