Aftur

Klopp kann gera Elliott til eina heimsstjørnu

05 mai 2021

Ungi onglendingurin fylti 18 fyri júst einum mánað síðan, hetta var í somu viku sum Liverpool vórðu slidnir úr Champions League kvarfinaluni, av Real Madrid. 

Harvey Elliott er í hált við einum frálíkum kappingarárið í Blackburn, har hann er útlándur frá Liverpool. Klopp hevur fyrr roynt at sissa viðhaldsfólkið viðvíkjandi Elliott, fyri at loyva honum at taka seg fram stillisliga í hansara egna tempo. Hetta gert tó torførari í seinastuni, eftir hansara flottu avrik og helst eru tað fleiri viðhaldsfólk, ið gleða seg til hann kemur aftur til felagið. 

Elliott hevur longu leikt 40 dystir fyri Blackburn, har hann er byrjaður inni heili 31 ferð. Hann er vorðin ein etableraður partur av teimum fyrstu ellivu hjá Tony Mowbray, ið er venjarin hjá Blackburn. Viðhaldsfólk og arbeiðisfólk úr báðum feløgunum lata sera væl at Elliott, ið eisini fyri stuttum gjørdist partur av top 50 listanum hjá Goal fyri ung fótbóltstalent kring heimin. 

Tað hevur heilt sikkurt gagnað Elliot, at verið útlándur til Blackburn hetta kappingarárið og honum er follið væl inn í 4-3-3 spæliskipana hjá Mowbray, ið Klopp eisini nýtir í Liverpool. 

Grafurin niðanfyri, hálýsir hvar á vøllinum Harvey Elliott hevur undir Mowbray. Eins og í Liverpool, verður Elliott mest nýttur á høgra síðu í álopinum. Hann verður tó eisini nýttur á øðrum leikplássum á vøllinum undir Mowbray, ið lýsir hansara fjølbroytni, sjálvsálit og búning, hóast ein ungan aldur. 

70% svarar til áleið 30 dystir á vanda leikplássinum. Hetta vil siga at Elliot 30% av tíðina spælir á óvandum leikplássi og hetta er bert við til at gera avrik hansara enn flottari.

 



Grafurin omanfyri, hálýsir bestu dygdirnar hjá Elliott undir Mowbray. Elliott, hevur ikki tær somu dygdirnar sum eitt nú Mohamed Salah, ið er betur til at skjóta mál, varðveita, reka og finta við bóltinum. Hinvegin, so er Elliot sera dugnaligur til at finna sínar viðleikarar bæði ovarliga og nigarliga á vøllinum, við einari framligari avlevering. 

Elliott hevur megnað at lagt upp til 11 mál hetta kappingarárið. Seinast ein Blackburn leikari lá omanfyri 10 upplegg, var kappingarárið 13/14. Eingin tannáringur í bestu ensku deildunum hevur verið beinleiðis partur av fleiri mál enn Harvey Elliott hetta kappingarárið, við 6 málum og 11 uppleggum.

Niðanfyri liggur eitt YouTube brot, ið vísir mál og upplegg frá Elliott í Blackburn, hetta kappingarárið.

 

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”