Næsti dystur hjá Liverpool er 11. oktobur á Anfield móti Manchester City, og tað kann sanniliga gerast ein "heitur" dystur eftir, at Premier League hevur funnið City sekt í 114 ákærum.
(myndin er gjørd við vitlíki)
Tríggjar ferðir seinastu 15 árini hevur Liverpool verið nummar tvey í Premier League, eitt ella tvey stig aftanfyri Manchester City. Í 2013/14, í 2018/19 og í 2021/22.
Tað er lítið at ivast í, at viðhaldsfólk hjá Manchester City høvdu eitt gott upplivilsi og eitt gott ball, tá ið hesi trý meistaraheitini vóru vunnin, og hini fimm, sum teir hava vunnið seinastu 15 árini. Her heima hava tey fáu viðhaldsfólkini hjá teimum "himmalbláu" eisini havt góðar dagar og notið frálíkt fótbóltsspæl í mong ár.
Men nú tykist greitt, at City hevur stolið hesi góðu upplivilsi og góðu veitslurnar frá viðhaldsfólkum hjá øðrum feløgum, millum øðrum okkum Liverpoolfjepparum.
Í dag gjørdist nevniliga greitt, at City er sekt í meginpartin av teimum 115 ákærunum, sum hava hingið yvir "nýggja stórfelagnum" síðan 2018. Eftir reglunum hevur City brúkt ólógligar fíggjarligar mátar at menna felagið og mótarbeitt arbeiðnum at avdúka fíggjarliga svikið.
Uttan fíggjarliga svikið er sjálvandi torført at vita, hvussu leikur hevði farið í Premier League. Men siga vit, at nummar tvey hevði verið meistari í staðin, so hevði søgan sæð nakað soleiðis út:
Liverpool bíðaði í 30 ár eftir meistaraheitinum, sum eftir røttum átti at verið vunnið aftur eftir 24 árum í 2013/14, tað árið Luis Suarez nærum einsamallur gjørdi Liverpool til meistarar, (sum vit av røttum átti at verið). Vit áttu sjálvandi eisini at havt verið meistarar í 2019, men City hevði ólógliga ment liðið at vera so sterkt, at hóast Liverpool fekk 97 stig, so var tað ikki nóg mikið, og í 2022 áttu vit eisini at havt vunnið.
Okkara arvafíggingar, Manchester United, vóru eisini tríggjar ferðir nummar tvey, beint eftir City, einaferð við Jose Mourinho sum venjara, og Arsenal er eisini snýtt fyri tvey meistaraheiti.
Hvat nú ferð at henda, veit eingin. City fer sjálvandi at kæra, og so skulu vit aftur bíða í langa tíð.
Tá ið tað einaferð verður endaliga greitt, at City hevur snýtt seg til meistaraheitini, eigur ein revsing at falla, sum vit ikki hava sæð áður. Hetta er nevniliga helst tíðarinnar fíggjarliga svik í øllum heimsins ítrótti, og fær tað ikki avleiðingar, so kann alt gera tað sama.
Vónandi missir City øll átta meistaraheitini, sum eru vunnin síðan 2012, og vónandi vónandi fáa teir eina revsing, sum nærum ger enda á felagnum. Søguliga kenna vit søguna um skotska stórfelagið Glasgow Rangers, sum eftir fíggjarligt svik, var endurstovnað í 2012 undir navninum Rangers FC og mátti byrja av nýggjum fjórðbestu deildini í Skotlandi.
Hvørt tað so er rætt at deila meistarheitini út til nummar tvey einstaku kappingarárini, er ilt at meta um. Hin loysnin er, at eingin meistari verður skrásettur fyri hesi kappingarárini.
Í luftini hanga eisini er rúgva av endurgjaldskrøvum frá øllum hugsandi feløgum.
----------
Eg skilji væl, at norska landsliðið boðar frá, at Erling Haaland ikki verður við á tíðindafundinum leygarmorgunin, tí komandi mánaðirnar fer fíggjarliga svikið hjá City at fylla nógv, og tað fer tað at gera líka til teir eru dømdir endaliga.
Seinastu tíðindi
Meining: Stjólu nógv góð upplivilsi frá okkum
Liverpool og eg 5 - Jón Hardlei
Gott verjuspæl, vánaligt bóltspæl og trý góð stig