Aftur

Jacquet var ljóspunktið

16 aug 2026

Liverpool vann 2–0 á italska Champions League-luttararanum, Como í seinasta venjingardystinum í summar. Cody Gakpo og nýggi miðverjin Jérémy Jacquet skoraðu málini í fyrra hálvleiki.

Jacquet spældi ein góðan fyrsta dyst fyri okkara lið, og Ronald Araújo fekk sínar fyrstu minuttir eftir steðgin.

Liverpool hevði fult tamarhald í seinna hálvleiki, tó at Como rakti stongina og hevði nakrar hálvar møguleikar.

Tað var sostatt ein tryggur sigur í seinasta venjingardystinum í summar. Komandi sunnudag telur tað, tá ið Newcastle kemur á vitjan á Anfield í fyrsta dystinum í Premier League 2026/2027.

Hesir byrjaðu á vøllinum, og spæla helst eisini móti Newcastle:
Alisson Becker - Jeremie Frimpong, Jérémy Jacquet, Virgil van Dijk, Milos Kerkez - Ryan Gravenberch, Dominik Szoboszlai - Rio Ngumoha, Florian Wirtz, Cody Gakpo - Alexander Isak.

Inn komu:
Ronald Araújo, Lewis Koumas, Víctor Muñoz, Trey Nyoni og Will Wright.

Harvey Elliott og Curtis Jones vóru als ikki við, og teirra framtíð í Liverpool tykist sera óviss.

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

18. aug 2026

Liverpool og eg 1 - Andrias Helenuson

16. aug 2026

Jacquet var ljóspunktið

12. aug 2026

Araujo: Sterkur miðverji ella nógv skaddur

02. aug 2026

Skjótt gloymdur venjingardystur - Nyoni var ljóspunktið