Aftur

Til minnis um Guttorm Sørensen (f. 1. november 1968 – d. 3. juli 2021) – hin nærlagdi rokarin

08 jul 2021

Tað mundu vera tey fægstu, sum góvu sær far um, hvussu stóra ávirkan tulkingin hjá tónleikabólkinum í Liverpool, Gerry & The Pacemakers, av “You’ll Never Walk Alone” frá sangleikinum “Carousel” hjá Rodgers/Hammerstein frá 1945 kom at hava.

Um heystið 1963 stríddi sangurin seg til at liggja ovast á hittlistanum við teimum vælkendu ørindunum:

When you walk through a storm, hold your head up high
And don’t be afraid of the dark
At the end of the storm, there’s a golden sky
And the sweet, silver song of a lark

Walk on through the wind
Walk on through the rain
Though your dreams be tossed and blown

Walk on, walk on
With hope in your heart
And you’ll never walk alone
You’ll never walk alone

Walk on, walk on
With hope in your heart
And you’ll never walk alone
You’ll never walk alone

Ein sangur um at stríðast, um stoltleika, mótgongd og samanhald – og um at goyma vónina í hjartanum.

Fimm ár seinni var Gutti borin í heim á degnum teirra sjólætnu, sjálvan allahalgannadag. Í Hvannasundi vaks hann upp og tíðliga fekk hann alsk fyri KÍ og serliga enska stórfelagnum, Liverpool Football Club. Sjálvur mundi hann hava góðar førleikar til at spæla fótbólt, tí í 1984 varð hann valdur til at umboða Føroyar til NM í Íslandi fyri U17 landslið.

Men kendastur mundi hann vera fyri at renna uttan bólt. Fyrst í 1990-árunum gjørdist hann eisini heimskendur í Føroyum, tí Gutti gjørdi seg galdandi til allar rennikappingar, bæði her heima og niðri á flatlondum, har hann nam sær útbúgving sum siviløkonomur.

Síðst í 1990-árunum stovnaði Gutti rennifelagið í Klaksvík, Treysti, saman við Rana Nolsøe og Thorleif Eyðun Petersen. Tað var ikki bara eftir vegnum, at Gutti dámdi at renna, tí eisini dámdi honum at fara á fjall.

Alskurin til KÍ og serliga Liverpool Football Club slóknaði kortini ongantíð. Á einum eyka aðalfundi í 2004 tók Gutti við sum formaður í Liverpool Føroyar og sum felagsskapur, hava vit nógv at takka Gutta fyri.

Í dag er Liverpool Føroyar fyrsta, besta og nógv tað størsta fjepparafelagið í landinum, sum hann sjálvur í stoltleika kundi taka til. Vit kunnu bara í eyðmýkt staðfesta, at tað hann gjørdi fyri okkara felag tey árini, hann var formaður, var einki minni enn fantastiskt.

Ein tann vakrasta løtan í felagsskapinum mundi vera á heysti í 2005, tá 96 føroyingar kundi taka mynd saman í Liverpool. Vit kundu tá taka í sangin, sum veruliga fekk týdning aftan á báðar vanlukkurnar á Heysel og Hillsbrough. Tá komu orðini frá You’ll Never walk Alone aftur til sín rætt. Ein sangur um at stríðast, um stoltleika, mótgongd og samanhald – og um at goyma vónina í hjartanum.

Hesi orðini fingu uppaftur størri týdning, tá Gutti í 2016 fekk staðfest álvarsama sjúku. Treiskur, ágrýtin og nærlagdur rann hann víðari, men 3. juli 2021 komu tey tungu boð, tá ið vit fingu at vita, at okkara fyrrverandi formaður, Guttorm Sørensen, var farin bert 52 ára gamla. Lívstráðurin var avskorin, fjørðurin var rógvin fyri seinastu ferð og hann hevði lagt árarnar inn. Alt steðgaði upp og vit fata ikki, at tann lívsglaði og fyrikomandi rokarin, Gutti, ikki var millum okkum longur.

Vit drýpa høvur í sorg og biðja hin altvaldandi styrkja tey, ið vara av, Ingun, Jan Elmar og Kamillu, og lýsa frið yvir minnið um Guttorm Sørensen.

You’ll never walk alone

 

Liverpool Føroyar túrur 2005

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”