Aftur

Undanfrásøgn: Dysturin byrjar longu klokkan 17.45

14 okt 2026

Liverpool skal reisa seg aftur eftir pínufulla 3-0 ósigurin fyri Manchester City um vikuskiftið, tá ið teir í kvøld vitja eysturrísku meistararnar LASK í øðrum umfari í Champions League bólkaspælinum. Dysturin byrjar longu klokkan 17.45.

(CL) LASK – Liverpool
(Kom í Scouse House og síggj dystin)
14. oktobur 2026, kl. 17.45 (Scouse House / TV3 Sports / Viaplay / TNT Sports 2)

Liverpool er stórfavorittur, hóast skaðastøðan versnaði uppaftur meira um vikuskiftið. Dominik Szoboszlai, Alexander Isak og Cody Gakpo eru ikki við í Eysturríki. Iraola váttaði tó á tíðindafundinum týsdagin, at teir "ikki eru langt frá" at koma fyri seg aftur. Virgil van Dijk spælir væntandi, hóast hann fekk ein lítlan snudd sunnudagin.

Aftrat hesum eru Giovanni Leoni, Conor Bradley og Hugo Ekitike framvegis skaddir, meðan Federico Chiesa og Wataru Endo ikki eru skrásettir til Champions League í fyrru hálvu.

Tað er væntandi, at Ryan Gravenberch fer at byrja inni, tí hann hevur leikbann í Premier League um vikuskiftið, og ungi Trey Nyoni verður møguliga undir liðini á honum fyri fyri at hvíla Alexis Mac Allister.

Væntandi lið hjá Liverpool (4-2-3-1):
Alisson - Araujo, Jacquet, Van Dijk, Tsimikas - Nyoni, Gravenberch - Munoz, Wirtz, Ngumoha - Barcola

Heimaliðið LASK er í einari stórari kreppu og hevur tapt fýra dystir á rað. Sunnudagin taptu teir 2-0 móti Rapid Wien uttan yvirhøvur at hava eitt einasta skot innan fyri málstengurnar.

Seinast Liverpool vitjaði á Raiffeisen Arena í 2023, vann Liverpool 3-1.

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

14. okt 2026

Sigurin átti at verið størri

14. okt 2026

Undanfrásøgn: Dysturin byrjar longu klokkan 17.45

11. okt 2026

Bíligt reytt kort oyðlegði besta dystin higartil

10. okt 2026

Undan dystinum: Eitrandi spenningur í Liverpool áðrenn dystin móti Cit…