Aftur

Dystarupptakt: Liverpool vs Atletico Madrid

03 nov 2021

Liverpool FC vs Atletico Madrid
Champions League 4. umfar
Dómari: Danny Makkelie
Anfield

Í kvøld møta okkara reyðkløddu aftur Atletico Madrid í Champions League høpi.

Seinast vit leiktu, endaði tað við 2-2 javnleiki móti Brighton á Anfield. Brighton og Graham Potter, hava víst seg at hava gott tak á Liverpool tey seinastu árini. Eins og Brighton, eru Atletico eisini væl fyri taktiskt og tí sera torførir, at spæla ímóti. 

Á útivølli, hevur tað sæð sera gott út hjá okkara monnum, men tað tykist at Liverpool framvegis hevur trupulleikar á Anfield. Seinasta kappingarár, meðan Covid-10 forðaði áskoðarum á stadion, høvdu Liverpool sera torført við at skapa úrslit, uttan tí annars væl mannaða áskoðarafjøldini. Spurningurin er um hetta áhaldandi fer at síggjast, ella um Klopp og Liverpool, í kvøld megna at gera Anfield til eitt stadion, ið lið eru bangin at fara til. 

Ein sigur í kvøld, ber við sær, at Liverpool eru tryggjaðir víðari úr bólki B. Um Milan samstundis megnar at vinna ella at fáa javnleik móti Porto, so eru Liverpool tryggjaðir fyrsta plássið í bólkinum. 

Um Liverpool í kvøld spælir seg víðari, kann Klopp velja, at spara leikarar til tær seinastu tvær uppgerðinar. Ein trupulleiki er tó, at hvør sigur í bólkaspælinum gevur £2.5 milliónir og verður tað tí spennandi at síggja, hvat týski generalur okkara velur í nærmastu framtíð. 

I samband við kvøldsins dyst, er tað alment kunngjørt, at bæði Fabinho og Thiago verða tøkir til uppgerðina. Viðhaldsfólk og lesarar hava rópt hart, at tey vænta báðar tveir á byrjannaruppstillingini hjá Klopp. 

Tað er sera sannlikt, at minst ein av teimum fyrrnevndu verða nýttir í kvøld, eftirsum at bæði Naby Keita og James Milner framvegis eru úti við skaða.

Klopp hevur eisini møguleikan, at nýta Curtis Jones, ið ikki hevur megna at avrika eins væl í seinastuni. Besta boðið vildi verið, at Fabinho og Henderson spæla á miðjuni í kvøld, saman við antin Jones ella Thiago. 

Konate hevur sæð sterkur út í verjuni og fær tí endurval í kvøld, saman við Van Dijk í hjartanum av verjuketuni.

Robertson hevur ikki sæð góður út tey seinastu umførini og hevur fleiri ferðir verið feil plaseraður í samband við mál hjá mótstøðuliðum. Tsimikas, ið leikti meðan Robertson var úti, hevur sæð sera gott út og Klopp kundi møguliga byrja inni við honum. Royndirnar og top støðið hjá Robertson geva honum tó væntandi eitt pláss á byrjannaruppstillingini í kvøld. 

Í álopinum byrja Mane og Salah ivaleyst, ið báðir hava skotið nógv mál teir seinastu dystirnir. Firmino hevur havt fleiri góð avrik í seinastuni, men hevði ein heldur illa spældan dystin móti Brighton í vikuskiftinum. Jota hevur verið nógv hvíldur í seinastuni og hevur meiri nátúrligt máltev enn Firmino. Tó, er Firmino sera týdningarmikil í trýstspælinum hjá Klopp og hetta kann spæla ein stóran leiklut, ímun til hvønn Klopp velur til hesa uppgerðina. 

Støðan sær góð út og ein javnleikur í kvøld er nøktandi. Klopp hevur tó meldað út, at Liverpool ikki fer í hálvt við næsta stig áðrenn teir eru víðari og tí verður ongin spardur hetta umfari.


Liverpool Føroyar gitar hesa lið uppstillingin:

Eftir loksins dyst, hava okkara menn vónandi spælt seg víðari og kunnu vit tí beina alla orku og tankar móti Premier League í eina løtu. Góðan dyst í kvøld, YNWA!

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”