Melwood liggur í býarpartinum West Derby í Liverpool, og var venjingarvøllur hjá Liverpool Football Club í sløk 70 ár. Tíðliga í 1950-árunum keypti Liverpool Melwood frá skúlanum í grannalagnum, St Francis Xavier, har lærararnir, Faðir Melling og Faðir Woodlock, brúktu nógvar tímar at læra dreingirnar at spæla fótbólt. Fyri at minnast ágrýtni hjá prestunum, so varð vøllurin navngivin við at samanseta fyrsta stavilsi í eftirnøvnum teirra: Mel og Wood. Melwood og The Academy vóru ikki samantvinnaði, tí The Academy liggur í Kirkby.
Bill Shankly var spentur til at sleppa á Melwood, men hann fekk ein ordans hvøkk, tá hann sá venjingarumstøðurnar har. Hann stóð mitt á venjingarøkinum hjá Liverpool, og skimaðist út yvir tann óslætta vøllin, og hann brýggjaði seg als ikki um sjónina. "Týskararnir løgdu ikki leiðina fram við her, gjørdu teir tað?" Rundan um hann vaks ein tilgrógvin vøllur, har lógu múrsteinsbrot og ein rúgva av steinum og glasbrotum í grasinum, og á sjálvari grundini, sum lá millum lág raðhús av forstaðarskapi, stóð bara eitt illa farið klubbhús av træi uppúr.
"Áh, Ness, havi eg gjørt eitt ræðuligt mistak við at rýma frá Huddersfield?" spurdi Shankly knappliga konu sína Nessie, sum var við á vøllinum henda dagin.
Hetta nívdi Shankly og longu sama dag fór hann aftur til Melwood fyri at gera eina ætlan fyri, hvussu vanrøkta plássið kundi fáa uppreisn. Inni í skúrinum, klubbhúsinum, var ongin hiti og málingin skalaði av, so fyrst varð skúrurin málaður og síðani varð ein fimleikarhøll og ein baðstova bygt afturat. Áðrenn tað høvdu leikararnir gjørt fimleik á betongi og asfalti á parkeringsplássinum við Anfield, sum eisini hevði eitt lítið fimleikarrúm, har teir lyftu vektir og gjørdu aðrar kropsligar venjingar. Vallarumsjónarmenninir fingu boð um at syrgja fyri at fáa venjingarvøllin í slíkan stand, sum Shankly kundi góðtaka.
Dapurskygni lá fremst í huganum hjá felagsstjóranum, tí á sjey-átta ára gamla Melwood-økinum bar kanska til at sparka fótbólt - men als ikki at spæla fótbólt eftir høvdinum hjá Shankly, og staðið minti mest um eitt felag, sum var tætt við at pakka saman. Ikki um eitt enskt stórlið.
Men fyri Shankly var Liverpool eitt felag við menningarmøguleikum, eitt felag, sum var skapað til meira. Í november 1959 tók hann tískil ímóti tilboðnum frá Anfield og flutti frá Huddersfield, og við sær tók hann ta sonevndu "Desember-kollveltingina", sum koman hjá felagsstjóranum seinni varð kallað. Tí við Shankly komu hugsjónir og framsókni, sum felagið ikki hevði upplivað fyrr, og sum hentleikarnir als, als ikki hóskaðu saman við.
Melwood var sjey skógvastøddir ov lítið fyri Shankly, og sum nakað av tí fyrsta lovaði hann sær sjálvum at gera nakað við venjingarøkið, sum tað sømdi seg einum stórfelag.
"Og tað gjørdi eg. Hvønn einasta sentimetur. Um nakar tók Melwood frá mær..." sum Shankly segði seinni uttan at fullføra setningin, men vísti á: "Melwood hevur meira at týða fyri meg enn nakað annað við Liverpool. Tað var staðið, har Liverpool varð skapað."
Fyrsta árið á Melwood brúkti tann nýggi felagsstjórin at greina tann hópin, sum hann yvirtók - og staðfesti, at har manglaði góðska og leikarar, sum gingu á odda. Sum eina síðstu risting í "jarðskjálvtanum" ruddaði hann tískil gjøllað út í hópinum, og tað hendi upp á tann harðrenda, kensluleysa mátan. Shankly slapp sær av við 24 leikarar, og tað rakti í hvussu so er tann tá 38-ára gamla stjørnuleikarin, Billy Liddell, sum spældi sín síðsta dyst í august 1960. Teir flestu vóru kortini breidduleikarar, men útreinskanin bar púra greið boð um nýggjar tíðir, og Shankly hevði longu nøkur nøvn á sínum ynskilista.
Í 1998 frískaði Gérard Houllier The Academy upp í Kirkby og nakrar ábøtur vórðu eisini framdar á Melwood. Nú hevur Jürgen Klopp tikið endaliga stigið til at miðsavna alt venjingarøkið í Kirkby, har menningar- og ungdómsliðini hava hildið til í eina tíð.
Seinastu tíðindi

Diogo dansar ikki Jota longur

Tann besti handar tí besta steypið

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!
