Aftur

Ikki nóg gott

23 aug 2026

Flestu okkara munnu vera samd um, at samlaða avrikið í dag ikki var nóg gott. Hinvegin so kundi samlaða myndin eisini verið nógv verri, um ikki Dominik Szoboszlai hamraði eitt brotsspark í málið í yvirtíðini.

Newcastle - Liverpool 2-1 (1-0)

Tá ið vit eftirmeta dystir, vigar úrslitið altíð nógv, og viðhvørt skuggar tað útyvir tað, sum veruliga fer fram á vøllinum. Soleiðis var kanska eisini eitt sindur í dag, tí nakrir lutir í spælinum vóru hóast alt á eini leið og kunnu geva vónir um betri spæl.

Tá ið tað er sagt, so helt verjutrupulleikin í mótálopsstøðum frá seinasta kappingarári fram, og tað í ólukkumáta. Tað vóru bara farnir fimm minuttir, so fór Newcastle í skjótt mótálop, sum endaði við, at Anthony Elanga rann frá Milos Kerkez, sum saktans kundi felt Elanga, áðrenn hann fekk bóltin, og so var 1-0. Tað sama hendi í seinna hálvleiki, beint aftaná vit høvdu javnað. Newcastle fór í skjótt mótálop. Mitt á miðjuni hevði Liverpool møguleikan at gera fríspark, men lat vera, og so skoraði Joe Willock, hóast Newcastle vóru tveir áleyparar móti fýra av okkara verjuleikarum.

Til tað góða, so sóust ábendingar um, at leikararnir royna at spæla bóltin fram eftir vøllinum og ikki so nógv tvørtur um. Serliga tíðliga í dystinum sást tað, og einar tríggar fýra ferðir legði Florian Wirtz sendingar, sum lótu verjuna hjá Newcastle upp. Tíverri, so var neyvleikin og hugflogið ikki nógv gott avgerandi sendingunum. Mitt fyri var verjan hjá Newcastle púra tøtt. Tað gava pláss til okkara bakkar, Milos Kerkez og Jeremie Frimpong, sum tíverri hildu fram við sama vánaliga spæli, sum í seinasta kappingarár. Fara teir báðir ikki skjótt at vísa. at tað er dugur í teimum, so má Andoni Iraola finna aðrar loysnir á bakkunum, og tær sýnast ikki at vera nógvar í verandi hópi.

Sum dysturin fór, so gjørdist spælið hjá Liverpool minni og minni samanhangandi, og málmøguleikarnir vóru fáir, fyri ikki at siga eingir. Kortini eydnaðist Cody Gakpo at javna við einum fløtum langskoti tíggju minuttir eftir steðgin, At tað so bara gingu tveir minuttir, áðrenn Newcastle legði seg fram um aftur, er ein ræðandi tendensur, sum minnir ov nógv um kappingarárið í fór.

Seinasta hálva tíman gekst illa at leggja Newcastle undir trýst, og í veruleikanum var tað nærri við, at Newcastle økti, enn at Liverpool javnaði. Og eitt, sum vit als ikki sóu í dag, var trýstið langt frammi á vøllinum, sum nógv hevur verið tosað um, eyðkennir fótbóltin hjá Andoni Iraola.

Alexis Mac Allister og Victor Munoz komu inn seinasta hálva tíman fyri Florian Wirtz og Ryan Gravenberch, og teir báðir vóru millum teir heilt frægu. MacAllister gav miðjuni meira stríðsvilja, og tað var Victor Munoz, sum vann brotsparkið nakað inni í yvirtíðini. Dominik Szoboszlai var kostin brotssparksskjútti, nú eingin Mohammed Salah er longur, og ungarin, sum annars hevði ein missjavnan dyst, hamraði brotsparkið hart í málið og bjargaði degnum eitt lítið sindur.

Samanumtikið fór Liverpool ongantíð ordiliga eftir at leggja veruligt trýst á Newcastle, og móti endanum meira joggaðu okkara leikarar enn runnu. Tað er ikki so at sleppa av við gangifótbóltin hjá Arna Slot.

Hetta var so avgjørt ikki nóg gott, og vónandi klárar Andoni Iraola betri at identifisera trupulleikarnar enn Arne Slott gjørdi seinasta kappingarár, tí vit kunnu ikki spæla nógvar dystir við so vánaligariu góðsku í spælinum.

Næsti dystur er móti Nottingham Forest heima á Anfield leygardagin klokkan 12.30.

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

26. aug 2026

Liverpool og eg 2 - Jóhannes Pauli Poulsen

23. aug 2026

Ikki nóg gott

18. aug 2026

Liverpool og eg 1 - Andrias Helenuson

16. aug 2026

Jacquet var ljóspunktið