Aftur

Verður hetta avloysarin hjá Salah?

08 aug 2021

Tað hevur gingið striltið hjá Liverpool at styrkt um hópin hetta transfer-vindeyga. Áskoðarar tykjast at vera frustreraðir yvir trupulleikan og higartil er bert Ibrahima Konate komin til í summar. Liverpool valdi at keypa Konate fyri at styrkja um verjupartin til komandi kappingarár, hóast Van Dijk og Joe Gomez næstan eru í fullari venjing aftur. Klopp hevur helst valt at keypt ein etableraðan miðverja afturat, fyri ikki at enda í somu støðu eins og í fjør, tá allir senior miðverjarnir gjørdust ótøkir samstundis. 

Eftir at Gini Wijnaldum valdi at gera sáttmála við PSG, hevur stórur dentur verið lagdur á at styrkja tann sentrala miðvøllin eins og álopspartin. Felagið hevur kontakta ymisk feløg og ymsar leikarar, millum annað profilin hjá Atletico Madrid, Saul Niguez. Liverpool hevur tó ikki megnað at styrkt seg á hesum økjum, hóast tað eru minni enn tvær vikur til kappingin fer í gongd. 

Sannleikin er tó ein annar enn tað arbeiði, ið felagið ger. Orsakað av einari lóg, ið bæði UEFA og Premier League hava sett, so kann eitt felag maksimalt hava 17 útlendskar leikarar í sínum hópi. Hetta ber við sær at Liverpool ikki kann keypa fyrr enn teir hava selt. Harry Wilson er ein leikarunum, ið eru skerdir, men verður taldur millum onglendingar og gevur tí ikki pláss fyri einum nýggjum útlendskum leikara. 

Liverpool hevur tó møguleikan fyri at keypa leikarar við uppruna í englandi og hava í seinastuni verið settir í samband við 19 ára gamla Noni Madueke, ið hevur røtir í englandi. Madueke spælir dagliga fyri PSG í hollandi og er fastur partur at U21 landsliðnum hjá onglandi. 

Talan er um ein kvikan leikara, ið kann manna øll tey fremstu plássini, hóast hann primert spælir á høgra vongi. Madueke er 182 cm høgur og vinstra beintur. Hansara størstur styrkir eru ferð, yvirlit fyri viðleikarum, teknikkur og bóltførleiki. Veikleikar hansara liggja í luftspælinum og tí verjuliga. Higartil í ár hevur Madueke leikt tríggjar Champions League dystir og hevur skotið 2 mál. Seinasta kappingarár leikti hann 24 dystir fyri PSV, har tað bleiv til 7 mál og 4 upplegg.

RTK metir at PSV ikki vil sleppa sær av við Madueke fyrr enn teir hava megnað at spælt seg víðari til Champions League bólkaspælið, ið væntandi verður í komandi viku. Afturat hesum fortelja teir at Liverpool ofta fyrr hevur goymt ting frá fjøldini, tá ið teimum lystir og at ein leikara óivað er á veg til Liverpool í næstum. 

Liverpool hevur tørv á einum ungum og kvikum avloysara til Salah, ið sjálvur verður settur í samband við onnur stór feløg hvørt transfer-vindeyga. Noni Madueke hevur allar kvalitetirnar, ið krevjast í Premier League og at maðurin er onglendingur afturat ger tað torført hjá Klopp og Liverpool at ikki vera áhugaðir. 

Omanfyri liggur eitt YouTube brot av Madueke, ið lýsir bestu førleikar hansara. Havi eitt framhaldandi gott summar. YNWA!







 

 

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”