Aftur

Eitt fet nærri

09 des 2021

Nógv stóð á, tá ið vit leygardagin skuldu møta Wolves á Anfield. Undan dystin vóru tað 1 stig upp til City á øðrum plássi og 2 stig upp til Chelsea á fyrsta plássi. Fyri at halda fast í kappingarneytarnar var tørvur á, at hála trý stig heim. Dysturin var tættur, men væl spældur av okkara monnum. Liðið tóktiskt sum heild, at vera betur samskipa og verjan sá betur út, enn hon hevur hetta kappingarárið. Vit komu í óteljandi góðar álopsstøður, men vórðu ongantíð heilt neyvir nokk frammanfyri málinum hjá Wolves. Fyrst Salah, síðani Mane og so Arnold, ongin fekk bóltin í netið og tað var ikki fyrr enn 94 minuttir vóru leiktir, at kultfigururin í Liverpool, Divock Origi, enn einaferð slóg til við einnum dystarvinnandi máli. Origi tamdi bóltin til sín, snaraði á og knallaði bóltin í kassan. Hetta málið bar við sær, at vit nú høvdu yvirhála Chelsea á stigartalvuni. Slíkir sigrar fáa ein, at minnast aftur á meistaraárið, har júst slíkir sigrar vóru orsøkin til, at vit megnaðu at vinna okkara fyrsta Premier League í 30 ár. Ein loyvir sær næstan, at droyma um enn eitt steyp, um vit aftur í ár megna at hála slíkar sigrar heim, tá ið mest stendur á. Liðið tóktiskt sum heild, at vera betur samskipa og verjan sá betur út, enn hon hevur hetta kappingarárið. 

Sostatt hava vit nú yvirhála Chelsea og Thomas Tuchel, eftir at West Ham megnaði, at vinna london derby'ina 3-2. City leikti eisini í vikuskiftinum. Teir vunnu sín dyst 3-1 og ein má bara innsíggja, at teir eru óhugnaliga sterkir í Premier League í løtuni. Liverpool liggja í løtuni á øðrum plássi, 1 stig aftanfyri City. 

Tað hevur verið tosað nógv um Salah og sáttmála hansara. Fjepparar og felagið vilja fyri alt hava hann, at skriva undir nýggjan sáttmála, men partarnir báðir hava framvegis ikki funnið eina semju viðvíkjandi lønarviðurskifti. Liverpool er nú vorðið eitt so stórt felag aftur, at vit eiga at megna at halda fast í okkara profilar. Tvær Champions League finalur, ein vunnin og so fyrsta meistaraheiti í 30 ár. Salah skal hugsa seg gjølla um, áðrenn næsta stigið verður framt. Fjepparar hava verið ónøgdir við leiðsluna seinastu mongu árini tí, at vit hava mist okkara bestu leikarar tey farnu árini, eitt nú Coutinho, Suarez og Alonso. Vit kunnu vænta meiri tíðindi innan evni tað næstu tíðina.

Fyrrverandi leikari og livandi legenda í Liverpool, Steven Gerrard, sigraði saman við nýggja felag sínum, Aston Villa, móti Brendan Rodgers og Leicester í vikuskiftinum. Í sínum fyrstu fýra dystum á odda, hevur Gerrard megnað at vunnið sær 9 av 12 møguligum stigum. Einasta tapið, fall fyri tí væl leikandi Manchester City, ið heldur tepurt vunnu 2-1. Aston átti fleiri góðari støður í dystinum, har teir áttu at havt javnað. Sera flott byrjan av Gerrard sum venjari í Premier League og Liverpool Føroyar fegnast um hansara góðu byrjan í Aston, Birmingham.

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”