Aftur

Dystarupptakt: Manchester United vs Liverpool FC

24 okt 2021

Manchester United vs Liverpool FC Old Trafford
Premier League, 9. Umfar
Old Trafford, 16:30
Dómari: Anthony Taylor

Í dag, stendur enn ein týdningarmikil og torfør uppgáva stendur fyri framman. Hesuferð, er talan um útivallardystin móti fíggindanum úr Manchester. Hesin dysturin, hevur nógv at siga bæði á og uttanfyri vøllin. Liverpool, vil ikki loyva United í meistarastríðið aftur, meðan Solskjaer samstundis følir trýstið undir setrinum vaksa, fyri hvønn dyst, ið hann ikki megnar at vinna. Eftir at Sir Alex Ferguson gavst í United, hevur felagið ongantíð megnað at vunnið seg á somu vinnara kós aftur. 

Snøgt sagt, hevur tíðin hjá United uttan Ferguson á odda, verið alt annad enn nøktandi. Seinast felagið vann nakað við størri týdning, var í kappingarárinum 2016/17 og hetta var Evropa League, vid José Mourinho á odda. 

Hjá Liverpool er støðan øðrvísi. Týski venjarin, Jurgen Klopp, kom til felagið í 2015 og líka síðani, er tað Liverpool, ið hevur havt tamarhaldið á Manchester United. Eftir at Klopp er komin til, hevur Liverpool megnað at vunnið sítt sætta Champions League heitið og sítt fyrsta enska meistaraheitið í 30 ár. 

Seinast hesu liðini hittust, var dysturin eisini leiktur á Old Trafford. Dysturin endaði við einum 4-2 sigri til Liverpool. Fyri Liverpool, skoraðu Salah og Jota eitt í part, meðan Bobby Firmino skoraði tvey mál. Fyri United, vóru tað Marcus Rashford og Bruno Fernandes, ið fingu eitt mál hvør. 

Báðir málskoraranir hjá United, hava verið ivasamir upp til dystin í dag, men standa nú til at byrja inni fyri United. Í skrivandi løtu, liggur Liverpool á triðja plássið, meðan United liggur á sjeynda plássið. Vinnur United dystin í dag, so eru teir bert eitt stig aftanfyri Liverpool, ið við einum sigri, kann halda fast í Chelsea.

Mo Salah er nærum lívshættsligur fyri mótstøðuliðnum í løtuni. Hann ger sum honum lystir og statistikkarnir vísa, at hann skorar yvir eitt mál pr. dyst. Salah kemur, at seta sín dám á dystin í dag og hevur í seinatu tveimum uppgerðinum á Old Trafford, skotið 3 mál. Flestu fótbóltsviðhaldsfólk og ekspertir kring heimin meta, at hann er besti leikarin í heiminum í løtuni. Hinumegin vøllin, er ein annar heimsklassa áloypari, ið hevur heitið sum heimsins besti fótbóltsleikari fýra ferðir. Cristiano Ronaldo er kendur fyri at vera ein "big game player" og kemur ivaleyst at geva útivallarliðnum trupulleikar í dag. Hann kann til ein og hvørja tíð avgera dystir og hóast hann nú er komin upp í aldurin, so er Ronaldo millum teir bestu áloyparanar í mótstøðufeltinum. Liverpool vita at hann er gløggur og hevur eitt ótrúligt máltev og tí má verjan standa stinn allan dystin á tamb. 

Verjan hjá Liverpool sá heldur veik út móti Atletico í Champions League uppgerðini og tað er sjónligt, at Van Dijk ikki hevur megnað at rakað sama støðið, sum vit eru von við at síggja. Van Dijk, varð eisini meldaður ivasamur til dystin í dag, men hann er framvegis ov týdningarmikil fyri liðið, til at kunna sita hendan yvir. 

Hóast liðið hjá Solskjaer ofta presterar, tá ið trýstið er hægst, so væntar Liverpool Føroyar ein sannførandi 3-1 sigur til Liverpool. Samstundis vilja vit ynskja øllum ein glediligan sunnudag. Gódan dyst, YNWA!

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki