Aftur

Einki størri fjeppara tiltak mikudagin

20 jul 2020

Góðu Liverpool fjepparar

Sum vit fyrr hava nevnt, hava vit haft eitt stórt ynski um at skipa fyri einum størri tiltaki í samband við, at vit fáa Premier League steypið handan mikudagin 22 juli aftaná 30 ár.

Vit hava roynt ymiskar møguleikar, men tað eru nógvar forðingar tá ið talan eru um at skipa fyri størri tiltøkum bæði innan og uttandura, sum er ráðiligt fyri øll. Vit hava sjálvandi eisini tosað við Korona ráðgevingina og tey hava frámælt okkum at gera nakað størri innandura tiltak.

Vit hava tí eisini tosað við onnur Liverpool fjeppara feløg kring heimin líka frá Danmark til Avstralia, tey sum vit hava haft samband við er komin til somu niðurstøðu, um ikki at skipa fyri nøkrum størri almennum tiltakið nú, men heldur at halda eina stóra veitslu tá ið Klopp & dreingirnir gera tað sama.

Vit síggjast til eina stóra veitslu skjótt

Nevndin

YNWA

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

25. mai 2025

Tann besti handar tí besta steypið

10. mar 2025

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!

03. mar 2025

Túrur til Liverpool

29. des 2024

Vit siga farvæl við 2024