Stemningurin undan dystinum móti City á Anfield í morgin er heilt serstakur og uppøstur. Hetta er fyrsti dysturin hjá Manchester City, síðan ein óheft nevnd kendi felagið sekt í 114 av 115 ákærum um fíggjarligt svik.
(PL) Liverpool – Manchester City
(Kom í Scouse House og síggj dystin)
11. oktobur 2026, kl. 16.30 (Scouse House / See / Viaplay / Sky Sports )
Sambært fjepparasíðuni "This Is Anfield" er ítróttaliga kappingin millum feløgini seinastu árini nú dálkað av sviki, og miðlarnir skriva, at spenningurin í býnum er eitrandi undan dystinum
Ætlanin hjá fjepparum er at leggja stórt trýst á City. Sálarliga kríggið byrjar klokkan 14.30 við einari ógvusligari móttøku, tá ið bussurin hjá City kemur til Anfield. Fjepparar eggja á sosialum miðlum til at skapa eina fíggjandaliga atmosferu við fløggum og blussum. Inni á Anfield verða skeltir við orðinum "CHEATS" og væntandi verða herróp, sum háða Manchester City, rópt og sungin.
Sambært BBC Sport fara City-fjepparar at svara aftur við at taka túsundtals uppblásnar bananir við. Tað er ein kendur og humoristiskur siður, sum stavar frá einum fjepparaørskapi í 1980'árunum, men sum nú verður vaktur aftur fyri at vísa samanhald í felagnum.
Kendir fótbóltsviðmerkjararnir í Onglandi eru eisini illir. Gary Neville hevur á Sky Sports ávarað City um ein "brutalan dag", meðan Jamie Carragher alment sigur, at City hevur sett ein skammblett á Premier League, og at meistarastríðið nú er ein ein farsa (sham), um City ikki verður revsað hart. Roy Keane sigur, at City valdi at svika og má taka sína revsing, meðan fyrrverandi City-leikarin Micah Richards á The Rest is Football podcastinum segði seg vera knústan av álvarsomu svikagerðini hjá felagnum.
Orsaka av serligu støðuni og álopið á bussin hjá City í 2018 hevur løgreglan á Merseyside váttað, at teir hava ásett eina loyniliga koyrirutu fyri bussin hjá City og sett eina herda trygdarætlan í verk við nýggjum forðingum. Leiðslan í Liverpool FC boðar frá, at felagið krevur 100% kroppskanning av øllum áskoðarum. Løgreglan mælir til at møta tíðliga, tí kropskanningar og arbeiði á jarnbreytina í Liverpool fara at seinka ferðsluni munandi í morgin.
Breddin í Kringvarpinum fríggjadagin var um gøluna um Mancheser City: Breddin: Manchester City - ein fótbóltsgøla fyri milliardir
Ítróttaliga hevur dysturin stóran týdning, tí Liverpool kann við einum sigri fanga oddaliðið Manchester City, sum hevur vunnið allar fimm dystirnar higartil. Skaðastøðan hjá Liverpool er versnað. Andoni Iraola váttaði á tíðindafundi, at Alexander Isak og Cody Gakpo komu skaddir heim frá landsliðssteðginum og eru úti saman við Giovanni Leoni, Federico Chiesa, Conor Bradley og Hugo Ekitike. Sambært nýggjastu liðtíðindunum hjá This Is Anfield verður Bradley Barcola væntandi fluttur fram í álopið.
Væntandi lið hjá Liverpool (4-2-3-1):
Alisson - Araujo, Jacquet, Van Dijk, Kerkez - Mac Allister, Szoboszlai - Munoz, Wirtz, Ngumoha - Barcola
Hjá City hevur Phil Foden leikbann, og Antoine Semenyo er ivasamur.
Seinastu tíðindi
Bíligt reytt kort oyðlegði besta dystin higartil
Undan dystinum: Eitrandi spenningur í Liverpool áðrenn dystin móti Cit…
Liverpool og eg 6 - Signar Hansen