Aftur

Liverpool og eg 6 - Signar Hansen

02 okt 2026

Bústaður: Klaksvík Aldur: 47 ár

Nær fórt tú at halda við Liverpool?
1990

Hví varð tað júst Liverpool?
Tí teir vunnu so nógv

Fyrsta Liverpoolminnið?
Sat leygardag klokkan 3 og hugdi. Lurtaði eisini eftir eingilsmanninum

Hvør var tín barndómshetja/fyrsta hetja í felagnum?
Ian Rush

Hevur tú verið á Anfield ella øðrum leikvølli og sæð Liverpool spæla?
Ja, fleiri ferðir. Fyrstu ferð í 2011, Liverpool - Manchester 1-1. Liverpool - Fulham desembur 23, 4-3.

Minniligasti dystur hjá Liverpool nakrantíð?
Istanbul

Hvør er besti leikarin hjá Liverpool nakrantíð?
Luis Suarez

Hvat er besta málið hjá Liverpool nakrantíð?
Alexis Mac Allister móti Fulham

Hvønn leikara helt tú var framúrskarandi, sum fá onnur hildu vera góðan?
Ryan Babel

Hvør ungur leikari hevði góð evnir, sum ongantíð varð til nakað? 
Samed Yesil, týskur áleypari 2012-15

Hevur tú tosað við nakran leikara hjá Liverpool?
Havi tosað við Jan Mølby og Bruce Grobbelar

Hvønn leikara ella venjara kundi tú hugsað tær at møtt?
Jürgen Klopp

Hvønn spælara vildi tú fegin havt til felagið, sum ongantíð kom?
Kylian Mbappé

Hvør er yndisleikarin á dagsins liði?
Dominik Szoboszlai

Ávirkar gongdin hjá Liverpool gerandisdagin hjá tær?
Nei

Skipar tú familjulívið og gerandisdagin eftir, nær Liverpool spælir?
Nei

Rópar tú so hart, tá ið Liverpool skorar, at grannarnir hoyra tað?
Tað er komið fyri, men ikki seinastu árini

Hevur tú ávís ritual, eyndnutroyggjur, eydnupláss ella líknandi, sum tú heldur ávirkar úrslitini hjá Liverpool?
Nei

Dugir tú tekstin í You’ll never walk alone?
Ja

Hevur tú nakað gott hugskot til Liverpool Føroyar?
Tað er bara at koyra á. Skipa fyri túrum

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

02. okt 2026

Liverpool og eg 6 - Signar Hansen

25. sep 2026

Meining: Stjólu nógv góð upplivilsi frá okkum

22. sep 2026

Liverpool og eg 5 - Jón Hardlei

20. sep 2026

Gott verjuspæl, vánaligt bóltspæl og trý góð stig