Aftur

Ynskilistin 2022: Áloyparar

11 jan 2022

Umframt at transfer-vindeyga hevur verið í skjótt tvær vikur, so er African Cup of Nations farið gongd. Ein drúgv og partvís torfør leikskrá stendur fyri framman og Liverpool vera uttan Mohammed Salah, Sadio Mane og Naby Keita allan januar og fyrstu vikuna í februar.

Vit á Liverpool Føroyar hava valt, at hyggja eftir nøkrum leikarum, ið kundu avloyst okkara mest skorandi leikarar tey seinastu fimm árini, hettar tíðarskeiðið og skulu teir samstundis vera við til, at ímynda framtíðar álopið hjá Liverpool.

1.Tann upplagdi, Dusan Vlahovic: Árgangur 2000 og spælir við Fiorentina í Serie A. Eftir eitt frálíkt kappingarár seinasta ár, varð Vlahovic í summar, settur nógv í samband við Tottenham sum møguligur avloysari fyri Harry Kane.

Vlahovic er ótrúliga málkønur og verður róptur tað stórsta talentið í Serbia í løtuni. Seinasta kappingarár skeyt hann 21 mál í 37 dystum og í ár hevur hann skotið 16 mál í 20 dystum, umframt at hava lagt upp til 4. Vlahovic er fastur maður á landsliðnum hjá Serbia. Hann hevur longu leikt 14 landsdystir og skotið 7 mál.

Vlahovic er mest kendur fyri sína kropsligu styrkju og eitt ótrúligt máltev. Hóast sínar 190 cm, er hann væl fyri tekniskt og er sera orkuríkur afturat tí. Ungi serbiski áloyparin hevur ikki nógvar sjónligar veikleikar, men summi meta tó, at Vlahovic er ov vinstra beintur.

Við sínum unga aldri tykist, at Vlahovic ikki at hava lýdni, at leika í Premier League, men Klopp er kendur fyri, at fáa mest burtur úr sínum leikarum.

Vlahovic er mettur at kosta áleið £60.000.000. Í ár verður hann settur í samband við fleiri stórfeløg og hetta er skiljandi, tá hann hevur verið involveraður í 56% av málunum hjá Fiorentina, hetta kappingarárið.


2. Jonathan David: Árgangur 2000 og spælir við Lille í Ligue 1. Jonathan David er heldur ikki ókent navn í fótbóltsheiminum. Eins og Vlahovic, er David eisini væl fyri kropsliga og er afturat tí sera kvikur. Hann verður eisini settur í samband við fleiri stórfeløg vegna síni avrik tey seinastu árini.

Jonathan David hevur leikt 27 dystir hetta kappingarárið og hevur skotið 16 mál. Hann spælir eisini á landsliðnum hjá Canada, har hann hevur leikt 24 dystir og skotið heili 18 mál.

Ungi og kviki framherjin hevur verið involveraður í 43% av málunum hjá Lille í ár og tykist at vera sera kønur frammanfyri mótstøðumálinum. Jonathan David er mettur at kosta áleið £40.000.000.

3. Jokarin, Amine Gouri: Árgangur 2000 og spælir við Nice í Ligue 1. Gouri hevur fyrr verið settur í samband við Liverpool, áðrenn hann skifti til Nice frá Lyon. Hann er mettur at kosta áleið £35.000.000 og er ivaleyst bíligasti av teimum trimum nevndu áloyparunum. Hetta kappingarárið hevur Gouri skotið 8 mál í 20 dystum og eigur 4 upplegg. Hann er beinleiðis involveraður í 41% av málunum hjá Nice.

Gouri hevur framvegis ikki megnað, at komi á besta landsliðið hjá Fraklandi, men hevur spælt 16 dystir fyri U-21 liðnum. Gouri hevur skotið 6 mál fyri U-21 liðið, m.a eitt ímóti Føroyum. Hann var besti leikari hjá Franska U17 Landsliðinum, sum vann á føroysa ditto í EM endaspælinum í 2017.

Gouri er 180 cm høgur og er sera væl fyri tekniskt. Hann er eins og Vlahovic øgiliga ein beintur og er hóast sínar 180 cm veikur í luftspælinum.

Breaking the bank

Karim Adeyemi árgang 2002, leikar við Red Bull Salzburg, Karim líkist einum beinleiðis avloysara hjá Salah. Framúr skjótur, sera góður tekniskt, kann brúka bæði høgra og vinstra,  bein, sera góður 1 móti 1 offensivt, Karim leggur upp til mál og skorðar mál. Hann kann spæla øll 3 plássini í fremst røð, men er helst best á kantinum beint nú, hann manglar framvegis nakað av kropsligari styrki, serliga til Premier League. Frá Red Bull hevur hann longu partvíst lært krøvini í leikháttinum hjá Klopp. Karim hevur longu royndir á øllum týskum ungdómslandsliðum, leikar í bestu eysturríksu deildin og hevur longu nógvar dystir í Champions League-

Karim Adeyemi er mettur at kosta áleið £40.000.000.

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”