Aftur

Góð byrjan

11 feb 2022

Í gjár, var fyrstu ferð, at nýggi maðurin, Luis Diaz, var við okkum frá byrjan í 2-0 heimasigri á Leicester. Tað tóktist ikki, at Diaz var nýggjur í Premier League. Diaz er sera professionellur og vísti góðan figur longu frá fyrsta brýksli. Hvørjaferð Diaz hevur bóltin, sær út til, at vandi er á ferð. Nýggi madurin megnaði ikki, at skora ella leggja upp til mál, hóast hann átti, at skotið eitt ella tvey um hann var heppin. 

Sum Liverpool fjeppari, kann ein vera errin av, at Diaz longu sær út, at vera samanspældur vid Robertson. Hetta var sera sjónligt í dystinum í gjár og helst munnu flestu viðhaldsfólk vera bilsin yvir, akkurát hvussu væl tad faktiskt gekk á okkara vinstru síðu. 

Diaz varð skiftur út, eftir at 90 minuttir vórðu leiktir og øll okkara viðhaldsfólk klappaðu honum av vøllinum. Hetta er eitt avrik, ið hann sjálvur skal vera errin av. 

Higartil, sær hetta út til, at vera eitt av teimum heilt góðu keypunum av Jurgen Klopp og tad verður spennandi, at fylgja við hvussu Diaz klárar seg teir komandi dystinar. 

Liverpool hevur nú Luis Diaz, Mo Salah, Sadio Mane, Jota og Bobby sum fremstu menn og hetta er ein breidd, ið ein skal leita langt aftur í tíðina fyri, at finna í einum Liverpool hópi. Spurningurin er nú, hvørjir Klopp velur til byrjannar uppstillingina framyvir. Væntandi verdur tað Mane, Jota og Salah í fyrsta umgangi, men hesir vera ikki sjálvskrivaðir longur. 


Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki