Aftur

Har er framvegis vón

29 jan 2022

Liverpool hevur í seinastuni, verið settir nógv í samband við kolumbianska, Luis Diaz. Diaz er vinstri vongur og flestum minnast hann frá Champions League uppgerðunum í heyst. Diaz er júst vorðin 25 ár, hann er høgra beintur og kann bjóða av, bæði út eftir og inn á vøllin. Diaz er ein snildur leikari við góðari ferð, gott yvirlit fyri viðleikarum og er sera málkønur. Afturat sínum framligum kvalitetum, arbeiður hann eisini væl aftur eftir og fylgir tí øllum kriteriunum, ið Klopp vil hava. Diaz hevur skotið 14 mál og lagt upp til 5 í 18 dystum í Liga Bwin, umframt at hava skotið 2 mál í Champions League. Diaz eigur eisini 31 dystir fyri Kolumbia, har hann hevur skotið 7 mál. 

James Pearce hjá Athletic hevur meldað út, at Diaz er ávegis og at Liverpool væntar eitt medical check teir næstu dagarnir. Porto legði út, vid at krejva £66 milliónir og Liverpool vildi ikki røkkja teirra krøvum. Liverpool sigst tí, at hava boðið £45 milliónir + møguligar 15 milliónir í add-on fee's. Alt bendir á, at Diaz endar í Liverpool, hóast vit hava verið í harðari kapping vid Tottenham. Klopp meldaði sjálvur fyri stuttum, at Liverpool hevur havt eyga á Diaz og teimum tykjast, at dáma honum sera væl.

Liverpool gevur ikki upp og vil geva City skarpan gang um meistaraheitið og slíkur styrkur í álopspatinum økir um møguleikan. Liverpool hevur tørv á breidd og umvaling í álopinum og Diaz er ein leikari vid dygdunum, at kappast um byrjannarpláss. 

Diaz er ikki ein av leikarunum, ið Liverpool Føroyar frammanundan hevði ynskt sær. Har vóru aðrir framligir leikarir, ið vit vænta, at Liverpool heldur eyga vid til summar, tó er Diaz ein sera áhugaverdur og dugnaligur leikari, ið ivaleyst kann gera mun hjá okkum. 

Nógv ivast, um Diaz er beinleiðis avloysari hjá Mane. Vit meta, at langsigtað er ongin ivi um hetta, tó er Klopp ikki kendur fyri, at nýta nýggjar leikarar frá byrjan, undantikið Virgil Van Dijk og Alisson. Diaz styrkir um breiddina og kann geva luft til bædi Mane og Salah, um tørvur er fyri tí. Hetta ger eisini, at Jota bert verður avloysari hjá Firmino og kann nýtast har hann er sterkastur. 

Liverpool Føroyar væntar sær nógv av Diaz, serliga komandi kappingarár og vónar, at hann er ein leikari, id hjálpir okkum í strídið um meistaraheitið og Champions League í ár. 

YouTube leinkja liggur omanfyri, YNWA!

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki