Aftur

Bíligt reytt kort oyðlegði besta dystin higartil

11 okt 2026

Liverpool spældi leingi væl. Men reyða kortið til Gravenberch kostaði ógvuliga dýrt.

(PL) Liverpool – Manchester City 0-3 (0-0)

Hagtøl frá dystinum

Lat tað vera sagt beinanvegin, at fyrsta partin av dystinum móti City, sá eg bara á einum telefonskermi, meðan eg hugdi eftir fótbólti á Tórsvølli, so hesin teksturin byggir partvíst á hæddarpunkt.

Og tað sá gott út. Liverpool sá út til at hava yvirvág í dystinum og enntá rímiliga greiða yvirvág. Men tað er altíð vandi á ferð, tá ið spælt verður móti einum so góðum liði sum Manchester City, sum enntá hevur snýtt seg til fyrimun fram um øll hini liðini.

Størsti fyrimunurin hjá City er, at teir hava heimsins besta málskjútta, Erling Haaland, á liðnum. Hann er helst eisini komin til City við onkrum snýtisáttmála, og hann hevur akkurát kunngjørt, at hann hevur keypt eina luksusvilla við sjóvarmálan í Abu Dhabi, surprise, surprise.

So hóast Liverpool helt fram at vera betri eftir steðgin, so oyðilegði eitt bíligt reytt kort til Gravenberch allan dystin, eftir tvey bílig gul kort. Ikki tað Gravenberch eigur sjálvandi ikki at geva dómaranum møguleikan at geva honum eitt kort afturat. Undir Jürgen Klopp eydnaðist at fækka kortini hjá Liverpool rættiliga nógv, og tá fekk Liverpool næstan eingi býtt kort. Tað mugu vit fáa aftur á liðið.

Og so var hann har, Haaland. Fyrstur á einum avrættaðum bólti. 0-1 og nú var sera torført hjá okkara monnum.

Tíverri fall liðið saman og serliga Ronald Araújo hevði stórar trupulleikar í høgru síðu, og so skoraði City tvey mál afturat.

Úrslitið lýgur nokk so nógv um dystin. Men tá ið okkara menn ikki gagnnýttu yvirvágna, so er bara at takka sær sjálvum.

Ein, sum var góður í dag, var Lewis Koumas, sum fekk møguleikan heilt frammi. Hann tekur av møguleikunum, sum hann fær á vøllinum, og í dag manglaði bara málið.

Eisini Gravenberch spældi væl, áðrenn reyða kortið, og Victor Munoz vísir seg eisini at vera fallin væl til rættis í Liverpool.

Sum heild var liðið eisini gott í dag, og trýstið frammi á vøllinum riggaði væl. Men vit komu ikki til nóg stórar møguleikar, men mest til langskot, og tað gevur sjáldan nógv mál.

Móti endanum av dystinum, róptu áskoðararnir "Cheat" fyri hvørja einastu sending millum leikararnir hjá City. Vónandi fara aðrir áskoðarar hjá øðrum liðum at gera tað sama.

Mikudagin spæla vit úti móta eysturíksku LASK í Champions League. Tann dysturin byrjar longu klokkan 17.45. Næsta leygardag klokkan 15.00 vitja vit Brentford í London, og nú byrjar at

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

11. okt 2026

Bíligt reytt kort oyðlegði besta dystin higartil

10. okt 2026

Undan dystinum: Eitrandi spenningur í Liverpool áðrenn dystin móti Cit…

02. okt 2026

Liverpool og eg 6 - Signar Hansen

25. sep 2026

Meining: Stjólu nógv góð upplivilsi frá okkum