Aftur

Dystarupptakt: Manchester United vs Liverpool

01 mai 2021

Manchester United - Liverpool
Premier League, 34 umfar
Old Trafford, 16:30
Dómari: Michael Oliver

Í morgin kl 16:30, fer Liverpool at royna at handa Manchester United teirra næsta tap í 23 dystir, fyri at varðveita vónina, um Champions League fótbólt komandi kappingarár. Eins og í dystinum móti Newcastle, hevur Jurgen Klopp, aftur í hesum umfari nógvar møguleikar at velja ímillum til hansara liðuppstilling.

Eftir at hava latið fýra stig burtur uppá fimm dagar, so má Liverpool vinna á Manchester United í morgin, um nakar møguleiki skal vera fyri at enda millum fýra tey bestu í Onglandi. 

Seinast liðini hittust var í Januar. Tann uppgerðin endaði við einum málleysum javnleiki. Byrjarnar uppstillingin hjá Liverpool hendan dystin var: Alisson, Alexander-Arnold, Fabinho, Henderson, Robertson, Thiago, Gini Wijnaldum, Shaqiri, Salah, Firmino og Mane. 

Tað verður ein sera torfør uppgáva í morgin, móti einum sterkum liðið hjá Ole Gunnar Solskjaer, ið ikki hava tapt ein dyst í Premier League, síðan Januar mánað. Liverpool, hevur latið ov nógvar kjansir gloppið í seinastu og samstundis hevur álopið ikki megnað at skotið eins nógv mál, sum teir vanligani gera. 

Ole Gunnar Solskjaer hevur í dystarupptakt sagt, at United leggur meiri dent á at styrkja um takið á øðrum plássið, enn at ávirka møguleikan hjá Liverpool, viðvíkjandi eitt pláss í Champions League komandi kappingarár. 

“Hetta er ikki nakað vit hugsa um, vit hugsa bara um at vinna sjálvir” - Segði Solskjaer.

“Hvussu ein sigur ávirkar Liverpool óttar okkum ikki. Gjøgnum kappingarárið, hevur man nakrar dystir, ið eru meira hugtakandi enn aðrir. Heimadysturin móti Liverpool, er ein av teimum størstu dystinum man hittur um árið”

“Um vit liggja á fyrsta, øðrum ella fjórða plássi er ikki umráðandi, hesin dysturin er altíð stórur”

Spurningurin er nær og ikki um Manchester City vinnur Premier League í ár. Tó, er tað enn møguligt hjá United at flyta seg sjey stig framum Leicester, við einum sigri á Liverpool sunnudagin. United kann samstundis ávirka allar vónir hjá Liverpool, um at røkkja fjórða plássinum.

Solskjaer sigur soleiðis um kappingarárið hjá Liverpool:

"Liverpool, ið vann heiðurin í fjør, hava haft fleiri trupulleikar hetta kappingarárið. Ein av stórstu trupulleikinum er mál munurin, orsakað av at Liverpool hvørgan skóra nógv mál og samstundis lata ov nógv mál inn. Hetta er møguliga høvuðsorsøkin, til at liverpool liggja á sætta plássið í ár, meðan teir vóru nummar eitt á hesum tíðarskeiðinum í fjør."

Skaðastøðan hjá Liverpool er tann sama og tí kann Klopp stilla upp við somu manning sum seinast, men hevur samstundis møguleikan fyri at gera nakrar broytingar, ið geva Liverpool øðrvísi streingir at spæla uppá. 

Jurgen Klopp hevur úttikið teir somu leikaranar til dystin ímorgin, sum leiktu móti Newcastle seinasta leygardag. Tað merkir at Nat Phillips heldur ikki er við hesuferð. Phillips hevur mist tey seinastu tvey umførini vegna ein skaða í baklærinum, sum hevur gjørt at Fabinho hevur leikt í miðverjuni, saman við Ozan Kabak. 

Curtis Jones gjørdi comeback seint í dystinum móti the Magpies og er aftur við í morgin, tað sama við James Milner og Rhys Williams, ið Klopp kann koyra í miðverjuna, fyri at fáa Fabinho á defensiva miðvøllin aftur. 

Um Klopp ynskir at fáa øðrvísi eginleikar inn á miðvøllin, so kundi hann valt at nýtt antin Alex-Oxlade Chamberlain, Xherdan Shaqiri ella Naby Keita. Serliga eru tað Chamberlain og Keita, ið hava ein meira beinleiðis leikhátt, ið kundi verið við til at sett ferð á spælið.

Klopp hevur ivaleyst at møguleikum til í morgin, tó verður ikki væntað nøkur stór broting í spælskipani. Eftir einum ringum avriki seinast, verður Jota helst á bonkinum og Milner kemur at leika á miðvølllinum.

Vit, úr Liverpool Føroyar gita hesa liðuppstillingina og ynskja øllum ein góðan dyst. YNWA!

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

03. jul 2025

Diogo dansar ikki Jota longur

25. mai 2025

Tann besti handar tí besta steypið

10. mar 2025

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!

03. mar 2025

Túrur til Liverpool