Aftur

Er hetta rætti avloysarin fyri Gini Wijnaldum?

22 jun 2021

Seinastu trý árini, hevur Gini Wijnaldum verið taldur millum teir bestu leikaranir hjá Liverpool og tað er ongin loyna, at 30 ára gamli miðvallarin verður saknaður, til komandi kappingarár. Tað lukkaðist ongantíð hjá Gini og Liverpool, at finna eina semju viðvíkjandi einum nýggjum sáttmála og Gini valdi tí, at skriva trý ára sáttmála við PSG.

Eftirfylgjandi hevur Jurgen Klopp úttalað seg soleiðis um Gini: "Eg fari at sakna ein leikara sum Gini sera nógv - førleikarnir eru á hægsta støði og hann er ein av klókastu leikaranum, ið eg áður havi vant. Hansara ískoyti var ikki til at máta eftir og hann er ein veruligur dreymur fyri ein venjara. Farvæl Gini: tú kom, tú sá og tú vann alt, ið var at vinna. Tú er og kemur altíð at vera ein legenda í Liverpool."

Gini Wijnaldum, er nú ein partur av hópinum hjá PSG og eftir liggur eitt hol, ið skal fyllast av einum leikara, ið kann bera somu ábyrgd og uppfylla tær somu uppgávurnar, ið Gini hevði á miðvøllinum undir Jurgen Klopp. Sæð burtur frá førleikunum og fjølbroytni hjá Gini, so er hann eisini maðurin, ið hevur leikt flest dystir seinastu fimm kappingarárini, har hann einans misti 11 dystir. 

Týski miðvallarin, Florian Neuhaus, ið í løtuni er við Týsklandi til EM 2020, er ein leikari, ið verður mettur at kunna røkja hesi krøv. Neuhaus, er 24 ára gamal og spælir í løtuni við Borussia Monchengladbach, í Bundesliguni. Liverpool hevur leingi hugt eftir Neuhaus, uttan at vera farnir til verkar.

Fyrrverandi miðvallarin í Liverpool, Didi Hamann sigur soleiðis um Neuhaus: "Neuhaus vildi ivaleyst follið væl inn í Liverpool. Hann er væl fyri tekniskt og er ikki bangin fyri hørðum arbeiði. Kropsliga er hann ikki av besta bygnaði og hann má hava tíð, fyri at venja seg við fýsikkin og ta høgu leikferðina, í Premier League - hinvegin hevur Neuhaus ein fótbóltsheila. Hann er sera gløggur og dugir væl við bóltinum. Hann er ein nummar 8, ið dámar væl at bera bóltin fram í álopsstøður."

Seinastu trý kappingarárini hevur Florian Neuhaus ikki mist ein dyst fyri Monchengladbach og Liverpool hevur tørv á einum leikara við slíkum úthaldni. Í hesum mundi hevur Neuhaus leikt 95 dystir. Hann hevur skotið 13 mál og hevur 19 málgevandi avleveringar. 

Kappingarárið hjá Gladbach endaði ikki væl, hóast teir komu víðari úr Champions League bólkaspælinum, so hava teir ikki megnað at kvalifisera seg til Champions League komandi ár. Florian Neuhaus kann vera ein av teimum, ið leita sær víðari til komandi ár. Neuhaus hevur ein klausul í sáttmálanum uppá €40 milliónir, ið gongur út í 2024. 

Hagtøl vísa at sterkastu førleikarnir hjá Neuhaus eru við bóltinum, serliga tá hann móttekur hann langt niðri á vøllinum og setur snarálop ígongd. Afturat hesum, dámar Neuhaus væl at skjóta úti frá og er sera kønur fordeilari á miðjuni. 

Niðanfyri liggur eitt YouTube brot, ið lýsur bestu førleikarnir hjá Florian Neuhaus:










Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki