Aftur

Sigurin átti at verið størri

14 okt 2026

Liverpool vann ein lættan 6-3-sigur í Champions League móti einum sera veikum LASK-liðið. Men sigurin átti at verið størri.

(CL) LASK – Liverpool 3-6 (0-3)

Liverpool var stórfavorittur og vann lættliga, hóast nógvir leikarar vóru uttanfyri við skaða.

LASK hevði mest spæl fyrstu løtuna og brúkti nógva orku fyri at vita, um teir megnaðu at skaka Liverpool. Teir orkaðu í tíggju minuttir, so tók Liverpool fullkomuliga yvir alt spælið.

Trý mál komu fyri steðgin. Fyrst skallaði Ronald Araujo eitt hornaspark frá Kostas Tsimikas í málið eftir 22 minuttir. Bert hálvanannan minutt seinni økti Bradley Barcola til 2-0 eftir upplegg frá Rio Ngumoha, og Barcola var aftur á blettinum stutt fyri hálvleik eftir eina frálíka sending frá Florian Wirtz.

Seinni hálvleikur helt fram við sama spæli. Jeremie Frimpong skallaði Liverpool fram um 4-0 eftir enn eitt upplegg frá Tsimikas.

LASK minkaði um munin til 1-4 við Robert Ljubicic, men tað tóktist bara at geva Liverpool meira blóð á tonna. Bradley Barcola fullgjørdi sítt hattrick og skoraði til 5-1, og stutt eftir skoraði Lewis Koumas sítt fyrsta mál í Champions League og legði Liverpool fram um 6-1.

Eftir fleiri útskiftingar misti Liverpool fokus. Innskiftu Virgil van Dijk og Joe Gomez tóku ov lætt um uppgávuna, og vit sóu aftur at Jeremie Frimpong hevur avbjóðingar í verjupartinum. Tí slapp innskiftarin hjá LASK, Florian Flecker, at pynta um úrslitið við tveimum málum.

Ein góður sigur og seks stig eftir tveir dystir í Champions League. Men stórsigurin sigur lítið um Liverpool, tí mótstøðan var vánalig. Vónandi kom Bradley Barcola í gongd eftir hattrickið í kvøld, og Lewis Koumas heldur eisini fram at leggja gott orð inn fyri seg sjálvan.

Á minni góðu síðuni, sóu vit aftur hendan dystin, at Alisson ikki bjargar okkum líka ofta longur, sum hann plagdi at gera. So Liverpool skal helst skjótt hugsað um nýggjan fyrsta málverja. Tað tykist eisini ivasamt, um Giorgi Mamardashvili verður okkara næsti málverji, so hvi ikki fáa Caoimhín Kelleher aftur til felagið, har hann hoyrir heima.

Leygardagin klokkan 15 spælir Liverpool í London móti Brentford í Premier League. Tá verður mótstøðan ein heilt onnur, men dysturin má vinnast, um vit skulu nærkast oddinum.

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

14. okt 2026

Sigurin átti at verið størri

14. okt 2026

Undanfrásøgn: Dysturin byrjar longu klokkan 17.45

11. okt 2026

Bíligt reytt kort oyðlegði besta dystin higartil

10. okt 2026

Undan dystinum: Eitrandi spenningur í Liverpool áðrenn dystin móti Cit…