Aftur

Premier League leikari til Liverpool?

18 aug 2021

Liverpool er framvegis í hált við at selja útlendskar leikarar, fyri at gera pláss í hópinum. Liverpool og Lyon eru enn ikki samdir um ein prís fyri Shaqiri. Samstundis bíða teir eftir boð uppá Origi og Ben Davies. 

Seinasta árið, hevur Liverpool verið settir nógv í samband við álopstalentið hjá Watford, Ismaila Sarr. Nú sigst tað, at Liverpool enn einaferð hevur meldað áhugað í Sarr og at teir eru til reiðir at bjóða tær £40 milliónir, ið hann er mettur at kosta. Sarr hevur sjálvur meldað út í vikuni, at hann vil hava nýggjar avbjóðingar, aðrastaðnis enn í Watford. Ismaila Sarr hevur sáttmála við Watford til 2024.

Sarr er ikki heilt ókendur í Liverpool. Hann var við til at bresta vónirnar hjá felagnum um at vinna eitt 'invincible' meistaraheitið í 19/20 kappingarárinum. Sarr var sera sjónligur í hesari uppgerð, har hann bæði skeyt 2 mál og átti eitt upplegg í 3-0 tapinum, á Vicarage Road. 

Hóast ein flottan sigur móti Liverpool, so endaði Watford í Championship. Sarr vísti framvegis góðar dygdir í Championship, har hann megnaði at skjóta 13 mál og hevði 10 upplegg. Góðu avrikini hjá Sarr, áttu ein stóran leiklut í, at Watford flutti beinleiðis uppaftur í Premier League. 

Sarr hevur havt eina góða byrjan uppá kappingarárið. Hann skeyt eitt mál í 3-2 sigrinum á Aston Villa í fyrsta umfari í Premier League. 

Bestu eginleikar hansara eru ferð, máltev og plaseringsevni. Hann spælir primert á høgra vongi. Sarr er sjálvur høgra beintur og hetta er tí ikki optimalt fyri spælskipanina hjá Klopp. Tað er tó áhugavert at hugsa um, at Mane eisini byrjaði á høgra vongi fyri Liverpool. Afturat eginleikunum frameftir, so arbeiðir Sarr eisini væl defensivt og hetta er avgjørt ein eginleiki, ið Klopp er áhugaðar í. 

Heldur at enn vera ein av teimum føstu 11, so vildi Sarr, eins og Diogo Jota fungerað sum ein týdningarmikil rotatiónsleikari. Tað er ofta sjónligt at tríggjar teir fremstu tykjast troyttir og tí fella í niveau. Ein so góðan rotatiónsleikara sum Sarr, vildi gagna álopspartinum hjá Klopp og Liverpool sera væl. 

Sannleikan er tó tann, at Liverpool ikki er í einari góðari støðu fíggjarlíga. Teir valdu ikki at keypa Malen frá PSV, fyri minni upphædd tá møguleikan var har og tí er trupult at síggja hvussu teir skulu fíggja hendan handulin. Afturat tí stóru upphæddini, so spælir Sarr eisini við landsliðnum hjá Senegal, saman við Mane. Tískíl vildi Liverpool mangla tríggjar framligar leikarar, meðan African Nations Cup verður spælt í 2022. Man kann ímynda sær, at Liverpool heldur keypir ein leikara, ið kann koma beint inn á byrjannaruppstillingina um hetta mundi. 

Sarr hevði follið væl inn í Liverpool, spurningurin er bert um Klopp metir, at hann kann vera fyriuttan tríggjar framligar leikarar í eitt longri tíðarskeið. Tað gekk illa hjá Liverpool, tá bæði Van Dijk, Matip og Joe Gomez vóru úti seinasta kappingarár og tí fær Klopp nakað at hugsa um, áðrenn hann brúkar £40 milliónir uppá stór talentið hjá Watford. 


Omanfyri liggur eitt YouTube brot av Ismaila Sarr, ið lýsur hansara bestu førleikar.

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”